Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 158 - 24. august 2009 lættari Framvegis ikki fræls Í gjár vóru trý ár liðin, síðani tann eysturríkska gentan Natascha Kampusch slapp til rýmingar úr kjallaranum hjá Wolfgang Priklopil, sum hevði havt hana sum fanga har í meiri enn átta ár. Men Narascha Kampusch kennir seg framvegis ikki hava fingið frælsi. Við eysturríkskar og týskar fjølmiðlar sigur hon, at hóast trý ár eru liðin, síðani hon slapp útaftur, at situr hon rættiliga nógv inni hjá sjálvum og fær tíðina at ganga við at lesa, tekna og at taka myndir. Við týska blaðið Süddeutsche Zeitungsigur hon, at lívið er ikki so gott, sum hon hevði ímyndað sær. Tríggir duttu oman Trý fólk doyðu, tá tey duttu oman í teimum italsku Alpunum í gjár. Talan var um tríggjar einstakar vanlukkur. Tann 32 ára gamli fransmaðurin Gerard Durand doyði, tá hann datt oman á tí kenda fjallinum Matterhorn. Hann var komin 4.200 metrar niðan, tá hann datt oman italsku megin fjallið. Um somu tíð datt ein maður oman, tá hann royndi at sleppa niðan á Aiguille Noire, sum er ein tindur á Mont Blanc. Tann triði tilburðurin var á italska fjallinum Pasubio, har ein 75 ára gamal maður datt oman og doyði. Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er vorðið meira vanligt, at almennir stovnar hava hug at vísa seg frá eini aðr­ ari ­ og meira ”opnari” síðu ­ enn teir áður hava gjørt. Hetta er líkasum vorðið partur av einum nýggjum samleika. Tá fiskivinnuframsýning var í høvuðsstaðnum fyrr í ár, hevði Havstovan bás á framsýningini. Nú sjómannadagur var í Klaksvík í dag, hevði Hav­ stovan Magnus Heinason liggjandi í Klaksvík, har fólk høvdu høvi at vitja umborð. Umborð á skipinum fingu áhugaði at vita, hvussu ymisk kanningarúrslit verða fingin til vega, og eisini vórðu ymisk filmsbrot víst. Fólk fingu kunnleika um ymisk fiskasløg, hvat fiskur etur, og hvørja útgerð Magnus Heinason brúkar í sínum kanningum. Havstovan nýtti eisini hetta høvi at siga frá um ætl­ aða havrannsóknarskipið. tað at kenna avbjóðingar og mótgang er ein meira sjálv­ sagdur lívslutur innan sjó­ og fiskivinnuna enn í øðrum vinnugreinum. ­ Henda vinna er meira beinleiðis tengd at náttúruni og teimum alstóru broyting­ um, ið har eru. Samstundis er henda vinna tengd at al­ tjóða marknaðarráki, ið kanska eru eins broytilig og náttúran. Hann segði, at eyðkenni fyri náttúru og altjóða pallin er, at hesi ávirka okkara vinnu almikið, meðan møgu­ leikarnir hjá vinnuni at ávirka tey, eru so at siga eingir. ­ Tí er kynstrið hjá vinnuni og tykkum sjófólkum altíð tað sama – at megna at tillaga seg støðugt broytandi umstøð­ um, legði hann aftrat. At reisa seg Jacob Vestergaard ásannaði í síni setanarrøðu, at greinar av samfelag og vinnu okk­ ara eru í kreppu, og at kreppan kann kennast tung, har hon rakar. ­ Men nógvar vinnugrein­ ar hvíla á góðum grundar­ lagi, eitt nú tí, at marknaðar­ prísir hava hildið sær, eins og at framleiddu nøgdirnar eru stórar. Tað er tí mín størsta vón, at smidligar flyt­ ingar av arbeiðsorku millum vinnugreinar er ein veruleiki, soleiðis at yrkismøguleikar standa fólki í boði, tá aftur­ gongd í teirra vinnugrein gerst veruleiki, legði hann aftrat. Landsstýrismaðurin vísti á, at í langtíðarhøpi er aftur­ gongd í vinnu og búskapi okkara ikki nakað nýtt fyribrigdi. ­ Øll minnast kreppuna í nítiárunum, og flestu okkara hava lisið um líknandi kreppu í fimmtiárunum. Søgan hevur tó lært okkum, at vit reistu okkum aftur, sjálvt um hesar kreppur vóru munandi størri, enn afturgongdin er í dag. Tískil kunnu tær kreppurnar als ikki samanberast við dags­ ins støðu. Tær vinnugreinar og fólk, sum hava verið fyri afturgongd, fara heilt vist at finna nýggjar møguleikar, sum kunnu tryggja grundar­ lag fyri mennandi framtíð­ arleið, sum hann tók til. Tøk takast Í síni setanarrøðu nevndi Jacob Vestergaard eisini nýggju Norðborg, sum er nýggjasta og mest fram­ komna skip í føroyska fiski­ skipaflotanum. ­ Við hesi verkætlan hava norðoyingar