mánadagur 24. august 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 158 - 24. august 2009
Sunnumorgunin varnaðust
fólk í einum bústaði í
Klaks vík, at bilur teirra var
horv in úr túninum. Málið
var beinanvegin meldað til
løg reglu na.
Bilurin
var
sein ni eftirlýstur í út varpi
num, tá tað framvegis eingi
tek in vóru um bilin. Ikki
fyrr enn sunnukvøldið var
bilur in funnin aftur. Tá vísir
tað seg so, at tað vóru fólk,
ið kennast væl við eigar ar
nar, og hava goymt bilin
fyri teimum í spølni – hetta
er í samband við at hesi
fólk ini skulu giftast, greiðir
vakt havandi á Løg reglu
støð ini í Havn frá.
Hann greiðir somuleiðis
frá, at tað nokk hevði verið
ynskiligt, at komið var fram
við bilinum fyrr, áðrenn alt
maskinaríið hjá Løgregluni
verður sett í verk.
Bilur stolin
í spølni
Fýra nýggj mál um rús
drekka koyring eru skrivaði
um vikuskiftið. Fríggja
kvøld ið varð ein maður
tikin á Sundsvegnum í
Havn, leygarnáttina klokkan
2 varð enn ein maður tikin í
mið býnum í Havn, og aftur
klokkan 4 leygarnáttin varð
eitt konufólk tikið á Ring
vegnum. Síðsta málið var
sunnu morgunin klokkan 8 í
Klaks vík, har ein triði mað
ur varð tikin fyri at koyra
við kenning.
Fýra ferðir rús
drekka koyring
Leysir hundar geva dagliga
løgregluni
høvuðbrýggj.
Mest sum hvønn einasta dag
ringja fólk og boða frá leys
um hundum ymsastaðni.
Løg regl an sendir síðan boð
eftir aktingarmanninum hjá
kommun uni, ið tekur hund
in upp. Vakthavandi á løg
reglu s tøðini í Havn greiðir
frá, at eigararnir av hundu
num fáa 400 krónur í bót
fyri at lata hundin ganga
leys an. Harafturat er tað eitt
lógar krav, at tá hundurin
ikki er hvølpur longur, skal
hann ábyrgdartryggjast. Er
hann ikki tað, so gevur tað
eina bót til eigaran. Har
aftur at skal hundurin eisini
hava eitt helsi við navninum
og eigaranum í. Og tað er
eftir øllum at døma ikki so
sjáld an, at hundar hvørki
eru tryggjaðir ella hava hel
si við navni í, og tá ganga
ofta upp til dagar, har hund
ur in er í varðhaldi hjá
ak ting ar manninum, áðrenn
eigar arnir koma eftir hon
um.
Hundurin skal
ábyrgdar tryggjast
Sunnukvøldið
varð
eitt
ferðslu óhapp inni í Koll
fjarða tunlinum. Tveir bilar,
ein við føroyskum plátum á
veg suðureftir og ein við
norsk um á veg norðeftir,
rendu frontalt saman inni í
tunli num. Fýra fólk vóru í
bili num við norskum plát
um, ið var á veg móti Signa
bø, har Norröna lá fyri
veður, tí tey skuldu av
landi num. Í hinum bilinum
vóru tvey fólk, og eftir
saman stoytin vóru øll seks
fólk ini flutt á Lands sjúkra
húsið til kanningar, men
einki verður sagt um størri
fólka skaðar. Bilarnir fóru
tó illa, og eru helst blivnir
vrak.
Fólkini í norska bilinum
slup pu sostatt ikki við
Norrö nu tá hon fór avstað
aft ur til Danmarkar í nátt.
Hvør orsøkin til óhappið
er, veit løgreglan ikki at
siga enn, men báðir førar ar
nir vóru edrúir. Málið verð
ur kannað nærri, og løg
reglan hevur onkrar ábend
ing ar.
Rendu frontalt
saman inni í
tunlinum
Herviligar beistagerðir eru
framd ar í Suðuroy um viku
skiftið. Á Krambatanga,
har Smyril leggur at, høvdu
ótang ar skotið eftir fólkum
við luftpistóli, og eitt nú var
ein kona rakt í høvd ið av
hesum smáu plastik k úlu
num. Kúlurnar eru sera
harðar, og taka fast, so
smeiturin er dyggur.
Hann, ið beistagerðina
hevur framt, er fangaður,
og skuld settur fyri brot á
politi við tøkurnar.
Hann
hevur játt seg sekan.
Kona skotin í
høvdið á Kram
ba tanga
Fríggjadagin ella fríggja
kvøldið hevði onkur gjørt
seg inn á ein skutara í Hoy
vík. Meðan skutarin stóð
parkeraður uttanfyri bústað
eigarans,
hevur
einhvør
ver ið og stolið partar av
motor inum á skutaranum.
Eing in gerningsmaður er
tikin í hesum máli enn.
Stolið av motor
i num á skutara
Ikki ráð at fara í skúla
Þórhallur Heimisson sum er prestur á Hafnarfirði í
Íslandi, skrivar á heimasíðu síni, at fleiri foreldur hava
ringt til hansara og kært seg um, at tey hava ikki ráð at
lata síni børn fara í skúla í dag, nú skúlarnir byrjaðu aftur
aftan á summarfrítíðina. Presturin sigur við íslendskar
fjølmiðlar, at foreldrini kæra seg um, at tey hava ikki
pengar til at keypa tær neyðugu bøkurnar ella ymiskt
annað, sum børnini skulu hava við sær í skúla. Sambært
presti er talan um børn, sum skuldu í framhaldsskúla, og
at í summum førum er talan um foreldur við fleiri
skúlabøårnum.
Ivi um Obama
Um góðar 100 dagar verður altjóða veðurlagsráðstevnan í
Keypmannahavn, og nú er tað brádliga vorðið ivasamt,
um amerikanski forsetin, Barack Obama, verður millum
luttakararnar á ráðstevnuni. Danskir fjølmiðlar siga frá
ónevndum keldum í amerikanska uttanríkisráðnum, at
Obama hevur ongan hug at koma til Danmarkar, um hann
ikki fær vissu fyri, at nakað veruliga minagott fer at
spyrjast burtur úr ráðstevnuni. Danski veðurlagsráðharrin,
Connie Hedegaard, sigur við DR, at hon hevur ikki mist
vónina um at fáa Obama til Keypmannahavnar.
112
Lagt til rættis: Rógvi Nybo, rogvi@sosialurin.fo