mikudagur 14. november 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
tjandi um mánaðin
a pop.fo
p.fo og
sialurin gera í
ag árbók fyri
oyskan tónleik
01.
vur tú
gskot, tilfar,
yndir ella
singar til
bókina, kanst
venda tær til
Jólaborð & dansur
á Hotel Norð
8. desember skipar Hotel Norð
fyri jólaborðhaldi.
Nó
ættir: dunna, fleskasteik, ræst kjøt og
sú
ð.
Undir borðhaldinum verður mótasýning og felagssangur.
Steintór og Ingi skipa fyri
Aftaná borðhaldið spæla Millum Frændir til dans
Busssamband til og ú
Kostnaður 300,- írokn
Tilmelding innan hósd
6. desember kl. 12.00
20
Nr. 220 - 14. november 2001
Nr. 220 - 14. november 2001
21
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Fólkatingsvalið er byrjanin
uppá eina nýggja sjálv-
stýrisleið
innan
ríkis-
felagsskapin,
ella
sum
onkur segði, framhaldandi
skapa so nógv buldur ella
konfrontatiónir at Føroyar
fara úr ríkinum.
Hetta er í stuttum tað sum
støða skal takst til á valin-
um tann 20. november.
Tað er eingin ivi um, at
um vit vilja verða við í tí
skjótt vaksandi globaliser-
ingin sum hendir í okkara
grannalondum, so skulu vit
fyri ein og hvønn prís,
verða verðandi í ríkinum,
og hettar uttan mun til, um
vit finna olju ella ikki.
Eg vil staðiliga heita á
okkara landsmenn, sum
vanligt, at lata vit og skil
ráða, og velja loysnina
innan ríkið, soleiðis at vit
saman við Grønlandi og
Danmark, skapa eina sterka
eind í Norðatlantinum, mín
rødd
skal
tosað
fyri
rættvísi, og framhaldandi
menning av Føroyum, og tí
stolta fólki, sum her býr.
Sámal Petur í Grund
Valevni sjálvstýrsisfloksins
Sjálvstýrisflokkurin hevur
valt at stilla upp til fólka-
tingsvalið, hóast flokkurin í
síni stevnu hevur, at fólka-
tingsumboðanin eigur at
vera tikin av.
Henda greiða støða sjálv-
stýrisfloksins skal síggjast í
ljósinum av, at vit meina at
í Føroyum eiga føroyingar
at ráða.
Tann dag tá evsta vald
liggur heima hjá okkum
sjálvum, skulu vit ikki sita í
lóggevandi tingi í nøkrum
øðrum landi, men sam-
starva á jøvnum føti við
aðrar tjóðir í teim altjóða
ráðum og nevndum sum til
tað tíð eru.
So leingi sum vit eru
partar av danska ríkinum
og viðurskifti føroyinga
verða viðgjørd á danatingi,
so er tað umráðandi at vit
eru har.
Sjálvstýrisflokkurin fer
sjálvandi at vera varin tá
donsk viðurskifti burturav
verða viðgjørd, men eingin
ivi skal vera um, at vit fara
at gera okkara skyldu sum
partur av lóggevandi ting-
inum í Danmark.
Ríkisrættarliga støðan.
Í hesum tíðum, hvar vit eru
í ferð við at fremja tað
ríkisrættarligu stevnu, sum
hevur verið stevna sjálv-
stýrisfloksins síðani flokk-
urin sá dagsins ljós fyri
knapt hundrað árum síðani,
er tað sera umráðandi at
okkara
umboð
eru
á
fremstu røð.
Tað at tryggja at yvir-
gongdin frá einum bland-
aðum stýri, hvar tað mang-
an er ógreitt um lóggevandi
kompetansan liggur í Dan-
mark ella í Føroyum, verð-
ur so varðislig sum gjørlig
er okkara mál.
At hendan gongdin er
varðislig er líka so um-
ráðandi, sum tað er um-
ráðandi at vit greiða øll
okkara viðurskifti á ein
hátt, hvar eingin ivi er um,
at eingin myndugleiki er
yvir Føroya Løgtingi.
Søga okkara vísir okkum,
at tann mangan spottaði
stig fyri stig politikkurin,
hóast alt er tann einasti sum
roynist.
