mánadagur 24. august 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 158 - 24. august 2009
Vágssluppin Johanna
fekk fitt at skaða, tá ið
hon rendi seg undir á
veg suður til Vágs av
sjómannadegnum í
Klaksvík
SkaðaSjógvur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ilt er at byggja borð fyri
báru, sigur eitt gamalt
orðatak.
Hetta mátti manningin á
vágssluppini,
Johonnu,
ásanna, tá ið teir sunnu
morgunin vóru á veg heim
aftur til Vágs úr Klaksvík,
har teir høvdu verið á
sjómannadegi.
Á Mjóvanesi komu teir í
nakað av aldu, tó at vindurin
var lítil.
Vit tóku ferðina av skipi
num, men brádliga rendi
hon seg undir, sigur skip
arin, Bjarni Brattaberg.
Hann sigur, at stoyturin
var so mikið harður, at bæði
krosstræið, toppstongin og
sprytið brotnaðu tvørtur av
heilt inni við stevnið.
Skiparin sigur, at hetta
var stak óheppið, tí Johanna
hevur mangan verið í verri
sjógvi enn hetta og hon er
eisini mangan farin djúpari
enn hetta.
Tað vildi bara illa til og
tá ið tann rætta aldan rakar,
brýtur hon frá sær. Tað kem
ur ikki ofta fyri, at sprytið
brotnar, men tað hendi so
hesuferð,
leggur
Bjarni
Brattaberg afturat.
Og tíbetur hendi ongin
mannaskaði.
Sterkt smíðað
Sprytið er átta metrar langt
av tí at bæði spryt, veirar og
trossar
endaðu
framvið
skipssíðuni, boðaðu teir
landi frá, tí teir stúrdu fyri,
at tað kundi banka hol á
síðuna
ella
koma
um
skrúvuna.
Tí kom bjargingarbáturin,
Lív til teir og fylgdust við
teimum suður til Havnar og
tað gekk væl.
Teir hava nú riggað alt av
og fingið sprytið inn á
dekkið og í morgun fóru
teir av aftur Havnini við
kós ímóti Vági.
Johanna er tryggjað og tá
ið hon er komin til Vágs,
verður skaðin sýnaður.
Hann leggur afturat, at
annars er Johanna tiltikið
sterkt smíðað.
Táið vit vóru niðri við
krígsveteranum
í
1990,
vóru teir gomlu krígs
siglararnir púra samdir um,
at sterkari slupp, við so
góðum og sterkum rigningi,
høvdu
teir
ikki
verið
umborð á.
Avlýsa ferð
Gudmundur Jacobsen, sum
er formaður í nevndini fyri
Johonnu, sigur, at tey nú
fara at bíleggja tilfar til nýtt
sprit og krosstræ og so
verður skaðin umvældur í
vetur.
Ætlanin var, at Johanna
skuldi fara ein svipp til
Hetlands í næstum, men tann
ferðin er avlýst av tí sama.
Annars er onki í vegin
fyri at sigla og innanoyggja
verður kanska onkur túrur
gjørdur.
Tá ið hvalbingar komu á
føtur í morgun, varnaðust
teir at tveir døglingar høvdu
svomið seg upp á turt á
sandinum.
Teir høvdu svomið seg
upp í Rivið og høvdu ongan
møguleika at sleppa av
aftur.
Hvalbingar settu seg í
sambandi við løgregluna og
greiddu teimum frá støðuni
og haðani varð mett, at
einki var at gera uttan at
taka teir.
Signar Olsen sigur, at tá
ið teir tóku lívið av teimum,
brúktu teir hetta nýggja
slagið av knívum, har
hvalurin bara verður stung
in. Men tað er ein serligur
knívur gjørdur til døgling
og hann er væl størri enn
vanligi knívurin til grind.
Hann
sigur,
at
tað
lukkaðist avbera væl at fáa
lívið av døglingunum.
Knívurin royndist sera
væl, tí tað var bara ein
einasti stingur, so doyðu
teir við brestin.
Døglingarnir vórðu síð
ani sleipaðir út á bryggjuna
í Nesi, har teir verða skornir
upp. Tvøstið verður vigað
og býtt til fólkið í komm
ununi, sum telur bygdirnar
Hvalba og Sandvík.
Teir eru miðalstórur, men
verða mettir at verða feitir.
Tvøstið er avbera gott, men
spikið er ikki mannaføði.
Johanna rendi seg undir
Bjóða irakum arbeiði
Fólk, sum eru ímóti avgerðini hjá donsku stjórnini at senda
flóttafólk aftur til Irak, hava nú stovnað eina skrivstovu, sum
skal royna at útvega teimum útvístu irakunum arbeiði í
Danmark. Kunnu teir fáa minst 31.000 krónur um mánaðin,
kunnu teir fáa fyribils uppihaldsloyvi í Danmark, skrivar DR
á heimasíðu síni. Men í stjórnarflokkinum Vinstra halda tey
ikki, at hetta er loyvt. Ein talsmaður fyri flokkin segði í gjár,
at skipanin, sum stuðulsfólkini hjá irakunum sipa til, er ikki
ætlað at forða fyri, at fólk verða send heim, tá myndug
leikarnir hava givið boð um tað.
Færri ferðast uttanlands
Fíggjarkreppan í Íslandi hevur av álvara fingið íslendingar
at skerja útreiðslurnar til uttanlandsferðir og at ferðast innan
lands ístaðin fyri. Morgunblaðið skrivar, at í juli fóru 23.000
íslendingar av landinum við flogfari ímóti 44.000 í sama
mánaði í fjør, og at teir fyrstu sjey mánaðirnar vóru tølini
ávikavist 148.000 í ár ímóti 272.000 í fjør ella 46 prosent
minni. Hinvegin hava heldur fleiri útlendingar vitjað í
Íslandi í ár enn í fjør. Fleiri spaniumenn, italiumenn, finn
lendingar og kanadiumenn hava vitjað Ísland í ár, men 21
prosent færri bretar, skrivar Morgunblaðið.
Hesir báðir svumu seg
upp á turt í Hvalba í
mánanáttina. Tvøstið er
sera gott og tað kemur
væl við, tí nú er langt
síðani, at hvalbinar og
sandvíkingar hava fingið
feskt tvøst
Døglingar dripnir í Hvalba
Bæði sprytið,
krosstræið og
toppstongin brotnaðu,
tá ið Johanna setti
seg á Mjóvanesi í
gjáramorgunin