Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 41. august 2009 – Nr. 159 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 KÍ B36 B36 læt ongan sum helst iva vera um, at teir eru betur fyri enn KÍ. Klaksvíkingar fingu hinvegin staðfesta við neon-bókstavum, at 1. deildarfótbóltur í 2010 er nærri, enn hann nakrantíð hevur verið jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Stóra søgan undan dystinum sunnudagin var, at Christian Restorff Mouritsen loksins kundi rópa seg B36’ara. Ein søga, sum eisini er at lesa aðra staðni á hesum síðum. Men dysturin sjálvur snúði seg um meira enn bert tann eina spælaran. Hóast talan »bara« var um sjeynda seinasta umfarið av ársins Vodafone-útgávu, so var talan næstan um eina finalu í niðurflytingarstríðnum. Stolta søgan hjá B36 og KÍ hevur munað lítið í ár, og bæði liðini hava seinastu vikurnar kappast um at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuni. Í tí dystinum hevur B36 alla tíðina hildið seg omanfyri, og tað gjørdu teir eisini sunnudagin. Og veruleikin var, at KÍ ongan tíð av álvara tóktist at vera í nær námind eini bjargingarætlan í botnbrakinum. Bangnir gestir Fremsta orsøkin til hetta var, at bláu spælararnir tóktust beinleiðis bangnir fyri trýstinum, sum nú er á teimum. Hóast menn sum Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen og Heðin á Lakjuni hava roynt eitt sindur av hvørjum á fótbóltsvøllinum, so vístu hesir seg als ikki sum menninir, ið skuldu draga KÍ upp um niðurflytingarstrikuna. Todi Jónsson sýndi hinvegin nakrar ferðirnar, at hann framvegis er ein hóttan fyri flestu føroysku verjurnar. Og eisini royndi hann at vera maðurin, sum kundi píska trúnna upp á sigurin inn í viðspælararnar, men onkursvegna forplantaði hetta seg ongantíð. Fyrstu løtuna var avrikið hjá B36 kanska heldur ikki so øgiliga sannførandi, men tað sást á øllum brøgdum, at teir høvdu viljan til at vinna dystin. Mest sum allir 50/50 bóltar endaðu hjá teimum hvítu, og í vinstra borði var fleiri ferðir nær við, at Christian Mouritsen skapti vandastøður. Men tá árstalsfelagið fekk hol á, var tað ein av lokalu hetjunum, sum var høvuðsmaður. Jákup á Borg snaraði hegnisliga mótstøðumann av sær, tá hann tók ímóti bóltinum stutt inni á KÍ-hálvuni. Næsti maðurin var skjótt sneiddur av, og tá triði verjuspælarin bakkaði, sparkaði Jákup eitt kontrollerað ristspark yvir í handara síðunet uttan at navnin í KÍ-málinum hevði nakran møguleika at gera nakað sum helst. Bíðaðu eftir Toda Og so var tað mest sum liðugt við KÍ. Hóast 1-0 helt sær í góðar 40 minuttir, so var tað alla tíðina rættiliga ósannlíkt, at klaksvíkingarnir skuldu vinna seg upp á javnt. Næst vóru teir við, tá Kristoffur Jakobsen hálvfluktaði úr 20 metrum, eftir at Páll Klettskarð sera hegnisliga hevði snýtt seg ígjøgnum í høgru, men í aðrar mátar tóktist tað, sum bíðaðu 10 KÍ’arar eftir, at veteranurin við 11-talinum í álopinum skuldi taka sær av paragraffunum. B36 økti til 2-0 á tímanum, tá frísparksroynd frá Róaldi Jacobsen varð avrættað og sníkti seg inn um stólparótina, og tað var ikki fyrr enn móti dystarenda, at KÍ aftur kom við. Tá fluttu gestirnir nógv fólk fram, men framvegis var tað Todi Jónsson, sum var nærmast við at skora. Men hann var hálvan annan sentimetur ov stuttur, tá hann skuldi stýri innleggi úr høgru í kassan, og tríggjar minuttir leiklok brast bólturin í stólpan, tá hann var fyrstur á leysum bólti eftir miseydnaða frísparksroynd inni í B36-brotsteiginum. Og so kundi Bergur Midjord staðfesta sigurin, tá hann varð spældur púrasta blankur av Jákupi á Borg, sum helst var dagsins maður á vøllinum. Bara Todi er ov lítið Fagnaðurin var stórur hjá B36, sum vann sær nakað av luft í