Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2001 17 Nr. 220 • mikudagur • 14. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Børn eiga at drekka vatn, at sløkkja tostan við og so ein fjórðingspott av mjólk hvønn dag. Søtu leskidrykkirnir eru tann reina kemi. Rigmor Dam Hetta er innihaldsyvirlitið á einum dunki av leski- drykki, sum eigur at tynn- ast í lutfallinum 1:9: 85% vand, 10% saft (heraf 9,7% druesaft, 0,3% jordbærsaft), 3% surheds- regulerende midler (E 330, E 332), farvestoffer (E 163, E 150d), sødestoffer (E 952, E 954, E 951, E 950), aroma, konserveringsmidl- er (E 211, E 202), anti- oxidant (E 300). Tilsamans 13 E'ir - væl í gagnist! Flestu leskidrykkir á marknaðinum eru kemiskar bumbur, sum, umframt at taka matarlystin frá børn- unum, eru ringir fyri heilsunna og tennirnar. Øll sum hava við børn at gera, í skúlum og á stovnum, uppliva at børnini broyta atferð, tá tey fáa nógv tilsetingarevni og sukur. Einki talar fyri hesum drykkjum - teir geva eingi føðsluevni, bert óveruligar smakkiupplivingar. Eisini vita vit, at talið á børnum við ovurviðkvæmi er støðugt vaksandi og talar tað í sjálvum sær fyri at velja dygd fram um nøgd. Stórur munur er á leskidrykkjum Í grannalondum okkara finnast yvirlit yvir góðkend tilsetingarevni, nevnd E- nummar yvirlit. Slík yvirlit finnast ikki í Føroyum, og noyðast vit brúkarar tí at halda okkum til útlendsku tilráðingarnar hesum við- víkjandi. Í grannalondun- um finnast eisini greiðar reglur um nær talan er um djús, fruktsaft ella leski- drykk. Djús verður roknað sum reinasta vøran, har nakað av sukuri kann latast útí óblandaða fruktúrdráttin. Næsti bólkur er fruktsaft, sum bæði smakkar av og inniheldur frukt. Hesin bólkur hevur loyvi at bera heitið "saft" í navninum. Hon kann vera søta antin við sukuri ella øðrum søtingarevni. Í slíkari frukt- saft eru einans nøkur fá tilsetingarevni loyvd og bannað er at nýta litevni. Fruktsaft verður sum oftast framleidd úr fruktúrdrátti (koncentrat), og merkir hetta, at væta er tikin burturúr upprunaligu frukt- saftini. Meðan flestu søtu saft- irnar innihalda frukt, eru mest sum allir aðrir leski- drykkir tann reina kemi. Teir nevnast millum annað "drikk", "sodavatn", "læskedrik" ella "drikke- koncentrat" og er inni- haldið er stórt sæð bara lit-, tilsetingar-og smakkievni. Vaksandi nøgdir seldar Nøgdirnar sum vera settar til lívs av hesum drykkjum eru hækkaðar sera nógv seinastu árini, eftir eitt áhaldandi sølu- og lýsing- ararbeiði hevur sannført okkum um, at her fáa vit nakað fyri pengarnar. Leskidrykkirnir verða seld- ir allastaðni, eru bíligir, og at teir verða seldir í plast- fløskum við skrúvuproppi ger, at teir eru ómakaleysir at fáast við. Samanumtikið kunnu vit siga, at børnini eru ikki okkara ogn, men einans til láns. Tí eiga vit einans at bjóða teimum tað allar- besta - nevniliga vatn at sløkkja tostan við og so ein fjóðringspott av mjólk hvønn dag. Og einans saft, tá okkurt serligt er á vási. TÍÐINDASKRIV Klokkan 13.00 mikudagin 14/11 letur upp nýggjur handil á Smyrilsvegi 7 í Havn, har Bónus áður helt til. Tað er Farodane, ið hevur leigað hølini og latið tey umvæla og innrætta til ein sokallaðan skrivstovu- marknaða. Handilin hevur fingið heitið Farodane City og hevur umframt goymslu og skrivstovu eina søluvídd uppá góðar 500m2. Farodane City verður ein handil fyri øll, bæði vinnulívskundar og privat. Flestøll hava ídag teldu og egna skrivstovu heima. Hesi hava tí eisini tørv á einum staði, har tey kunnu handla uttan at noyðast at keypa í størri nøgdum. Og tey