Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 • mikudagur • 14. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Enn er kanska ov tíðliga at siga, hvørt PILA verður ein nýggj landaplága millum bæði ung og gomul, men í øllum førum er greitt, at føroyska fót- bóltsspælið inniheld- ur tey trý týdningar- mestu elementini fyri at gerast ein »sycces«. Høgt undirhaldsvirði, langa livitíð og so er tað eisini væl egnað til telduna SPÆLUMMÆLI Jákup Mørk Leygardagurin var dagurin, har nýggja føroyska fót- bóltsspælið, PILA, fyrstu ferð var at fáa til keyps, og nógv vóru tey, sum høvdu leitað sær á Torgið í SMS, har stórsligið tiltak var stáplað upp á beinini. Tað, sum kanska hevði størsta áhugan millum mongu børnini, sum vóru til staðar, vóru sjálvsagt Todi Jónsson og tveir av av liðfeløgum hansara, Diego Tur og Pascal Simpson, sum vóru hjástaddir, og autografarnir, sum vórðu skrivaðir vóru heilt nógvir í tali. Kappast ikki við telduna Hóast hetta soleiðis var við til at økja um áhugan fyri tiltakinum, so skest heldur ikki burtur, at áhugin fyri PILA spælinum eisini var heilt stórur. At føroysk spøl verða givin út, er so avgjørt ikki á hvørjum degi, og spurningarnir til teir báðar uppfinnararnar, Magnus og Súna Egholm, vóru eisini heilt nógvir í tali. Sjálvir ivast teir báðir ikki í, at spælið hevur eina lovandi framtíð, og tað skal eisini verða sagt beinanveg- in, at spælið so avgjørt hev- ur sínar møguleikar. Tá tosað verður um fót- bóltsspøl í dag, so hugsa tey flestu kanska um teldu- tøka Champinship Manag- er ella FIFA-2002, men PILA eigur so als ikki at metast sum ein kappingar- neyti til hesi, tó at talan her eisini er um spøl, sum hava við fótbólt at gera. Á alnetinum? Heldur eigur PILA at síggj- ast sum ein kappingarneyti til tey sera væl umtóktu borðspølini sum eitt nú talv og backgammon, sum - hó- ast uppfinningin er elli- gomul – hava yvirlivað teldukollveltinga, sum er farin fram innan spæl- heimin seinnu árini. Ikki minst orsakað av teirri sannroynd, at spølini eru fram úr væl egnað til al- netið. At rokna við, at PILA alt fyri eitt verður at finna á heimasíðuni hjá Yahoo- games, er kanska at taka dekan ov rívan til, men tað tykist sum um størsta fyri- treytin fyri, at eitt borspæl skal standa seg í dagsins kapping er, at spælið eisini kann nýtast á teldu. Tað kann PILA, og fyri framtíð- ina hjá spælinum var tað tí eisini gleðiligt at frætta, at ein teldutøk útgáva av spælinum er ávegis. Fjølbroytnið er høvuðsæðrin Ein fullkomin gjøgnum- gongd av PILA verður helst ov tungt at gera á hesum síðum, men skal takast samanum, so kann ikki annað enn staðfestast, at fjølbroytnið í spælinum er so avgjørt størsti fyrimun- urin. Fyri at halda samanber- ingina við talv og back- gammon við líka, so kann á ein hátt sigast, at PILA er ein blanding av hesum báð- um. Her hevur tú einfaldar spælireglur, soleiðis sum tú hevur tað í backgammon. Torførasta av hesum er kanska reglan um rang- støðu, so kanska kundu dómaratríbólkar eisini havt sína vetrarvenjing við spælinum. Hinvegin eru standardstøðurnar so nógv færri í PILA í mun til back- gammon. Ja, kanska eru møguleikarnir fleiri enn í talvi, og hetta ger, at tú ongan tíð kemur at spæla tvey spøl, sum eru eins. Júst sum í talvi er tað av avgerandi týdningi, at fólk- ið verður flutt á skynsaman hátt, men í mun til talvið, ber ikki til at seta mótstøð- una heilt skák í mát. Hetta tí tilvildin eisini sleppur at ráða í ávísan mun. Terning- ar skulu jú nýtast, tá skot móti málinum og taklingar skulu avgreiðast, og tó at sannlíkindini fyri einum hepnum útfalli av hesum broytast – alt eftir støðuni á vøllinum – so kanst tú jú ongan tíð kenna teg heilt tryggan við terningunum. Hetta fjølbroytni viðførir so eisini, at PILA í veru- leikanum er eitt spæl fyri allar aldursbólkar. Dugir tú mannagongdina – og hon er einfaldari enn í talvi – so kanst tú spæla við, men hó- ast spælið soleiðis er sera lætt, so er tað kortini so sera torført, og júst hetta er kjarnin, sum tryggjar undirhaldsvirðið í spæli- num. Bæði fyri nýbyrjarar og meistarar Áhugin var stórur, tá PILA varð sýnt fyri almenninginum í SMS, og hópur av