mánadagur 24. august 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 24. august 2009 – Nr. 159
105 ára dagur í Klaksvík
Tað eru í dag júst 105 ár síaðni, at Klaksvíkarítróttarfelag varð
stovnað. Hetta skrivar felagið á heimasíðu sínari. Her verður eisini
endurgivið úr 50 ára minnisritinum, sum John Reid Bjartalíð
skrivaði á sinni: »Ár 1904 tann 24. august var tað at nakrir menn
hittust á fundi á skrivstovuni í handilinum á Biskopsstøð.
Fundarevni var: at stovnað eitt ítróttarfelag í Klakksvík.« Fyrsti
formaðurin hjá KÍ var annars Haral Haraldsen, vanliga nevndur
Harald á trappuni.
Boban skal venja Mjølnir
Boban Ilic, sum hevur verið leikandi venjari hjá
greipuvinnarunum í ÍF, er nú farin til Mjølnir, har hann verður
leikandi venjari hjá flogbóltsmonnunum, umframt at hann
eisini verður venjari hjá kvinnunum. Tað skrivar Kringvarpið á
heimasíðu sínari. Menninir hjá Mjølni megnaðu ikki veruliga
at gera um seg í landskappingini í fjør, men vónirnar eru, at
liðið í størri mun kann mynda føroyska flogbóltsoddin í vetur,
verður sagt við Kringvarpið.
Nú er hol á skónum
Tvær ferðir upp á eitt summar hevur FSF skotið seg
sjálvt í fótin
Ítróttarklumman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Lat tað verða sligið fast, at tað er gleðiligt fyri føroyskan fótbólt, at ein
spælari við evnunum hjá Christiani Restorff Mouritsen nú aftur er at
síggja á fótbóltsvøllinum. Tí talentir av tí kalibaranum fáa vit illa verið
fyriuttan.
Men tað nertir ikki tann veruleika, at undantakið, sum
Kappingarnevndin kom við fríggjadagin, ríður væl og virðiliga um
markið av tí, sum er rætt og rímiligt.
Staðfestast kann í øllum førum, at hóast næstu grannalond okkara
øll eru á einum máli um, at hetta ikki hevði gingið hjá teimum, og
hóast løgfrøðisliga ráðgevingin hjá FSF staðfestir, at eitt forgloymisli
ikki kann roknast sum heilt serligt føri, so hevur Kappingarnevndin
tikið avgerð um, at talan kortini eru um heilt serligt føri. Ein avgerð,
sum í besta føri kann tulkast so, at niðurstøðan um at loyva flytingini,
varð gjørd, longu áðrenn viðgerðin fór fram, og at kumpassin í
viðgerðini tí er stillað eftir hesum.
Fyri fáum vikum síðani tók FSF avgerð, sum í veruleikanum innibar,
at rættartrygdin hjá sáttmálabundnum spælarum er sett til viks, tí tað
hevur ikki longur týdning, um feløgini rinda spælarunum ásettu
lønina ella ikki.
Hesa ferð hevur FSF tikið eina avgerð, sum væl kann gjøgnumhola
regluna um flytingarvindeyga.
Diplomati er sjálvandi av tí góða, og tað er alla æru vert, at eisini
FSF í størst møguligan mun roynir at finna semjur um tær ósemjur,
sum annars eru í føroyskum fótbólti. Men tá semjurnar og
niðurstøðurnar bera bráð av, at tað týdningarmesta er at glatta út og
feiða undir teppið, verður talan heldur um eitt slag av ómegd, sum er
føroyskum fótbólti til lítlan sóma, nú vit í tvey áratíggju av øllum alvi
hava roynt at eta kirsuber saman við teimum stóru.
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum skilst hevur KÍ heitt á øll
feløgini í Vodafone-deildini – HB og
B36 undantikið – um at vera partur
av mótmælisskrivi til FSF.
Tað hevur ikki eydnast okkum at
fáa at vita neyvt, hvat innihaldið í
skrivinum er, men talan er í øllum
førum um áheitan til FSF um at
fylgja altjóða reglunum um
flytingarvindeyga.
Tað hevur heldur ikki eydnast
okkum at fáa at vita, um feløgini
samstundis hótta við tiltøkum
mótvegis FSF ella kappingini í
Vodafone-deildini, um málið um
spæliloyvið hjá Christiani Restorff
Mouritsen ikki verður tikið upp til
nýggja viðgerð.
At HB og B36 ikki eru partur av
mótmælinum, kemst av, at tað vóru
júst hesi feløg, sum vóru partur av
málinum um flytingina av
spæliloyvinum.
Í KÍ finna tey seg ikki í,
at B36 fekk undantak
til at flyta spælaraloyvi.
Nú verður kæra send
Aganevndini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- B36 knústi okkum sundur, og tað
var ikki Christian Restorff
Mouritsen, sum einsamallur gjørdi
tað. Men vit vilja ikki finna okkum í
mátanum, sum málið er handfarið
uppá, og tí er eingin ivi um, at vit
fara at kæra.
Soleiðis sigur Fríðin Ziskason,
nevndarformaður í Sp/f KÍ, har tey
nú fyrireika eina kæru til
Aganevndina hjá FSF.
- Fyrst og fremst kæra vit, at FSF
við hesum brýtur líkheitsprinsippið,
sum altíð skal vera galdandi. Tað er
rætt, at UEFA-reglurnar loyva
undantøkum frá meginregluni um
flytingarvindeyga, um talan er um
heilt serligt føri. Og tað kunnu vit so
diskutera, um talan er um.
- Men somu reglur staðfesta, at
verður hetta gjørt, so má ítróttarligi
integriteturin eisini varðveitast, og
tað meta vit als ikki er hent í hesum
førinum. Veruleikin er, at AB og ÍF
hava spælt móti einum B36-liði,
sum ikki slapp at nýta Christian
Restorff Mouritsen, meðan vit í gjár
og 07 Vestur komandi sunnudag
koma at spæla móti einum B36-liði,
sum hevur Christian Restorff
Mouritsen, og tá broytir tú
fortreytirnar, sum dystirnir verða
spældir undir.
- Hetta gjørdi eg eisini FSF-
forsetan varugan við hálvan annan
tíma undan dystinum sunnudagin,
og eg bað hann um at afturkalla
spæliloyvið. Men tað varð ikki gjørt,
og tí velja vit nú at kæra. Og kravið
hjá okkum er, at nýggjur dystur
verður spældur, sigur Fríðin
Ziskason.
Hartil vísir hann á, at KÍ longu í
mai mánaði søkti um
undantaksloyvi. Longu 5. mai var
Todi Jónsson til reiðar at tørna út
fyri barndómsfelagið, men hóast
Todi ikki hevur spælt fótbólt í
hálvtannað ár, og hóast felagið,
sum hann seinast spældi fyri ikki
longur er til, fekk KÍ ikki viðhald í, at
talan tá var um heilt serligt føri.
KÍ ætlar sær víðari
Nevndarformaðurin í Sp/f
KÍ vil ikki finna seg í, at B36
hevur fingið spælara uttan fyri
flytingarvindeygað, tá KÍ fyrr
í ár fekk noktandi svar upp á
líknandi umbøn
Fleiri feløg mótmæla
avgerðini
Tað ljóðar fyri vist, at FSF ein av fyrstu døgunum fær
mótmælisskriv frá átta av teimum tíggju feløgunum í
Vodafone-deildini