niðurflytingarstríðnum. Hjá KÍ dragast myrkju skýggini hinvegin alt meira saman. Tað varð sagt í summar, at Todi skuldi heim at bjarga KÍ. Tað hevur veteranurin ikki megnað enn, men sunnudagin var tað so ikki, tí at hansara partur lá eftir. Men skal KÍ vinna á vandanum, er alneyðugt, at allir hinir eisini vísa sama vilja at stríðast. Havi bara verið til reiðar Seinasta samdøgurðið undan dystinum hjá B36 móti KÍ var stórur partur av fokus á leiklutinum hjá Christiani Restorff Mouritsen. Spælarin, sum kom til B36, sum tó gloymdi at syrgja fyri, at spæliloyvið var við í viðførinum. Sunnudagin var Christian tó við liðnum hjá B36, og sjálvur segði hann, at hann sum so hevði roynt at hugsa sum minst um lógarpartin av fótbóltsspælinum. - Eg havi alla tíðina vant sjálvur. Mikkjal (Thomassen, blðm.) og nevndin í B36 hava alla tíðina sagt, at tað hevur sæð positivt út, so eg havi bara hildið meg kláran. Tað er eingin loyna, at dysturin í dag hevði serstakliga stóran týdning fyri B36. Kendi tú eitt eyka trýst á tær, at tú fekst pappírini í rættlag undan júst hesum dystinum? - Eg kendi ikki nakað serstakt trýst á mær, men sjálvandi má eg eins og aðrir spælarar taka ábyrgd. Eg haldi eisini, at allir arbeiddu sera hart í dag. Og tað var tað, sum skapti úrslitið fyri okkum, segði Christian Restorff Mouritsen eftir dystin. -mørk Var ikki ein finala Frá fleiri síðum varð sagt, at dysturin millum B36 og KÍ var at rokna sum ein finala í niðurflytingarstríðnum. Men hóast vónbrotin av tapinum, so vildi Todi Jónsson á ongan hátt avskriva KÍ sum luttakara í Vodafone-deildini í 2010. - Fólk hava sagt, at um vit taptu í dag, so var alt liðugt, men soleiðis síggi eg slettis ikki upp á tað. Vit eru nú fýra stig aftan fyri B36, og tað eru 18 stig eftir at spæla um, so vit hava framvegis nógv at stríðast fyri. - Í dag hava vit ov nógvar nervar, og eru kanska eitt sindur bangnir fyrstu løtuna. Og tað er væl tekin um, hvussu stóran týdning dysturin hevði. Teir fáa so eitt gott mál til 1-0, og tá teir skora til 2-0, oyðileggur tað nógv hjá okkum. Men vit eru kortini við í dystinum. Eg raki stongina, tá nakrir fáir minuttir eru eftir, og sat tann bólturin, so vóru vit brádliga viðaftur. Tú sigur, at tað eru 18 stig eftir at spæla um. Hvussu nógv skulu tit hava av teimum? - Um B36 taptir allar sínar dystir, so nýtist okkum bara fimm. Men tað er nok lítið at ivast í, at B36 eisini fer at fáa nakað burturúr. So vit verða noyddir at vinna einar fýra av hasum dystunum, rokni eg við, segði Todi Jónsson. -mørk Moyes letur Lescott fara Venjarin hjá Everton, David Moyes, er nú so troyttur av verjuspælaranum Joleon Lescott, at hann fer at selja hann. Manchester City hevur dyrgt óført eftir Lescott, men Moyes hevur noktað fyri at selja hann. Men efti keðiligan hugburð og vánalig avrik fyri Everton og dystunum higartil í kappingin, hevur Moyes gjørt av, at felagið fer at selja Lescott. Og einki er at ivast í, at Manchester City stendur til reiðar við kekkheftinum. Puyol ivast í at leingja Liðformaðurin hjá FC Barcelona, Carles Puyol, hevur enn ikki skrivað undir nýggjan sáttmála við spanska stórfelagið. Puyol hevur fingið eitt uppskot um nýggjan sáttmála, men hann ivast í, um hann skal taka av. Puyol kennir seg ikki vísan í, at hann eigur fast pláss á liðnum hjá Barca, og tí umhugsar hann sína framtíð í felagnum. Barcelona hevur boðið Puyol ein tvey ára sáttmála. B36-KÍ 3-0 (1-0): B36 nógv betur enn botnurin Todi Jónsson stríddist fyri seg í KÍ-álopinum, men hóast veteranurin royndi at blása lív í KÍ-vónina, so var tað ov lítið til einsamalt at lyfta KÍ upp um niðurflytingarstrikuna, sum nú aftur er fýra stig burtur Mynd: Hilmar Jan Hansen/ Einslistir