mikudagur 14. november 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 220 - 14. november 2001
Nr. 220 - 14. november 2001
19
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Finnleif Guttesen
Valevni fyri
sambandsflokkin
Hesir politikarar sum siga,
at teir hava ella fáa onga
ábyrgd, í ríkisfelagsskapi
við Grønland og danmark,
skulu vita, at vit eru heilt
nógv sum vilja verða í
ríkisfelagsskapi saman við
Grønlandi og Danmark.
Hetta gevur okkum eitt
frælsi,
sum
loysingar-
politikarar ætla at taka frá
okkum.
Hetta forðar okkum ikki
í, at skipa samfelagið til
gagns fyri allar føroyingar,
eisini tykkum sum vilja
hava loysing.
Burturoyðsla ogn Føroya
fólks
Ískoyti úr Danmark hava vit
heldur ongar trupuleikar av
og tá ið loysingarpolitikarar
tosa um, at tað er prógva, at
Danmark fær hetta ískoyti
fleirfalda aftur, kann tað
ikki verða størri ábyrgdar-
loysi enn tað hendan sam-
gongan hevur gjørt, við at
minka um ískoyti úr Dan-
mark.
Við hesari útsøgn og við
at minka ískoyti, má sigast,
at samgongan hevur burt-
uroyðsla 356 mill av ogn
føroya fólks.
Gávan úr Íslandi
Føroyar hava fingið fiski-
rættindi frá Íslandi í nógv
ár, og takk skulu teir hava
fyri tað, uttan at Føroyar
hava goldið naka afturfyri.
Fáa
loysingarpolitikarar
ábyrgd tá ið teir móttaka
gávur?
Hví
hava
loysingar-
politikarar hendan dupult-
moralin, at tað sum kemur
frá øðrum londum hevur
ongar avleiðingar, meðan
tað sum kemur úr Danmark
er rótin til alt ringt.
Hvar og hvat er munurin?
Øll sambands og sam-
ríkisfólk, ung sum gomul,
siti ikki heima 20. no-
vember, men fari á val og
seti krossin við eitt av
umboðum Sambandsflok-
sins, hetta merkir eisini
eina atkvøðu fyri frælsið.
Elin Lindenskov
Fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Javnaðarflokkurin
vil
broytingar í ríkisrættarligu
viðurskiftum Føroya. Men
fyri, at tað skal bera til at
fáa broytingar í lag, er
neyðugt, at vit sleppa burt-
ur úr politisku naggatódn-
ini, sum seinastu tíðina
hevur eyðkent viðurskiftini
Føroyar og Danmarkar
ímillum.
Hetta kann gerast við
einum aktivum umboð á
Fólkatingi. Einum umboð,
sum hevur sum høvuðs-
endamál at greiða dønum
frá føroyskum samfelags-
viðurskiftum og føroyska
fólkaynskinum um broyt-
ingar í politisku og rætt-
arligu viðurskiftunum land-
anna millum.
Vit fara ikki at draga
heimligu trupulleikarnar og
ósemjurnar inn á Fólkating.
Men í staðin fara vit at
brúka røðarapallin á Fólka-
tingi til at fáa loyst trupul-
leikar í viðurskiftunum
millum Føroyar og Dan-
mark.
Vit eru sannførd um, at
uppskot Javnaðarfloksins
um eina sjálvstýrislóg er
besti hátturin at fáa broytt
ríkisrættarligu viðurskift-
ini. Tí fara vit á Fólkatingi
at nýta orku til at greiða
dønum frá innihaldinum í
uppskotinum um sjálv-
stýrislóg.
Sjálvstýrislógin
skal
greitt áseta, at Føroyar eru
eitt sjálvstøðugt land, og
hon skal tryggja føroyska
lóggávuvaldinum og fyri-
sitingini fult málsræði.
Harafturat skal sjálvstýris-
lógin tryggja, at ongar av-
markingar vera fyri, hvørji
málsøki føroyskir myndug-
leikar kunnnu yvirtaka.
