Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 158 - 24. august 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Leygardagin 22. august fylti kendi Havnamaðurin og fyrrverandi skipa­ smiðjustjórin Poul Mohr 80 ár. Poul Mohr hevur altíð havt nógv jørn í eldinum, og ikki minst er hann kend­ ur sum aktivur rossamaður. Tað er ikki meiri enn nakrir mánaðir síðan, at hann keypti sær nýggjan hest úr Íslandi, so har er aldur ong­ in forðing. Poul Mohr hoyr­ ir til tað eldra ættarliðið av teimum, sum hava myndað ríðiverðina her í Havnini, og er at síggja á rossabaki summar sum vetur. Tað er fartur yvir feltið, har sum Poul Mohr er. Tíðindamenn frá Dimma­ lætting og Sosialinum høvdu roynt at fáa í lag eina samrøðu við føðislarin, men har var eingin kjansur ­ og forrestin so fylli eg ikki fyrrenn í septembur, royndi hann at billa teimum inn. Men so lætt slapp Poul Mohr ikki frá limum í Føroya Ríðingarfelag. Teir ynsktu at heiðra Poul Mohr sum ein aktivan og trúð­ fastan lim, og gjørdu ikki sama feil sum tíðindamenn­ irnir, at teir spurdu fyrst. Poul Mohr hevur við sínum íborna frásøgukynstri bæði sum frásøgumaður til kapp­ ríðingar og ikki minst sum góður vertskapsmaður til ríðiveitslur við skemtiligum talum, glaðum sangi og før­ oyskum dansi ríka munandi um tann partin av felagslív­ inum í Føroya Ríðingarfelag. Alt hetta ynsktu limirnir í Føroya Ríðingarfelag at takka honum fyri, og for­ maðurin í Føroya Ríðingar­ felag, Hans Vilhelm Lützen, hevði stílað fyri skrúðgongu frá Marknagilsvegnum kl. 11 oman til sonin Gunnar Mohr, har mann visti at Poul Mohr var staddur. Um 25 reiðfólk vóru møtt upp, og í dýrdarveðrinum fór henda stásiliga skrúð­ gonga við Hans Vilhelm sum flaggbera á odda oman til Gunnar Mohr, har Poul Mohr við familju tók ímóti. Formaðurin heilsaði føð­ islarinum, onkur segði nøk­ ur orð og ein stór blómu­ heilsan bleiv handað og hurrá rópini rungaðu. Síð­ ani varð tann av reiðfólki so vældámdi sangurin hjá H.A. Djurhuus:”Eg saðlaði mær ein hvítan hest móti vári” sungin. Poul Mohr takkaði fyri, og rósti Føroya Ríðingar­ felag fyri at vera eitt rúmsátt felag, har pláss var fyri øll­ um, men legði hann aftrat at Føroya Ríðingarfelag er ikki fyri sartar sálir, har verða meiningarnar ikki pakkaðar inn, men serverað­ ar beinleiðis, og tað var deiligt, tí við einum fríum tóna gongur eingin og bølir yvir nøkrum og tað skemti­ liga fær rásarúm. mg Myndir: Ólavur Frederiksen Rossamaðurin Poul Mohr áttati Um 25 reiðfólk í skrúðgongu við Hans Vilhelm Lützen sum flaggbera á odda á veg í føðingardag Regin Eikholm frá Føroya Ríðingarfelag kom við ein blómuheilsan sum Anna, kona Poul, tekur í móti