Og hví so ikki halda seg
til tann flokk sum hevur
hendan politik sum kjarnu í
sjálvum
ríkisrættarliga
spurninginum.
Sjálvstýrisflokkurin er
ein miðflokkur, tað vil siga,
sum søgan enn einaferð
kann vísa okkum, at hann
er í standi til at samstarva
tvørtur um hugsjónarligu
mørkini í einum lóggevandi
tingi.
Hvør kundi til dømis
hugsa sær, at Sambands-
flokkurin ella Fólkaflokk-
urin fór at samstarva við
eina vinstrahalla stjórn.
Ella hvør kundi hugsa
sær, at Javnaðarflokkurin
ella Tjóðveldisflokkurin fór
at samstarva við eina borg-
arliga stjórn.
Nei hesir flokkar taka
hugsjónarliga samleika sín
við sær, og hann forðar
teimum í at samstarva til
báðar síður.
Sjálvstýrisflokkurin har-
afturímóti
stendur
frítt
stillaður, tí hann er ein
miðflokkur og kann til eina
og hvørja tíð velja hvørja
síðu hann vil samstarva
við.
Henda
sannroynd
er
størsta trygdin fyri at
óansæð um Danmark fær
eina
vinstrahalla,
ella
høgravenda
stjórn,
so
verður føroyska umboðanin
ikki sett uttanfyri ávirkan.
Vit koma heldur ikki í
klemmu, tá álitispostar
skulu veljast í tinginum,
men standa frítt stillaðir
hugsjónarliga, tá vinstra og
høgra dystast.
Hetta kann gera, at
Sjálvstýrisflokkurin kemur
at standa í eini lyklastøðu,
sum kann vera okkum, og
øllum Føroyum ein styrki,
sum hinir flokkarnir ikki
hava.
Hvat fer sjálvstýris-
flokkurin so at virka fyri
á Fólkatingi?
Flokkurin fer, at tryggja at
sjálvstýristilgongdin verður
framhaldandi og varðislig,
soleiðis at føroyska sam-
felagið, so hvørt sum vit
eru før fyri tí, taka ábyrgd
av øllum málsøkjum okk-
ara.
Fýra ára skeiðið sum
liggur fyri framman, er eitt
tíðarskeið sum uttan iva, á
ein serligan hátt, kemur at
vera tídningarmikið fyri
føroya land.
Bæði føroyingar og danir
ynskja, at vit leggja í fastar
rammur hvussu ríkisrættar-
ligu
viðurskifti
okkara
skulu vera í framtíðini.
Hvørgin parturin kann liva
við teim afturvendandi
ósemjum sum stinga seg
upp, og hava stungið seg
upp, síðani politiska medvit
føroyinga mentist fyri gott
100 árum síðani.
Í hesi sjálvstýristilgongd
sum nú er komin so langt,
at einki er at gera uttan at
halda kós og ferð, eru
nógvir træðrir sum skulu
greiðast.
At væl verður ansa eftir í
hvørjum smáluti er umráð-
andi, og teir eru nógvir.
Á almanna- og heilsu-
økinum
og
innan
undirvísingarøki eru stórar
avbjóðingar
mótvegis
donsku stjórnini.
Eitt mál, sum hevur
stóran týdning fyri alt
føroya fólk er yvirtøkan av
flogvøllinum. Hetta er eitt
mál sum er reist fyri fleiri
árum síðani, millum annað
í tíðini hvar Sjálvstýris-
flokkurin
umsat
sam-
ferðslumál í landsstýrinum.
Umráðandi er at gera
danir varar við sínar skyld-
ur í hesum máli. Tað er
eingin ivi um, at í tí tíðini
teir hava umsitið flogvøllin,
sum føroyingar fingu frá
eingilsku stjórnini eftir
krígslok, hava teir latið
verið við at prioriterað og
uppnormerað vøllin, so-
leiðis at hetta høvuðs-
portrið føroyinga til út-
heimin kann teljast millum
fremstu flogvallir í heim-
inum.