Tað er í Føroyum - hjá
føroyska Løgtinginum - at
avgerðarætturin fyri allar
heimligar spurningar skal
liggja. Hetta er Javnaðar-
flokkurin sannførdur um.
Og hesum fer Javnað-
arflokkurin at virka fyri á
Fólkatingi. Vit halda ikki,
at fólkatingssessurin er ein
forðing
fyri
føroyska
sjálvsavgerðarrættinum,
heldur tvørturímóti.
Johan Dahl
Fólkatingsvalevni
Sambandsfloksins
At velja ein loysingarflokk
á fólkating er at spæla reint
hasard við framtíð Føroya
og vælferðini í samfelag
okkara .
Tá fullveldismenn siga,
at vit ikki eru frí og sjálv-
støðug sum samfelag í
ríkisfelagskapi við Dan-
mark og Grønland, er hetta
eftir mínum tykki tað reina
tvætl, - tað eru veruliga
sera fá,- fyri ikki at sig ongi
samfeløg í Heiminum, sum
hava ein betri felagskap enn
tann vit hava .
Ríkisfelagskapurin gagn-
ar okkum á nógvum økjum
sum t.d.:
• Felags Gjaldoyra/ Pen-
ingapolitikkur
• Ungu lesandi hava at-
gongd til Hægri læru-
stovnar/Unversitetir og
stuðulsskipanir á hædd
við danskan ungdóm, -
eins og vit hava atgongd
til kollegiur frammanfyri
danir sjálvar.
• Sosial og sjúkrahúsverk-
ið gevur okkum somu
rættindi sum danir sjálvir
hava.
• Uttanríkistænastan er til
fyri okkum eins væl og
danir og gongur okkum
til handar um vit heita á
hana við informatión og
vitan .
• Eksporttrygdir
verða
veittar fyri Føroysk út-
flutningsfeløg á jøvnum
føti við donsk útflutn-
ingsfeløg.
• Seravtalur við ES á út-
flutningsøkinum
sum
óivað geva okkum rúmar
ræsir.
Sambandsflokkurin
á
fólkatingið vil verja m.a.
hesi vunnu rættindi okkara
og tala søk Føroya Fólks.
Loysingaflokkarinir,
-
um teir sleppa framat,
komað at seta øll hesi
vunnu rættindi og fleiri
afturat uppá spæl, tað er
sjón fyri søgn tey seinastu 4
árini teir hava havt valdi
Lat onga iva verða um, -
at júst TÌN atkvøða er við
til at avgera framtíðina.
Gongst tað FØROYA
LANDIÐ
VÆL,
-
GONGST EISINI TÆR
VÆL.
SET X tín við SAM-
BANDSFLOKKIN ella eitt
av valevnum hansara - tað
angrar tú ikki.
Jóhan Petur
Johannesen
Valevni
Sambandsflokkisins
Saman við Danmark kunnu
føroyingar, um vit spæla
kortini rætt, hava nakað at
siga í uttanríkismálinum.
Eitt sambandsumboð, sum
verður partur av tingbólkin-
um hjá Vinstra, kann siga
sína hugsan fyrst á fundi í
tingbólkinum, og síðan fyri
øllum tinginum. Um til
dømis spurningar viðvíkj-
andi Miðeystri verða uppi
at venda, ja so hevið eitt
sambandsumboð kunnað
sagt nøkur borgarlig orð
við harra Lykketoft, tí tey
flestu eru uttan iva samd
um, at hann hevur spælt
síni kort sera illa á tí
økinum.
Persónliga eri eg ein, sum
eri viðhaldsmaður av fólka-
ræðinum, og tí vildi eg
viðgjørt uttanríkismál við tí
fyri eyga, at øll lond í
heiminum skulu virða tey
fólkarættsligu virðini. Eitt
nú í miðeystri er Ísreal eitt
av teimum heilt fáu sum
gera tað.
Uttan iva fer støðan í
miðeystri at verða nógv
viðgjørd tey næstu árini. Tí
er umráðandi, at okkara
umboð hevur eitt vakið
eyga við tí sum ferð at
henda í stóru verð, og her er
Fólkatingi ein góður pallur,
av tí at Danmark er við
bæði í Nato, ST og ES.
Ískoyti – Endurgjald – Gáva
Nakrir veruleikar sum loysingarpolitikarar mugu liva við
Sjálvstýrislógin besta loysnin
Spæla hasard við vælferðini í Føroyum
Uttanríkismál
Vilhelm Johannesen
Fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Eitt val gevur veljarunum
møguleika fyri at velja og
vraka. Á fólkatingsvalinum
næsta týsdag hava tit
møguleika fyri at velja eitt
javnaðarumboð á fólkating.
Javnaðarflokkurin
er
sannførdur um, at tað er
okkara skylda og okkara
ábyrgd, at vit eisini nýta
fólkatingssessin
við
tí
endamáli at verja tey virð-
ini, sum liggja í ríkis-
felagsskapinum. Politikkur
er sum kunnugt at hava
ávirkan, men uttan tykkara
undirtøku á valinum, fáa vit
onga ávirkan. Tí hevur júst
tín atkvøða týdning.
Tveir
løgtingsflokkar,
sum eisini stilla upp til
fólkatingsvalið, royna at
geva veljar-unum ta fatan,
at tað bert eru tveir møgu-
leikar í føroyskum poli-
tikki. Annar møgu-leikin er
fullveldi og loysing, og hin
møguleikin er samband og
ongin broyting í verandi
støðu. Hesir flokkar eru
tjóðveldisflokkurin
og
sambandsflokkurin.
Men hin gløggi veljarin
veit, at so svørt ella hvít er
tilveran ikki, og tí er tað
ikki eitt val ímillum svart
ella hvítt. Tað er heldur ikki
eitt val ímillum rætt ella
rangt, men tað er eitt val
ímillum svart og hvítt, sum
er samband ella loysing,
øðrumegin og okkum, sum
hava loysnir hinumegin.
Talan er um loysnir, ið flest
allir føroyingar kunnu taka
undir við. Velja tit tjóð-
veldisflokkin
fara
vit
framhaldandi at hava sama-
nbrestir millum danskar og
føroyskar
myndugleikar.
Velja tit sambandsflokkin
hendir onki.
Við síni umboðan á
fólkatingi vil javnaðar-
flokkurin
framhaldandi
vera tann skilagóða og
sakliga røddin, sum stendur
óheft av donskum parta-
politikki
og
donskum
innanlendispolitikki. Ein
atkvøða til fólkaflokkin er
ein atkvøða til konservativa
flokkin í Danmark, og ein
atkvøða
til
sambands-
flokkin er ein atkvøða til
danska vinstraflokkin. Vit
siga nei til klandur og stríð,
tí tað ger okkum hvørki
fræls ella frí. Vit vilja
samstarva og harvið finna
loysnirnar og røkka úr-
slitini
til
frama
fyri
føroysku tjóðina.
Aðalmál javnaðarflok-
sins er at skapa eitt sam-
haldsfast samfelag fyri frí
og fræls menniskju, har
umsorganin fyri tí einstaka
og fyri felags áhugamálum
og vælferð fólksins er í
hásæti. Tí siga vit FÓLKIÐ
FYRST, og tí siga vit, at
lívskorini hjá fólkinum
skulu
standa
ovast
á
politisku dagskránni eisini í
ríkisfelagsskapinum. Sjálv-
ur ríkisfelagsskapurin skal
eisini byggja á samhalds-
festi - hann skal byggja á
solidaritet.
Hann
skal
tryggja sama livifót í øllum
pørtum av ríkisfelagsskap-
inum.
Samhaldsfasti politikk-
urin er rótføroyskur. Í øldir
hava okkara forfedrar bygt
alla sína tilveru á sam-
haldsfastar loysnir. Teir
gingu fjøllini í felag. Vóru
til útróðrar á sama báti.
Vóru felags um nótakøst-
ini. Í felag róku teir grind-
irnar og hildu teimum til.
Og grindabýtið fór fram
eftir samhaldsføstu megin-
regluni. Øll fingu sama part
- barnið í vøgguni og tey
gomlu á songini fingu sama
part sum hini. Hetta er um-
sorgan fyri hinum einstaka
og felags áhugamálum.
Týsdagin 20. november
fer javnaðarflokkurin til
fólkatingsval undir slagorð-
inum "Samstarv og loysn-
ir". Vit heita inniliga á allar
veljarar, um at taka undir
við samstarvspolitikkinum,
sum førir til loysnirnar og
úrslitini. Tí fara vit mann-
sterk á val og sláa mann-
garð um lista javnaðarflok-
sins. Gott val!
Jóannes Eidesgaard
fólkatingsmaður
Sum eitt beinleiðis fram-
hald
av
kjaksendingini
mánakvøldið við løgmann,
so má eg enn einaferð und-
irstrika, at tað er ótrúliga
langt úti, at løgmaður skal
fáa seg til at súrmúlast inn á
Javnaðarflokkin, tí vit ikki
taka undir við teirra full-
veldisætlan, tá teir nóg illa
gera tað sjálvir. Men ring-
ast av øllum er, at løgmaður
ikki skilir okkara klokku-
klára boðskap um, at valið í
dag ikki snýr seg um hend-
an ella handan modellin til
fullveldið, men valið snýr
seg snøgt sagt um valið
millum vælferðina og teirra
fullveldisætlan.
Tað stendur nú púra
greitt, at vælferð og full-
veldið als ikki kunnu ganga
hond í hond. Velur tú
fullveldið, so missir tú
vælferðina, og fyrstu sera
týðiligu tekinini standa
ljóslivandi fyri fólki:
• Bíðirøðin til røktarheim
liggur upp á 250
• Pensjónsmálið hjá okkara
pensjonistum enn óloyst
• Tey sálarligu sjúku fáa
ongar møguleikar til at
flyta í hóskandi sambýli
• Landssjúkrahúsið letur
deildir aftur
• Ein afturúrsigldur fólka-
skúli, har børn við ser-
ligum tørvi ikki fáa
neyðugu tilboðini
• Tey við skerdum førleika
fáa ikki hóskandi bústað
• Bíðirøðir
til
viðgerð
innan okkara sjúkrahús-
verk
• Heimarøktin fær ikki
nøktandi játtan
• Heimasjúkrasystrarnar
fáa súkklur til at flyta seg
millum heim og arbeiðið
Ja, les bara Dagblaðið
mánadagin, har sjálvt Rúna
Sivertsen, løgtingskvinna
fyri Fólkaflokkin kallar
hetta eina landaskomm, og
eg fái ikki verið meira
samdur í hesum. Og or-
søkin er tann einfalda, at
borgarliga loysingarsam-
gongan hevur valt at spara
upp til fullveldið, og so má
alt annað liggja á láni.
Komandi fíggjarlóg, sum
nú liggur í fíggjarnevndini,
kemur eftir øllum at døma
aftur fyri tingið við ongum
yvirskoti, hóast vit enn eru
vælsignaði við øllum tí
viðráki, sum hugsast kann.
Ræðandi spurningurin er tí,
hvat
nú
um
viðrákið
vendir? Um fiskiskapurin
minkar, ella trupulleikarnir
í alingini halda fram? Hvat
um ein alheims fíggjar-
kreppa eisini rakar okkum,
sum hon sjálvandi vil?
