mánadagur 24. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 158 - 24. august 2009
Amerikansku brøð
urnir Robert og
Ralph Brown komu
sunnumorgunin til
Føroya í einum lítlum
opnum flatbátaðum
botni. Endamálið er at
koma í metbókina hjá
Guinnes og at heiðra
teir, sum fyri 29 árum
síðan fullu í miseydn
aða átakinum hjá
Jimmy Carter á ameri
kansku sendistovuni í
Teheran í Iran
VáðaVerk
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Leygarmorgunin kom ein
lítil bátur inn í bátahylin á
Argjum. Útlúgvaðir grulv
aðu teir upp á land og mest
sum sovnaðu. Menninir
vóru teir báðir amerikansku
brøðurnir Robert og Ralph
Brown, báðir hava teir
rundað tey fimti.
Í 1980 skuldi Ralhp vera
við í innrásini Eagle Claw
Mission, miseydnaðu roynd
ini hjá amerikanska forset
anumJimmy
Carter
at
bjarga gíslunumá amerikan
sku sendistovuni í Teheran í
Iran. Hann fór ikki við, og
tað var hann takksamur við,
tí felagar hansara fullu, og
aðrir vórðu særdir.
Fyri at heiðra teir gav
hann tað lyfti, at hann
skuldi gera nakað fyri at
heirða teir, sum fullu.
Men ferðina gera teir eisini
fyri at koma í metbókina hjá
Guinnes. Onnur hava siglt
við deksbatum, men teir sigla
við einum 15 fóta langum
flatbotnaðum báti. Hetta er
minsti opni bátur, sum nakar
hrevur krossa Atlantshavið
við, siga teir.
Long ferð
Teir fóru 27. juni úr Floridu,
sigldu norður eftir fram við
amerikansku striondini, til
Kandada, Suðurgrønlands,
Íslands
og
Vestmanna
oyggjarnar og haðani til
Føroya. Ferðin úr Vest
mannaoyggjum til Føroya
tók tríggjar dagar. Teir
høvdu ætlað at silgt teinin í
tveir dagar, men teir komu í
óðveður.
Leygarmorgun
komu teir í havsneyð við
Tindhólm, leiting varð sett í
verk, men avblást næstan
beinanvegin, tí teir komu
víðari í øllum góðum.
Tá ið teir komu inn á
Argjum, stóð av tilvild skál
víkingurin Linjohn Christ
iansen, sum beyð teimum til
heim til sín í Havn, gav teim
um at eta, og teir fingu ein
langan tiltrongdan blund.
Sunnudagin beyð Elin
Heinesen, stjóri teimum
heim til sín at vera, til teir
fara víðari.
Síðan sunnudagin hevur
báturin ligið við bryggju í
Vágsbotni, uttan fyri Norð
lýsið.
Nógv vitjandi
Fólk hava valfartað oman
at hyggja at bátinum, og tá
ið teir báðir amerikanararnir
hava verið har, hava teir
prátað við fólk.
Tað var rættiligt óveður
ein part av ferðini til Før
oya, og teir hava sagt, at teir
sannførdu seg sjálvar um,
at báturin ikki fór at søkka.
Nei, vit fóru ongantíð
runt, siga teir.
Báturin er innan klæddur
við flamingo fyri ikki at
kunna søkka. Báturin hevur
tveir háhangarar.
Menninir
hava
ikki
kunnað rørt seg nógv á
ferðini, tí so trongt er um
borð. Vi sær høvdu teir bara
tað neyðugasta. Yvirlivils
draktir, mat í einum kassa
o.a. Í illveðri bar ikki til at
kóka suppu, men annars
ótu teir mest grønmeti og
dósamat.
Flaggskrýddur
Báturin hevur fløgg úr
nógvum ymiskum londum,
Kanada, Grønlandi, Føroy
um, Fraklandi, hagar teir
skulu. Íslendska flaggið
vantaði, og tað var tí, at tað
flaggið mistu teir í ill
veðrinum.
Men vit hava eitt annað.
Í morgun fekk báturin ein
vimpul frá Karna Olsen, for
manni í bátafelagnum í Havn.
Ørskapur ella dirvi
Áðrenn teir báðir menninir
kunni sigla víðari úr Føroy
um, má báturin takast upp
fyri at kanna botnin og gera
smávegis umvælingar.
Ralph er prátingarsamur.
Hann veit væl, at fólk halda
teir vera púra ørar, men
hann er sannførdur um, at
Gud heldur hondina yvir
teimum. Sjólátast teir, so
gera teir tað.
Summi kalla okkum teir
seinastu víkingarnar, sigur
hann.
So skjótt sum báturin er
umvældur, og veðrið sær
gott út, fara teir víðari.
Kanska leggja teir inn í
Hetlandi, annars sigla teir
til London, til Fraklands,
og málið er Frankfurt í
Týsklandi. Nú hevur Ralph
hoyrt so nógv um leiklutin
hjá Danmark í menning
ararbeiðinum, og teir hava
tí fingið hug at fara til
Keypmannahavnar
aftaná
Frankfurt.
Nógv fólk hava verið niðri
á bryggjuni og hugt bátinum.
Garvaðir sjómenn siga, at
ferðin hjá Ralph og Robert
Brown var býtt váðið. Før
oysku sjómenninir siga, at
teir høvdu nóg illa hættað
sær úr Havn til Nólsoyar við
hesum bátinum.
Settu lívið í váða
um Atlantshavið
Fidel komin fyri seg
Fyrrverandi kubanski forsetin Fidel Castro var aftur at
síggja á skíggjanum hjá kubanska sjónvarpinum í gjár, og
tað var fyrstu ferð í 14 mánaðir. Tað var líkt til, at hann
hevur tað betur nú enn á myndum, sum hava verið almanna
kunngjørdar tey seinastu árini. Í sendingini í gjár var tann 83
ára gamli Fidel í kjaki við nakrar studentar úr Venesuela um
ymsar altjóða spurningar. Politiskir eygleiðarar siga við
BBC, at hóast Fidel noyddist at lata brótðurinum Raúl for
setasessin, hevur hann framvegis stóra ávirkan á landsins
stjórn og ta politisku kósina.
Merkel vil hava svar
Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, vil nú hava at vita frá
amerikonsku bilaverksmiðjuni General Motors, hvør sleppur at
keypa tað týska bilmerkið Opel, sum GM hevur lýst til sølu.
Kanslarin segði í gjár, at hon harmast um, at tað skal taka so
drúgva tíð at taka eina avgerð, men hon vónaði at fáa endalig
boð frá GM í hesi vikuni. General Motors hevur fingið eitt
tilboð upp á Opel frá fyritøkuni Magna, sum eysturríkarar og
kanadiumenn eiga, og Angela Merkel vil hava amerikanararnar
at taka av hesum tilboðnum, skrivar DPA. Umleið 25.000 fólk
arbeiða hjá Opel í Týsklandi.
Nógv fólk hava veri niðri og hugt at
bátinum, og nøkrum teirra er eydnast at
fáa eitt prát. Ørskapur, siga føroyingar
Kartni Olsen, formaður í Tórshavnar Bátafelag, handaði í
morgun gestunum ein vimpul frá bátafelagnum
Báturin er skrýddur við fløggum úr fleiri londum
Teir báðir Robert og Ralph Brown greiða frá, at teir umframt
at seta met vilja heðra teir, sum doyði ella vórðu særdur í
amerikansku innrásini í Teheran í 1980. Teir siga eisini, at ferð
teirra hevur atjóða áhuga