mánadagur 24. august 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 24. august 2009 – Nr. 159
Bjørk sett met í Finnlandi
Bjørk Herup Olsen kutaði um vikuskiftið góð tvey sekund av
føroyska metinum á 3.000 metrum. Hetta gjørdi í Finnlandi, har
hon umboðar Danmark í norðurlendskari kapping í frælsum
ítrótti. Gamla metið átti Bjørk sjálv, og varð hetta sett í Tårnby
fyrr í ár. Tíðin hjá Bjørk í Finnlandi var 10.13,68, og rakk hetta til
eitt sætta pláss í kappingini. Næsta stóra avbjóðing hjá Bjørk er
um tvær vikur í Esbjerg, tá hon skal luttaka í DM fyri ung. Tá
kappast hon á 1.500 og 3.000 metrum.
Niklas eygleiðir
Tá Steua Bucarest og Saint Patrick’s Athletic FC
hóskvøldið spældu play-off dyst í UEFA Europa
League, var Niklas á Líðarenda millum áskoðararnar.
Hann skuldi eygleiða og meta um avrikið hjá
russiska dómarabólkinum, ið dømdi dystin. Hetta
var annar dysturin hjá Niklasi sum eygleiðari í UEFA
Europa League í ár, og eisini hevur hann verið
eygleiðari í UEFA Champions League-kappingini í
summar.
07 Vestur
Víkingur
07 Vestur vísti framúr
fótbóltsspæl, í løtum enntá
við framúr smálutum, og
vann ein fult uppibornan
sigur á Víkingi, ið ongantíð
fekk fótin fyri seg. Úrslitið
lýgur um, hvussu tað sá
út vøllinum, tí veruligi
munurin var nógv størri
enn tað eina málið
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Synd er at siga, at væl stendur til
hjá Víkingi, nú triði ósigurin á rað er
veruleiki. Leygarkvøldið var tað um
at gerast skrædl ímóti 07 Vestur, ið
vann dystin enn meira sannførandi,
enn Víkingur tapti hann.
Fyrsta málið, ið kom longu í
øðrum minutti, avdúkaði eitt lið, ið
langt frá er í javnvág. Púra
ópressaður spældi Hans Pauli
Petersen av vinstra bakki bóltin inn
í vøllin, har Niclas Niclasen læt hann
fara fram við sær, tí hann helt, at
onkur annar mundi hava hann. Men
har var eingin annar, og so kundi
Tamba Yarjah strúka avstað við
bóltinum, sum hann fekk fyri nøsini
á Geza Turi, ið kom stormandi út
ímóti. Víkingarnir royndu at
víðgirða seg inni í málinum, men
tað forðaði ikki framherjanum úr
Sierra Leone at skora trygt.
Eisini málið til 2-0, sum kom
beint fyri hálvleik, sá leikandi lætt
út. Við hæl og tá spældi 07 Vestur
seg frá miðjuni og fram ímóti
brotsteiginum, har Jóhan Petur á
Stongum við neyvari sending
spældi Tamba púra leysan mitt fyri,
so hann enn eina ferð kundi skora
trygt.
Kettan og músin
Undan hesum hevði 07 Vestur í
longum løtum spælt við Víking,
sum kettan plagar at spæla við
músina, og ein fremmandur gestur
vildi ikki trúð tær, hevði tú roynt at
greitt frá, hvat av liðunum hoyrdi
heima hvar á stigatalvuni. Víkingur
slapp at hava bóltin nógv, men
talan gjørdist um tómar flytingar, ið
ongantíð hóttu nevnivert, og 07
Vestur hevði fult tamarhald á tí,
sum gekk fyri seg.
Sama gongdin helt fram eftir
steðgin, og tí var tað framvegis fult
uppiborið, tá 07 Vestur fekk sítt
triðja mál. Hesa ferð var tað Jón
Nielsen, ið var komin fram úr
verjuni til hornaspark, og sum kom
at standa væl fyri, tá bólturin
mestsum datt niður fyri føtur
hansara, eftir at Víkingur ikki hevði
fingið ruddað burtur.
Støðan hjá Víkingi kundi saktans
verið nógv verri. Tamba Yarjah, sum
var ein støðug hóttan og í øllum
lutum betri enn verjan hjá
vertunum, var feldur ein minutt
undan hesum málinum, men fekk
einki. Og fimm minuttir eftir málið
var tað Geza Turi, ið heilt greitt tók
beinini undan Ricardo da Silva
Braga, sum við einari hælsending
frá Tamba var spældur púra fríur.
Men heldur einki har.