vilja fegin handla sum tey eru von at handla, spáka runt við innkeypsvogni eins og í øðrum stórhandlum og sjálvi finna og velja tær vørur, tey nú einaferð hava brúk fyri, sigur Ólavur Herup Olsen, stjóri í Faro- dane. Við hesum letur Faro- dane upp fyri einum nýggj- um og heilt øðrvísi møguleika at keypa inn skrivstovuútgerð í Føroy- um. Og so er tað líkamikið um tað snýr seg um eina super-teldu, eina pappírs- kurv ella kaffi til kaffistov- una. Hugmyndin er, at alt kann fáast á einum stað, skrivstovulutir, kunningar- tøkni og skrivstovuinnbúgv. Konceptið er nýtt og kemur sum so mangt annað, úr USA. Higani hevur tað breitt seg skjótt til Evropa . Í Danmark eru longu fleiri handlar av slíkum slag annahvørt latnir upp ella ávegis at lata upp. Vit hava kortini ikki keypt eitt liðugt koncept, men hava sjálvi arbeitt við vøruúrvælinum og innrætt- ingini. Tí verður tað hjá okkum umráðandi at fylgja væl við í byrjanini hvussu alt fer at roynast og hvussu handilin verður móttikin her á landi. Men vónirnar eru góðar sigur Ólavur. Hetta er hóast alt eitt øki, ið Farodane hevur fingist við í mong ár og vunnið sær drúgvar royndir við. Vinnulívskundar og stovnar við fyrispurningum um loysnir innan KT ella skrivstovu-/skúlainnbúgv, verða tó eins og higartil avgreiddir í Brekkutúni 4. Somuleiðis verður fram- sýning av innbúgvi, KT og størri maskinum framhald- andi í Brekkutúni. Leiðari í nýggja handlin- um verður Jóanes Brøðra- berg úr Havn og at byrja við kemur hann at hava 3 fólk afturat sær umframt eitt goymslufólk og ein bilfør- ara. Telefon-, fax- og teldu- postordrar uppá skrivstovu- útgerð verða móttiknir, avgreiddir og koyrdir út um alt landið sum higartil. Miðað verður ímóti, at vøra bíløgd áðrenn kl. 12, verður kundum í Havn í hendi sama dag, meðan kundar uttanfyri Havnina hava vøruna dagin eftir. Farodane City verður opin mánadag-hósdag kl. 9.00-17.30, fríggjadag kl. 9.00-19.00 og leygardag kl. 10.00-14.00. Farodane City Skrivstovumarknaður eftir nýggjum leisti Gevið børnunum vatn at drekka Savnsmynd Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum er á ST aðalfundi í New York, var staddur stutt haðani, flogfarið datt niður mána- morgunin. Hann sigur í ferðabrævi frá, hvussu hann upplivdi hendan morgunin FERÐABRÆV Kári P. Højgaard New York: Tað mesta, eg veit at siga um flogvanlukkuna í morg- un, hava tit ivaleyst longu frætt. Men eg skal siga frá, hvussu eg upplivdi hendan morgunin. Vit møttu sum vanligt á donsku FN missiónini í morgun kl 8.15 lokala tíð. Tá bløðini og Hotmail vóru lisin, var klokkan blivin 9.15 og byrjaði regluligi kunningarfundurin. Av tí at ST aðalfundurin er til og við hósdagin, varð gjørt skjótt av, og var fundurin liðugur kl. 10.00. Vit sótu so og tosaðu saman í bólkinum eina løtu um, hvør skuldi yvir í FN og hvør skuldi onkra útferð. Tá kom danski ambasa- dørurin inn og greiddi frá, at eitt flogfar, sum skuldi til Dominikanska Lýdveldið tríggjar minuttir eftir at tad var farið á flog av JFK flogvøllinum, var niður- dottið í býarpartinum Queens. Hesin liggur einar 15 km frá donsku missi- ónini, og sást roykurin í fyrstani higani av 18 hædd. Vit fingu boð um at ringja heim beinanveg og boða frá, at alt stóð væl til, og at ongin frá donsku sendi- nevndini hevði fingið skaða. Ikki aftur nú Flogferðslan er eisini støðgað, og stóri spurning- urin settur verður er, um talan er um hendiligt óhapp, ella um talan var um enn eina atsókn, sum hóttan hevur verið um seinastu tíðina. Hendan er eisini partvís blivin reglulig. Fyribils eru metingarnar, at til tað