Tað verður sagt av øllum
búskaparfrøðingum, at tað
er óðamannverk at leggja
ein búskap til rættis við
einum hákonjunkturi sum
grundarlag, sum henda
samgongan
ger.Og
um
somu tíð avskriva somu
menn og kvinnur 366 mió.
kr. av okkara inntøku-
grundarlagi. Skera eina
millión krónur burtur um
dagin. Hvussu nógv gott
kundi ikki verið gjørt fyri
munandi minni upphædd?
Er tað nakað at siga til, at
vit tí tengja okkara vælferð
og fullveldið hjá sam-
gonguni saman? Tey eru
tvær síður av somu søk,
uttan mun til hvat løgmaður
ella varaløgmaður annars
siga.
Og hvat ger samgongan,
um hon heldur fram eftir
løgtingsvalið?
Jú,
hon
hevur einki val, hon noyðist
antin at hækka skattirnar,
gera risasparingar ella fara
út at taka lán fyri at fíggja
raksturin.
Vilt tú eisini vísa tína
ónøgd við hesa ábyrgda-
leysu gongd, so er at geva
s a m g o n g u f l o k k u n u m
durafjórðingin á valinum
20. nov.
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Samstarv og loysnir
Jú sanniliga stendur valið millum vælferð ella fullveldið
Sámal Petur í Grund
Valevni sjálvstýrisfloksins
Sambandsflokkurin
var
tann fyrsti sum legði út í
valsendingunum í Útvarpi
Føroya.
Umboð sambandsflok-
sins, sum mangan hava
verið tey sum á ein virði-
ligan hátt, hava borið fram
boðskap teirra uppundir
val, sleptu virðiligheit síni í
hálva tímanum, sum tey
høvdu í útvarpssending síni
tískvøldið 12.novembur.
At boðskapur sambands-
floksins er ein boðskapur
um at føroyingar als ikki
sjálvir klára at breyðføða
seg, men mugu royna at
klára seg, við tí sum skift-
andi danskar stjórnir finna
fyri gott at senda hendan
vegin, er ikki óvirðuligt, tí
hetta altíð hevur verið
hugsjónarligi
stoltleiki
sambandsfloksins.
Men tá valevni sam-
bandsfloksins fara so langt,
at lata fólk sita eftir við
einari aðrari fatan av
verunleikanum enn tað sum
er rætt, so blaka teir virðu-
ligheitina fyri borð.
Alfred Olsen, eitt av
valevnum sambandsflok-
sins, segði í síni framløgu,
at sitandi samgonga vildi
frátaka føroyingum møgu-
leikan at fáa sjúkraviðgerð í
Danmark.
Undirtónarnir í hesum
pástandi vóru teir, at um vit
fáa sjálvstýri í Føroyum, so
er hesin møguleiki burtur.
Sjúkraviðgerð í Danmark
er als ikki goldin av dønum,
men av okkum sjálvum.
Tað sama ger seg galdandi
fyri føroyingar á stovni í
Danmark, rokningin verður
send til føroyska heima-
stýrið.
Útreiðslurnar fyri sjúkra-
viðgerð uttanlands eru at
finna á fíggjarlóg landsins
og eru tær hækkaðar mun-
andi seinnu árini.
Á fíggjarlógaruppskot-
inum til 2002 eru avsettar
60.555 milliónir til hetta
endamál. Tá flutningur
landanna millum og uppi-
hald á Hotel Tórshavn er
tikið frá, so liggur ein
upphædd uppá góðar 41
milliónir eftir, sum er gjald
fyri viðger av sjúklingum,
sum vit ikki meta okkum
føran fyri at viðgera í Før-
oyum.
Henda upphædd er í
langtíðarfíggjarlógini
hækkað við 1.211 millión-
um til 2003.
Einki kann vera meiri
óvirðiligt,
enn
tað
at
misnýta tey sum eru veik
og sjúk í einum valkampi,
men hetta upplivdu vit so
tískvøldið
12.novembur
tíverri.
Sambandsflokkurin og fólkatingsvalið
C
M
Y
K
19
18