Vóru nógv betri!
At hetta ikki var dagurin hjá Víkingi,
sást á øllum brøgdum. Venjararnir
royndu at koyra undir spælið við at
skifta unga Martin Olsen inn, og
hann vísti eisini beinanvegin sínar
eyðsýndu dygdir, men restin av
liðnum var ikki til reiðar at spæla
við. Máttloysið lýsti av spælarunum,
ið slett ikki dugdu at umstilla seg
til, at nú kom ein inn, ið ætlaði at
spæla.
Og so var tað brádliga rundan
um byrjanina til seinasta korterið,
at ein annar lýsti upp í eina løtu.
Andrias Lava Olsen fekk innan fyri
fýra minuttir tvey mál, ið var nógv
meira, enn Víkingur hevði
uppiborið. Bæði komu eftir langar
sendingar frameftir, og í báðum
førum var skjótleikin – saman við
misskiljingum í verjuni hjá 07
Vestur – avgerandi fyri, at hann fekk
fult burturúr.
Vágamenn fótaðu sær tó aftur,
og í hinum endanum á vøllinum
vísti Tamba Yarjah nakrar ferðir
aftrat, at hann er framúr
fótbóltssnillingur. Eina ferð smeyg
hann sær millum fýra Víkingar, men
fekk skotið parerað av Geza Turi, og
eina aðru ferð snýtti hann um eina
leið Niclas Niclasen tvær ferðir og
Atla Gregersen eina ferð, áðrenn
hann var heldur óneyvur við
avgerandi skotinum, sum fór við
síðuna av.
Tvífaldi málskjúttin hjá 07 Vestur
var sjálvur annar skiftur út í átta
minuttir drúgvu yvirtíðini í Gøtu
leygarkvøldið, sum í veruleikanum
bert var við til at draga pínuna hjá
heimaliðnum út. At Víkingur fekk
tvey mál í sín part, so bert eitt var á
muni, gjørdi sítt til, at úrslitið lýgur,
tí her var himmalvíður munur á
liðunum. 07 Vestur var bara so nógv
betri!
Víkingur-07 Vestur 2-3 (0-2):
Vestfallið hjá Víkingi
Vit trúgva
upp á tað
Eftir sannførandi avrikið hjá 07
Vestur í Norðragøtu
leygarkvøldið, kundi Tór-Ingar
Akselsen nøgdur staðfesta, at
øll orsøk er til framvegis at
trúgva upp á eina tilveru í
Vodafonedeildini:
– So leingi dystir eru eftir,
hava vit sjálvandi ein kjans at
verða verandi. Vit spæla upp
ímóti øllum, sum vit møta, og
vit skapa alla tíðina málkjansir,
segði hann.
– Henda dystin komu vit
ótrúliga væl frá byrjan, spældu
væl og fingu mál. Eisini vil eg
siga, at teir nýggju menninir,
vit fingu í summarsteðginum,
høvdu avgerandi týdning.
Tór-Ingar Akselsen helt ikki,
at teir mistu vónina, tá
Víkingur ta einu løtuna í
seinna hálvleiki sá út til at
koma afturíaftur.
– Vit hava tapt nógvar dystir
í síðstu løtu, men síðstu
dystirnar hava vit víst gott
verjuspæl, og tað gjørdi seg
eisini galdandi hesa ferð. Tí
ivaðist eg ikki í, at vit fóru at
halda leiðsluna, segði hann.
hil
Teir
vóru nógv
betri
Venjarin hjá Víkingi, Jógvan
Martin Olsen, hevði ikki tær
nógvu viðmerkingarnar eftir
dystin ímóti 07 Vestur, ið gav
Víkingi triðja tapið á rað.
– Vit taptu ímóti einum liði,
sum ikki bara var betri enn vit,
men nógv betri. Teir spældu
ein tíma einsamallir á
vøllinum, uttan at fáa nakra
mótstøðu, staðfesti hann.
– Í einar 20 ella 25 minuttir
vaknaðu vit eitt lítið sindur,
men tá var tað ov seint. Serliga
mátin, vit taptu uppá í dag, var
sera harmiligur.
Jógvan Martin helt, at nú
var ikki annað at gera, enn at
leggja enn meira dent á
venjingarnar, so liðið kann
gerast betri. – Vit kunnu bara
gerast betri, segði hann.
hil
Luturin hjá Víkingi
leygarkvøldið var fyri tað
mesta av tíðini at renna
aftan á 07 Vestur, ið hevði
sigurin væl uppibornan,
hóast hann kanska gjørdist
í so lítil
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir