mánadagur 24. august 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 41. august 2009 – Nr. 159 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Danskur dómari
Umframt at tað var rættiliga óvanliga tíð, klokkan 13, at
dysturin við Løkin í Runavík í gjár var spældur, var eisini
nakað øðrvísi enn tað vanliga á vøllinum. Dómarin hesa ferð
var ikki ein av teimum, vit kenna frá føroysku kappingini,
men danski dómarin, Michael Tykgaard, ið var gestadómari
henda dystin. Hetta er liður í dómaraumbýtinum, sum er
millum Norðurlond, og millum annað var orsøk til, at
Dagfinn Olsen herfyri var í Danmark og dømdi ein dyst.
Bogi niður at lesa
Ungi landsliðs- og NSÍ-miðvallarin, Bogi Løkin, fór í gjárkvøldið til
Danmarkar, har hann nú fer undir at lesa løgfrøði. – Eg ætli at fáa fyrstu
vikuna við niðri, samstundis sum eg fari finna útav, hvat kann lata seg
gera og ikki við lestrinum. Men eg komi uppaftur næsta vikuskiftið, og
so fái eg at síggja, hvussu leingi eg verði eftir tað. Eg má so spæla
onkrastaðni, her ella niðri, sigur Bogi Løkin, ið gjarna vil varðveita
landsliðssessin, hóast hann nú kann seta »lesandi« á visittkorti.
HB
NSÍ
Við einum máli hvørju
megin hálvleikssteðgin
fekk HB vunnið sær
neyðuga fyrimunin, ið væl
og virðiliga helt til sigurs
á NSÍ, sum var betra liðið
fyri steðgin, men einki
formáddi sær allan seinna
hálvleik
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Nú man fáur ivast í, at
føroyameistaraheitið 2009 endar í
høvuðsstaðnum, og at HB fyrst í
oktober mánaði fyri tjúgundu ferð
kann erpa sær av at eiga besta
fótbóltslið í landinum. Sigurin í
Runavík í gjár merkti – saman við
hinum úrslitunum – at HB nú er
heili 13 stig á odda. Og bara 18 stig
eru eftir at spæla um.
Í grundini kann alt vera liðugt
langt áðrenn seinasta umfar, tí skal
HB avgera alt sjálvt, krevjast seks
stig aftrat. Men sum tað hevur
lagað seg, ikki minst hetta umfarið,
eru tað fleiri av hinum liðunum,
sum – um tey vilja tað ella ikki –
kunnu rætta HB eina hjálpandi
hond.
Ikki minst eru tey næstu í røðini
ófør at taka stig frá hvørjumøðrum,
og tá HB samstundis sópar sær stig
upp í posan, er púra óhugsandi, at
mest vinnandi felag í føroysku
fótbóltssøguni fer at skelva ímóti
endanum og gera »ein EB/Streym«.
Ímóti gongdini
Dysturin í Runavík var fínur í fyrra
hálvleiki, tí tá vóru tvey lið um at
spæla hann. Gamaní fór nógvar
sendingar til spillis, men tað komst
serliga av, at bæði lið royndu at
spæla skjótari, enn tey maktaðu. Og
báðum eydnaðist tó væl at hava
samanhang í spælinum, og serliga
stuttligt var fyrsta hálva tíman at
síggja slagið um miðvøllin, ið
hvørgin fekk kannað sær
beinanvegin.
Smátt var við møguleikum, men
longu í sjeynda minutti átti Jann
Martin Mortensen at lagt NSÍ á
odda, tá hann gjørdist púra
einsamallur við HB-málverjanum,
Marcin Dawid, ið tó megnaði at lesa
støðuna og enntá halda bóltinum,
tá skotið kom. Tað einasta, HB hevði
at bjóða uppá, vóru nøkur langskot,
ið øll komu frá Milan Kuljic, men
uttan at hótta ordiliga.
Síðstu 15-20 minuttirnar undan
steðginum megnaði NSÍ at fáa
yvirvág á miðjuni og leggja eitt
ávíst trýst á HB. Nógv peikaði á, at
fór eitt mál at koma, so mundi
heimaliðið fara at fáa tað, tí trýstið
legði líkasum upp til, at okkurt
kundi spyrjast burturúr.