øvugta er prógvað, er talan um eina syrgiliga flog- vanlukku sum kann henda. Empire State Building, sum liggur heilt nær vid hotellið vit búgva á, er afturlatin, og fólkið flutt burtur av trygdarávum. Er galdandi til í morgin. Somuleiðis var alt økid kring ST bygningin stongt í ein tíma, men er nú opnað aftur og heldur aðalfund- urin fram sum ætlað. Heilt nógv ferðsla er í gøtunum og politistar og trygdarfólk av alskyns slag eru at síggja allastaðni. Eitt serstakt fyribrigdi var at síggja eftir hending- ina, sum ikki hevur verið at sæð fyrr. Túsundtals fólk standa og tosa í fartelefon og eisini nógv løgreglufólk gera nýtslu av hesum sam- skiftismøguleika, ivaleyst fyri at frætta úr nærum- hvørvinum, hvat veruliga er farið fram. Ferðin er heldur ikki tann sama, og kennist tað á fólki sum hugsa tey. Enn einaferð Allar tíðindastøðirnar senda støðugt frá flogvan- lukkuni, og eru flestu sendingarnar live. Borg- arstjórin var í sjónvarpinum kl. 15.00 har hann vísti sína samkenslu við teimum, sum mist høvdu. Sam- stundis takkaði hann sløkkiliðnum fyri teirra avrik, tí tað gingu bert heilt fáir minuttir, tilteir fyrstu vóru á staðnum, og tað gekk ikki long tíð, áður enn menn høvdu tamarhald á støðuni. Hetta líkist støðuni 11 september, og eru sløkki- liðsmenn í góðari venjing, nú teir í fleiri vikur hava arbeitt á økinum við World Trade Center. Hendan avbjódðngin er ikki so umfatandi, sum hin var, og er meira avmarkað. Tann svarti kassin er funnin og sendur til kann- ingar í Washington. Vón- andi gevur hann svarið uppá, hví vanlukkan hendi, og hví annar motorurin datt niður burtur frá høvuds- vraklutunum. Við flogfarinum, ið American Airlines átti, vóru 246 ferðafólk og manningin, sum taldi 9. Tað, sum kann kallast lagnunar speiðsemi, er at tann eina støðin vísti á, at onkur av ferðafólkunum, sum við vóru henda lagnumorgun, høvdu búð í USA og ætlaðu at flyta heim av trygdarávum. Tad er vónleyst at skriva frá eini slíkari hending, tí alt hendir so skjótt, og høvdu tey heima hoyrt tíðindini, áðrenn eg fekk fatur á nøkrum í telefonini. Somuleiðis senda tíðinda- rásirnar uttan slit, og kemur okkurt nýtt undan kavi alla tíðina, so tað sum verður skrivað nú, er gamalt um nakrar tímar. World Trade Center Regluligar sendingar eru um uppruddingararbeiðidð, sum nú gongur á triðja mánaða. Í gjárkvøldi var ein samrøða við nakrar menn frá Texas, sum vóru komnir við nøkrum trailarum við timbri og kjøti. Talan var um stórar nøgdir, og hava teir saman við sjálbodnari arbeiðsmegi opnað eina uttanduragrill, sum ókeypis letur 4000 døgurðar dag- liga. Nógv túsund arbeiða sjálvboðið uttan nakað viðurlag eftir vanligan ar- beiðsdag einar seks átta tímar, og er hetta galdandi bæði fyri vanliga borgarar umframt tænastumenn s.s. politistar o.a. Harumframt síggja onnur tað sum sítt kall at hjálpa og eru komin higar til New York úr øllum landinum at bjóða sær at arbeiða sjálv- støðugt. Tey hava arbeitt einar 16-18 tímar dagliga, síðan vanlukkuna 11 sep- tember, og er løn teirra gleðin um at kunna hjálpa og betra um vanlukku- støðuna sum hevur rakt USA. Ein politistur greiddi frá, at tað sum gav honum megi at halda fram dag eftir dag 7 dagar um vikuna á 16 tímar, var mannamúgvan, sum stóð fram við av- sperraða økinum og heils- aðu við fløggum og skeltum, har tey vístu sítt takksemi og virdðng fyri tí arbeiði, hesi fólk avrika. Hvørja ferd tær jarðisku leivdirnar av einum menn- iskja verða funnar, verða tær vid sjúkrabili og stórum politistaliði í útrykningi vid ljóði og ljósi flutt á sjúkra- hús til