dystum fóru fram á Torginum Mynd: Ingibjørg Jacobsen/SMS Hesaferð vann Frederiksberg Volley 5-settara FLOGBÓLTSTÍÐINDI fbf.fo Frederiksberg Volley og føroyingarnir Alvilda Ólavsdóttir og Annika Joensen vunnu sunnu- dagin 3-2 í einum sera spennadi dysti móti Rosenlund. Hetta var fyrstu ferð í ár, at Rosen- lund var við undirlutan, og sigurin kom væl við hjá Frederiksberg, sum deilir 5. plássið vid Åby- høj úr Århus. Næsta sunnudag skal Frederiks- berg møta júst Åbyhøj, sum liðið tó hevur góðar vónir um at vinna á. Í hesum fyrsta spæli- umfarinum, har tey 10 liðini í elitudeildini spæla ein dyst ímóti hvørjum øðrum, ræður um at koma millum tey 6 fremstu liðini, sum eftir jól byrja av nýggjum og spæla endaspæl um finaluplássini. Hini 4 lið- ini, sum umframt Frede- riksberg og Åbyhøj liggja til at koma vid í enda- spælið eru: DHG Odense, Holte, Rosenlund og HIK Ålborg. Útisetarnir vunnu Ein dystur varð leiktur í donsku SAS-liguni mánakvøldið. Viborg og Vejle, sum bæði eru at finna mið- skeiðis á stigatalvuni, spældu í Vejle, og har eydnaðist Viborg at vinna dystin 2-1. Á stigatalvuni flutti hetta ikki nakað av liðun- um, men Viborg fekk so skumpað niðurflytingar- vandan trý stig longur burtur. -jm Viborg nærri bjarging C M Y K 22 Nr. 220 - 14. november 2001 23 KUNNGERÐ Boðað verður frá,at fólkatingsval er útskrivað.Ríkis- umboðsmaðurin hevur ásett valdagin til at verða týsdagin 20. november 2001. Atkvøðugreiðslan fer fram í bygdaráðshúsinum. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 09.00 fyrrapart og held- ur fram til kl.20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Veljarar, sum eru burturstaddir valdagin, kunnu í seinasta lagi leygardagin 17.november 2001 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskriv- stovuna ella formannin i valnevndini fyri Sandavágs Kommunu, Gutta Petersen, tlf. 332376. Valkort verða send út og skulu havast við tá atkvøtt verður. Sandavágs kommuna Skattalistin ár 2000 Skattalistin ár 2000 fyri Sandavágs Kommunu ligg- ur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í tíðarskeiðnum frá 14. november til 28. november 2001. Kommunuskrivstovan hevur opið soleiðis: Mánadag: frá kl. 15.00 til kl. 17.00 Mikudag: frá kl. 09.00 til kl. 12.00 Hósdag: frá kl. 15.00 til kl. 17.00 Sandavágs Kommuna Fólk søkist Søkt verður eftir fólki til bókhaldið at byrja beinan- vegin. Viðkomandi má vera væl royndur innan bókhald og má kunna arbeiða sjálvsøtðugt. Ringið ella skrivið til: Berg Motors Staravegur 1-3 100 Tórshavn Tlf. 313 535 Sosialurin - 311820 Fríggjakvøldið 23. november kl. 22.00 Hotel Föroyar bjóðar í hesum sambandi: STÓRT KALT BORÐ frá Kostnaður kr. 175,- Kostnaður kr. 125,-. - atgongumerki fáast til keyps á ngarstovuni & 3'arinum r Be Pete elli & Ø jyd s sk Musikforsyning ors usik Borðbílegging á tlf. 317500 Mekanikari Søkt verður eftir mekanikara til lastvognsverkstaðið at byrja beinanvegin. Viðkomandi má vera royndur innan hetta øki. Ringið ella skrivið til: Berg Motors Staravegur 1-3 100 Tórshavn Tlf. 313 535 BYGDARVEITSLAN Miðvingar Úti & Heima verður leygarkvøldið 24. nov. kl. 19:30 Skráin verður fjølbroytt sum undanfarin ár. Kostnaður kr.200,- . Seinasta freist at tekna seg er mikukvøldið 21. nov. kl. 21:00 á tlf. 332921 ella 332645 Hjartaliga vælkomin Gleimur -har tað hendir MASKINMEISTARAÚTBÚGVING tín møguleiki - títt val Byrjað verður 4. januar 2002 Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjølbroytta hægri yrkisút- búgving sum fáast kann yvirhøv- ur í Føroyum, og tí gevur sera stórar møguleikar bæði á sjógvi og landi,umframt eisini oljuvinn- uni, har maskinmeistarar t.d. er størsti yrkisbólkur. Útbúgvingin tekur 3 ár, men tað er eisini møguligt at gevast eftir próvtøku fyrsta árið, og gevur hesin eitt ára lesnaður ávís rætt- indi sum maskinistur. Hevur tú hug at gerast maskinmeistari, so skalt tú seta teg í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøkutreytir og lesnaðin saman við umsókn- arblaðnum. Síðsta freist at søkja er 14. desember 2001 MASKINMEISTARASKÚLIN Undir krákugjógv 5, FO-100 Tórshavn, tlf. 312661, fax 318545 E-mail: mms@mec.fo • Heimasíða: www.mec.fo 23