Men tvørturímóti gjørdist tað HB,
ið fekk lagt seg á odda góðar fimm
minuttir fyri steðgin. Tað hendi við
fjórða langskotinum frá Milan
Kuljic, ið fekk gott pláss og góðar
stundir, áðrenn hann smekkaði
bóltin á stongina og inn úr 20
metrum.
Leyst og liðugt
Hóast málið onkursvegna var eitt
sindur ímóti spælgongdini, so
tóktist dysturin púra opin, tá liðini
fór til hálvleiks. Men seinni
hálvleikur slapp bara at liva í fýra
minuttir, so var alt leyst og liðugt
og dysturin í roynd og veru longu
avgjørdur.
HB fekk eitt fríspark í høgru síðu,
nakað uttan fyri NSÍ-brotsteigin, og
Rasmus Nolsøe sendi innfyri.
Bólturin slapp fram við øllum og
stakk niður í vøllin beint framman
fyri NSÍ-málverjanum, Meinhardt
Joensen, ið ikki megnaði at halda
honum. Øll verjan hjá heimaliðnum
stóð og hugdi at, meðan Hans á
Lag sjálvur annar fylgdi upp, og
honum eydnaðist at fáa knæið á
bóltin og koyra hann í málið til 2-0.
Eitt sindur snópisligt fyri NSÍ,
men ríkiligt fyri HB, ið hereftir hevði
fult tamarhald á øllum, sum hendi.
Og HB megnaði enntá at skapa
fleiri heilar og hálvar kjansir, ið bara
kundu gjørt sigurin uppaftur størri.
NSÍ hevði eina veruliga roynd á
HB-málið allan seinna hálvleik, so
har var einki at koma eftir.
Talan gjørdist tí um ein sera
tryggan HB-sigur, og tað er nú, sum
teir plaga at siga um skipini við
fullari last, at tey sigla heim. Júst tað
ger HB, meðan NSÍ framvegis er við
í silvurkappingini, men er ið hvussu
er ikki longur kandidatur til nakað
meiri enn tað.
Kári Nielsen úr HB og Jann Ingi
Petersen úr NSÍ í nærdysti í
dystinum við Løkin í gjár
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Komu ikki uppaftur
– Eg helt, at vit spældu ein góðan fyrra hálvleik og komu til nakrar
kjansir, og tað gjørdu teir eisini. Hetta var ein fínur fyrri hálvleikur,
segði Bogi Løkin eftir dystin ímóti HB í gjár.
– Men so fáa teir eitt mál fyri steðgin og skora beint eftir steðgin.
Eg veit ikki, hvat hendi hjá okkum, men vit komu ongantíð uppaftur í
gir.
Spurdur, um hann nú fer at ynskja HB-arunum tillukku við
meistaraheitinum, leypir hann tó ikki á leistum.
– Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, men tað sær gott út hjá
teimum, serliga eftir dystin í dag. Men eg fari ikki at ynskja teimum
tillukku við meistaraheitinum, fyrr enn tað er endaligt, sigur Bogi
Løkin.
hil
Tóku eitt tórt fet
Veteranurin á HB-liðnum, Hans á Lag, var sera fegin um sigurin á NSÍ,
tí hann helt frammanundan, at hetta kundi verða ein trupul dystur.
– Men vit vistu, at vit kundu taka eitt stórt fet í dag, og tað kláraðu
vit. Tað, at vit fingu eitt mál hvørju megin hálvleikin, var rættiliga
avgerandi fyri dystin, staðfesti verjuspælarin, sum sjálvur skoraði
seinna málið hjá HB.
– Rasmus Nolsøe sendi eitt fríspark innfyri, og eg sá, at bólturin
pressaði Meinhardt, so eg fór eftir at fáa fatur í honum. Møguleikin
var har og eg fór eftir tí, kláraði tað og fekk bóltin í málið, segði Hans
á Lag.
hil
NSÍ-HB 0-2 (0-1)
HB siglir
heim