Tá bert ein flogvøllur er í
Føroyum, og tí allir flúgv-
andi borgarar bæði út av
landinum og til landið,
skulu um hetta punktið, so
er tað avgerandi fyri okkum
at alt virkar sum tað skal, so
funktionelt
og
við
so
stórum regularitetið sum
tað yvirhøvur letur seg
gera.
Í tílíkum førum vil tað
vera ein fyrimunur at vera
umboðaðir báðu megin
borðið.
Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur í føroyskari politiskari
søgu verið tann flokkurin
sum tíðast hevur verið við
at mynda stjórn. Hetta tí
hann hugsjónarliga liggur á
miðjuni. Stórsta trygd fyri
at føroyingar fáa ávirkan á
eina komandi stjórn í
Danmark fært tú, við at
velja
Sjálvstýrisflokkin,
ella eitt av umboðum
floksins til fólkatingsvalið
20.novembur.
Trúskapur ímóti sær
sjálvum.
Tað eru tey sum halda, at
ein atkvøða til Sjálvstýris-
flokkin ikki kemur til
sættis, tí tað verður ein av
teim størru flokkunum sum
fer avstað við manninum.
Henda hugsjón byggir á
trongdina til at raka rætt;
tað vil siga at vera við at
velja hann sum kemur inn.
Hetta er ikki ein hugsjón
sum ber politiskt og sigur
hvat tað tú sum veljari vil,
men heldur eitt spæl, hvar
tú hevur møguleika fyri at
raka rætt, ella feila.
Trúgvur ímóti hugsjón
tíni setir tú krossin har sum
tú heldur at júst tíni
sjónarmið vera best røkt.
Einans tá verður rødd tín
hoyrd og tú verður ein
partur av demokratisku
myndini í landi okkara.
Velur tú at seta krossin
eftir sannføring tíni, so
feilar tú ongantíð, men
kemur altíð at raka rætt.
Um tað verður eitt av
okkara
umboðum
sum
kemur í danska fólkatingi
ella ikki liggur í tínum
hondum tann 20.novembur.
Eg fari Sjálvstýrisins
vegna og fyri mín part, at
heita á teg um at seta
krossin við Sjálvstýris-
flokkin ella eitt av val-
evnum floksins. Gott val.
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Sambandsríki ella fullveldisoyggjar valið er okkara
Fólkatingsvalið
C
M
Y
K
21
20
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!
Diabetesfelag Føroya
Kristiana Rein
14. november er altjóða
diabetesdagur.
Tá eru 10 ár liðin síðan
WHO og IDF, Altjóða
Diabetesfelagið,
gingu
saman um at gera vart við
ein
vaksandi,
altjóða
trupulleika:
at
sjúkan
diabetes gongur fram við
risastigum.
Dagurin 14. november
varð valdur, tí hetta er føð-
ingardagurin hjá Frederick
Banting, sum saman við
Charles Best í oktober
1921 uppdagaðu insilinið.
Tástaðni var møguligt at
staðfesta
orsøkina
til
diabetes ella sukursjúku,
sum annars hevur verið
kend í øldir.
Eitt av fremstu londum í
heiminum bæði at granska
í diabetes og at framleiða
insulin hevur síðan 1921
verið Danmark.
Hesin vaksandi trupul-
leikin, at tað vera alt fleiri
fólk, og tey eru yngri og
yngri, sum fáa sjúkuna
diabetes, hevur verið vístur
á nú í fleiri ár. Fleiri kann-
ingar hava víst, at hesar
framrokningar eru rættar.
Soleiðis eisini nú ein
kanning í Noregi, sum vísa
" sjokktøl" at,
• 10 % av øllum monnum
millum 40 og 60 ár hava
diabetes, typu 2
• talið er nakað lægri fyri
kvinnur í sama aldri.
Næsti spurningur er so, um
tað ber til at fyribyrja hesa
sjúku?
Ja, í stóran mun, vísa
tvær stórar kanningar, ein í
Finlandi og ein í USA.
Henda fyribyrging hong-
ur nógv saman við rørslu
og kosti.
So kanska hevði tað
verið eitt hugskot,
• at skúlabørn fáa fleiri
fimleikatímar
• læra meira um kost í
skúlanum og
• allarbest um tey fingu
heilsugóðan kost á skúl-
anum.
Altjóða diabetesdagur