mánadagur 24. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 158 - 24. august 2009
- Dagurin er ein sam-
anrenning, sum styrkir
samanhaldið tykkara
millum, eins og hon
leiðir fólk úr øðrum
økjum at tykkara leið-
um. Fólk fáa innlit í
eina síðu av tykkum, ið
ikki er sjónlig í dagliga
stríði tykkara. Sjálvt
um sjófólk eru von at
kenna avbjóðingar,
mótgang og taka
tung tøk, er tann
skemtiligi parturin
av tilveruni eisini ein
partur av tykkum
– ein týðandi partur,
sum ger tað lættari at
koma ígjøgnum tær
tungu løturnar, segði
Jacob Vestergaard,
tá hann setti Føroya
Sjómannadag
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hin fimmti sjómannadagur
in í røðini, sum klaksvíking
ar og norðoyingar hava skip
að fyri, er lagdur aftur um.
Sosialurin fer at gera burt
ur úr tiltakinum, sum eydn
aðist sera væl, og í dag hava
vit tvær síður og fara at
venda aftur í blaðnum í
morgin við meira og øðrum
tilfari í sambandi við til
takið.
Setanin fór fram í góð
veðri leygarmorgunin klokk
an 11. Tað var borgarstjórin
í Klaksvíkar kommunu,
Gunvá við Keldu, sum fyrst
segði nøkur orð og beyð
vælkomin, og síðan setti
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Jacob Vester
gaard, dagin.
Gunvá við Keldu vísti á,
at tað ongantíð hevur meira
týdningarmikið at halda ein
slíkan dag, sum nú kreppa
er í fiskivinnuni.
Tað eru ikki bara tey,
sum luttaka beinleiðis í hesi
vinnu, sum fáa ágóðar av
henni. Fiskur hevur verið
okkara
lívsgrundarlag
gjøgnum mong ár.
Borgarstjórin
helt
tað
vera uppá sítt pláss, at hesin
dagur verður hildin til
heiðurs fyri okkara sjófólk.
Hon segði, at ymisku
tættirnir í vinnuni eisini eru
ein partur av okkara ment
an, og hon segði seg fegnast
um eitt nú seglskipini, sum
komin vóru til bygdar og
eru við til at seta sín ser
staka dám á tiltakið.
Vit eiga eisini at geva
teimum
eldsálum,
sum
standa aftanfyri hetta tiltak,
eitt herðaklapp, legði hon
aftrat.
Gunvá við Keldu endaði
við at lesa úr yrkingini
”Mítt hav”, sum Regin Ask
ham gjørdi um ein buldras
ligan túr heim úr Íslandi við
Jøkli.
Onnur síða
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnmálum hevði eina góða
setanarrøðu, har hann byrj
aði við at vísa á, at eitt ár
kann býtast upp á ymiskan
hátt, eitt nú í yrkadagar,
sunnudagar, halgidagar og
merkisdagar.
Sjómannadagurin er ein
merkisdagur, sum nú er
vorðin ein siður. Dagurin er
sín egni. Hann er tykkara
merkisdagur, og eingin dag
ur í árinum er eins og sjó
mannadagurin.
Jacob Vestergaard segði,
at hetta er dagurin, tá sjó
fólk og fleiri, ið standa teim
um nær ella kenna seg hava
samleika við tey, steðga á
og lata eina samanrenning
fara fram – eina samanrenn
ing millum mentan, álvar
semi, skemt og spæl.
Henda samanrenning
styrkir samanhaldið tykkara
millum, eins og hon leiðir
fólk úr øðrum økjum at tykk
ara leiðum. Á henda hátt fáa
tey innlit í eina síðu av tykk
um sjófólkum, ið ikki er
sjónlig í dagliga stríði tykk
ara. Henda síðan vísir okk
um, at sjálvt um sjófólk eru
von at kenna avbjóðingar,
mótgang og at taka tung tøk,
er tann skemtiligi parturin
av tilveruni eisini ein partur
av teimum – ja, ein týðandi
partur, sum ger tað lættari at
koma ígjøgnum tær tungu
løturnar, segði hann.