prógvað, at teir standa í fremstu røð, tá nýggjar leiðir skulu troytast. Tøk kunnu takast, og eingin orsøk er at halda, at okkurt takið ikki verður tikið aftr­ at, soleiðis at vøkstur aftur kann síggjast innan nýggj øki. Við tí dirvi og tí áræði, sum er í fólkinum, ivist eg heldur ikki í, at umstøðurnar skjótt fara at gerast betri, legði hann aftrat. Landsstýrismaðurin nam eisini við grundarlagið undir allari fiskivinnu, sum eru fiskastovnarnir. ­ Vit vita, at nakrir fiska­ stovnar eru á einum lágum støði í dag, men tað er mín avgjørda sannføring, at stovnar okkara eru væl vard­ ir, og at grundarlag er fyri, at teir fara at veksa aftur, tá náttúruviðurskiftini eru við okkum. Mínar lívsroyndir hava lært meg, at náttúran ikki bert borgar fyri aftur­ gongd, men eisini fyri fram­ gongd, ið lyftir okkum upp á tindar – úr djúpum dølum. Slík framgongd fer at koma, og tað er bara ein spurningur um tíð, segði Jacob Vester­ gaard, tá hann setti Føroya Sjómannadag í Klaksvík. um Magnusi Heinason, sum lá á Klaksvík Mynd: Vilmund Jacobsen Sjónlig fiskifrøði Á sjómannadegnum í Klaksvík varð skip­að fyri nógvum ymisk­ um kap­p­ingum, og í blaðnum í dag nevna vit kap­p­ingarnar í ávikavist egning, agnskering og í trolbøting Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo John Havn sló øll met, tá hann leygarkvøldið vann á øllum hinum luttakarunum í FM­kappingini í egning. Besta tíðin, sum verið hevur, síðan Føroya Sjó­ mannadagur sá dagsins ljós fyri fimm árum síðan, var 7,41 minuttir. Hesa tíð­ ina átti John Havn. Men í fjør var tað Elmar Rubek­ sen, sum gjørdist vinnari og meistari. John setti met Í kappingini leygardagin egndi John Havn 100 húk­ ar og knýtti fimm teymar undir línuna upp á 6.42.78 minuttir. Hetta er besta tíð, sum nakar hevur havt í egn­ ing á sjómannadegnum. Á øðrum plássi endaði Elmar Rubeksen, sum brúkti tíðina 7.24.78 og á triðja plássi Martin Simon­ sen við tíðini 7.35.69 min­ uttir. Tilsamans 10 luttakarar vóru við í kappingini og tann, sum brúkti longstu tíð­ ina um hesar 100 húkarnar, hevði 10.10.30 minuttir. Við í kappingini vóru bæði yngri og tilkomnir menn. Millum luttakararnar var eitt nú gamli KÍ­málverjin, Jógvan Linklett og fyrrver­ andi presturin, Andreas Andre­ assen av Toftum, sum sein­ astu árini hevur róð út við útróðrarbátinum Majken. Onnur ár hevur verið vanligt at egna nýggja línu, men í ár gjørdu fyrireikar­ arnir av at brúka gamla ­ ella brúkta ­ línu, sum egn­ arar halda er lættari at egna enn spildurnýggj lína, sum ongantíð hevur verið í sjónum. Hetta kann vera ein orsøk til, at tiðirnar hjá kvikastu egnarunum í dag vóru so góðar. Skjótasti agnskerari Hóast nógvir dugnaligir agnskerarar finnast í Norð­ oyggjum, meldaðu bert fýra luttakarar seg til kapp­ ingina í agnskering. Milum teir fýra var tað soleiðis bert hin eini, sum ikki fekk heiðurpláss millum tríggjar teir bestu. Teir brúktu millum 1.32.67 og 4.37.46 minuttir um at skera. Kvikastur og FM­vinnari gjørdist Jógvan Heinesen við tíðini 1.32.67, á øðrum plássi Klávus Bjartalíð við tíðini 1.51.98 minuttir og á triðja plássi Petur Martin Sivertsen, sum hevði tíðina 1.56.35. Petur Zachariassen roynd­ ist eisini óførur, tó at hann brúkti nakað longri tíð enn hinir tríggir. Kvikasti trolbøtari Tilsamans 14 mans bjóð­ aðu seg fram í kappingini í trolbøting. Sjey net hingu uppi í senn, og tí varð neyðugt við tveimum umførum ­ við sjey monnum í hvørjum umfari. Tá allir 14 høvdu roynt seg, var úrslitið, at strand­ ingurin, Jan Højgaard, var kvikastur og fyrstur liðug­ ur við sítt net. Á øðrum plássi kom Marner Sivert­ sen, og honum á baki og á triðja plássi Petur Martin Sivertsen. Jan brúkti tíðina 3,39,27, Marner 4,18,17 og Petur Martin 4,58,14 minuttir. Maðurin, sum hevði longstu tíð um sítt net, brúkti 7,47,32 minuttir. Eingin tekur John í egning FM-vinnarin, John Havn, við kekki á 10.000 krónur. Vinstrumegin stendur Martin Simonsen og høgrumegin, vinnarin í fjør, Elmar Rubeksen Mynd: Dávur Winther