eyðmerkingar. Hetta verður gjørt fyri at vísa tí deyða hendan seinasta heiður. Aðalfundurin í ST Tað var við spenningi ein sá var fram til setanina av aðalfundinum, sum annars skuldi verið 11 september. Vit fingu at vita, at trygd- arkrøvini fóru at vera so strong sum ongantíð fyrr, vegna tað sum var hent, og tí at nýggjar hóttanir vóru settar fram móti ST aðalskrivaranum, Kofi Annan. Fyri at koma inn í fund- arsalin máttu vit hava trý atgongutekin. Tvey við fotomynd og eitt gult sum gav atgongd til stóra FN fundarsalin. Vit fingu at vita, at Danmark bert fekk seks luttakarar inn í senn, og at sendinevndin fekk tvey gul kort at býta síná- millum. Tað fall mær í lut saman vid einum dana, at sleppa at luttaka í byrjanini, t.v.s hoyra teir fyrstu 5 talararnar. Kl. 07.00 fóru vit av ho- tellinum fyri at vera í góð- ari tíð á ST høvuðsborgini. Allir vegir oman vóru stongdir, og alvápnað politistalið var allastaðni at síggja, og vóru vit kannaðir á sama hátt, sum tá farið verður í eitt flogfar. Alt gekk væl, og komu vit inn í salin í góðari tíd. Sera hátíðarligt var tá ein kinesari kl.09.00 stundis- liga setti 56 aðalfundin og síðani gav orðið til aðal- skrivaran K. A. Talutídin er sum fyrr greitt frá 15 mi- nuttir, og varð henda sum heild hildin. Aftaná hann kom, sum siðvenja er, Brasilia. Tá Mr. Fernando Hen- rique Cardoso, forseti úr Brasilia, var liðugur, fekk Amerikanski forsetin, Mr. George W. Bush, orðið. Henda løtan var uttan iva hæddarpunktið á hesi 56 setuni, og eri eg fegin um, at mær eydnaðist at uppliva hesa. Røðuna fari eg ikki at endurgeva, hana hava hevur helst størsti partur av heim- inum hoyrt, men á ein kensluvekjandi hátt tosaði Bush um yvirgang, og hvussu hesin hevði rakt land hansara fáar kilo- metrar hiðani, vit nú vóru stødd. Boðskapurin var greiður. Tað finnast ongir góðir yvirgangsmenn og at ikki kundi blinda eyga vendast til gerðirnar, hesir menn fremja. Ein dráps- maður er ein drápsmaður og skal fyri rættin, var boðskapurin til limalond- ini. Áhugavert at vita, hvat umboðini hjá Afghanistan hugsaðu hesa løtuna, nú teir sótu og lýdda á, eitt langt byrsumál frá arva- fíggindanum og undir sama taki. Amerikanski forsetin fekk dyggar lógvabrestir, tá hann endaði røðu sína. Teir næstu tríggir tal- ararnir vóru Forsetin úr Sudurafrika, Sheikhurin úr Qatar og seinasti, eg fekk loyvi at hoyra, var forsetin úr Mexiko Mr. Vicente Fox. Ein løgin kensla fylti ein, tá hugt varð yvir salin, har leiðararnir fyri 189 limalond sita í sama rúmi, og hava hesir maktina á størsta parti av heiminum og eru við til at avgera lívslagnu okkara. Tað er av avgerandi týdningi, at tosað verður saman um trupul- leikarnar, áðrenn teir verða til vápnaðar samanbrestir. FN hevur prógvað sín týdningarmikla leiklut til varðveitan av heimsfrið- inum hesi 56 árini, síðani felagskapurin eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós. Mennesket spaar, Gud raader. Tað er tó avmarkað, hvat menniskjan kann avrika í egnari megi. Og sannast mugu orðini í sálmaørind- inum: Og gingu kongar fram á rað. og royndu megi mesta. Teir megnadu ei minsta blað, á notulegg at festa. Hvussu hendingin í morgun fer at ávirka seinasta teinin av vitjan okkara í USA, er ilt at meta um. Men eftir ætlanini skulu vit flytast til Washington við bussi mikudagin kl.13.00 og skulu vit flúgva heim seinnapartin fríggjadagin 17.50. Øll hava tað gott og lata heilsa heima. Mánamorgun við flogvanlukku Flogfarið datt niður í eitt íbúðarøki í Queens býarpartinum stutt frá John. F. Kennedy flogvøllinum Mynd: Reuters C M Y K 17 16