Broytilig náttúra
Jacob Vestergaard vísti á, at
Sjómannadagur ger tungar løtur
Myndin er tikin beint eftir
setanina leygardagin, Jacob
Vestergaard, landsstýrismaður
í fiskivinnumálum, Jákup
Mikkelsen, løgtingsmaður og
framsøgumaður í fiskivinnu
málum og Óli M. Lassen,
reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen
Logar við Athen
Fríksur vindur ger tað sera torført hjá sløkkiliðsmonnunum
at fáa tamarhald á skógareldinum, sum herjar kring tann
grikska høvuðsstaðin. Fleiri túsund fólk eru farin frá húsi
og heimi undan eldinum, sum serliga hóttir teir norðastu
býlingarnar. Fleiri hús eru longu farin upp í royk, og
summi øki eru sett í undantaksstøðu, sigur DR. Frakland,
Italia og Kypros hava sent flogfør at hjálpa teimum umleið
2.000 griksku sløkkiliðsmonnunum. Myndugleikarnir siga,
at eldurin hevur ikki breitt seg so nógv tað seinasta
samdøgrið, men at støðan kortini er hættislig.
Óttast bretskan húsagang
Formaðurin í tí konservativa flokkinum í Bretlandi, David
Cameron, sum eisini er forsætisráðharraevni hjá flokkinum,
heldur, at Bretland er á veg ímóti einum almennum húsagangi.
Hann sigur tað vera púra burturvið, at stjórnin hjá Gordon Brown
ætlar at læna enn meiri pengar fyri at stimbra búskapin. Sambært
Cameron fer ætlanin hjá stjórnini at gera, at tey næstu fimm árini
fer tann almenna skuldin at veksa so nógv, at hon verður 1,4
milliard pund ella 12.000 milliardir krónur. Tað er 80 prosent av
bretsku bruttotjóðarframleiðsluni, sigur David Cameron við BBC.
Allan leygardagin høvdu fólk høvi at vitja umborð á havrannsóknarskipinu
í sambandi við sjómannadagin
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fólk úr ymsum heraðshorn
um vitjaðu Klaksvíkina á
sjómannadegnum.
Á bryggjuni undir setan
ini hittu vit eini eldri hjún
úr Nólsoy, Hildibjarta (80)
og Jóhonnu Joensen (75),
sum vóru komin at halda
dagin. Saman við teimum,
var eisini systir Jóhonnu,
Anna Ørvarodd (74), sum
býr á Sandi.
Hin áttatiára gamli, sum í
mong ár baldist á havinum,
hevði glett seg ómetaliga
nógv til hendan dag, og nú
hann var í Klaksvík, var
hann eisini heilt niðri í
maskinrúminum á sluppini,
Jóhonnu.
Tey seinnu árini av sjólív
inum var Hildibjartur útróðr
armaður, og saman við øðr
um áttu teir 20 tons stóra
útróðrarbátin, Sævarenni.
Sluppin Jóhanna hevur
nevniliga maskinuna, sum
var umborð á Sævarenni,
og nú sluppin lá við bryggju
í Klaksvík saman við øðrum
seglaskipum, vitjaði Hildi
bjartur umborð, har hann sá
motorin aftur, sum í sínari
tíð førdi útróðrarmenninar í
Nólsoy trygt til lands eftir
loknan útróðrardag.
Jú, so sanniliga var nakað
til øll á Føroya Sjómanna
degi í Klaksvík.
Úr ymsum heraðshornum
Anna Ørvarodd, sum býr á Sandi og hjúnini, Jóhanna og
Hildibjartur Joensen, sum búgva í Nólsoy
Mynd: Vilmund Jacobsen