mánadagur 24. august 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 24. august 2009 – Nr. 159
Gurið skal venja VB
Gurið Mortensen verður ikki at síggja sum spælari hjá hondbóltskvinnunum
hjá VB í vetur. Gurið er nevnliga við barn, og so er líka sum trupult at hava ein
leiklut á vøllinum samstundis. Hinvegin stendur greitt, at tað verður Gurið,
sum skal standa á odda fyri einum rættiliga umskipaðum VB-liði. Gurið verður
nevnliga venjari hjá einum liði, sum í ár skal standa seg uttan útlendsku
stuðlarnar, sum liðið hevur notið gott av seinastu árini. Ístaðin verður satsað
upp á egnar spælarar, sum hóast alt ikki eru so heilt fáar í tali.
Landsliðsvenjari til ÍF
Í vikuni stóð greitt, at Boban Ilic ikki heldur fram sum venjari
hjá flogbóltsmonnunum hjá ÍF. Hann fer nevnliga at venja
Mjølnir, men tað merkir undir ongum umstøðum, at ÍF
stendur uttan venjara. Tað er nevnliga greitt, at Suni Hansen,
sum annars hevur verið hjálparvenjari hjá manslandsliðnum,
verður nýggjur venjari hjá fuglfirðingunum.
ÍF
AB
Í tjúkka mjørkanum úti
í Vika, sum á degnum
varð doypt til Mjørkadal,
megnaði ÍF lítið og einki at
gera við eitt væl tendrað
heimalið, ið mest sum
hevur tendrað jólaljós hjá
viðhaldsfólkum sínum
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
At spæla við hvítum troyggjum í
tjúkkum mjørka er kanska ikki heilt
optimalt.
Um tað var hetta, sum var
atvoldin, ber illa til at staðfesta,
men veruleikin var í øllum førum, at
fuglfirðingar høvdu sera ilt við at
finna nakað sum helst, tá teir
vitjaðu á Argjum sunnudagin.
Millum áskoðararnar var eisini
landsliðsvenjarin, Brian Kerr, men
hann mundi helst – eins og restin
av áskoðarunum – hugsa um, hvar
helvtin av dystinum gekk fyri seg.
Rasmus og Nikolaj
Vánaliga sýnið darvaði kanska ikki
heilt so nógv fyri steðgin, tá támið
hóast alt hevði hug at lætta sær
nakað av og á.
Bárðir partar royndu at skapa sær
nakað fram eftir vøllinum, soleiðis
at tey við einum sigri kundu veittra
endaliga farvæl til botnstríðið, og
tað var AB, sum fyrst á tí slóðina.
Rasmus Nielsen, sum við
kvikleika sínum var ein støðug
hóttan móti heldur tungu verjuni
hjá ÍF, sendi væl innfyri úr vinstru,
og so var Nikolaj Eriksen flatur í
luftini og til reiðar at stúta bóltin
inn.
Eftir hetta læt AB nógv av
spælinum til ÍF, og eftir nakrar
vandamiklar støður, eydnaðist tað
Nenad Saric at javna, tó at hann
varð hampuliga væl hjálptur av
Morten Overgaard, sum avrættaði
skotið.
Málið skuldi kanska veruliga
sparka gongd í ÍF, men effektin
gjørdist júst tann øvuta.
Onkursvegna fóru gestirnir aftur
niður í ferð, og veruleikin er, at
hendan ongan tíð varð sett upp
aftur.
Longu undan steðginum mundi
gingið galið, tá Poul Ennigarð valdi
at bíða við at gera fríspark, til
Rasmus Nielsen var komin inn í
brotsteigin, men Andras Ganga
bjargaði tó tí støðuni, tá hann
forðaði Stig Roar Søbstad í at skora.
Men eftir steðgin beyð ikki bøtur.
Nikolaj Eriksen legði aftur AB á
odda, tá hann sera hegnisliga
sparkaði returbólt upp undir
tvørtræið, eftir at Rasmus Nielsen
enn einaferð átti forarbeiðið.
Morten Overgaard økti til 3-1, tá
hann var kvikastur at fanga leysan
bólt eftir horna, og Søbstad økti
aftur, tá hann við innaru síðuni
stýrdi frísparksroynd frá Janusi M.
Joensen í málið.
Til reiðar til 2010
At ÍF móti dystarenda minkaði um
munin, eftir at Frank Poulsen varð
feldur í brotsteiginum, hevði minni
upp á seg. Tá var kórið hjá
frensunum longu farið at syngja, og
tann sangurin steðgar neyvan
hetta kappingarárið.
Og veruleikin er eisini, at AB nú
heldur skal hyggja uppeftir, tá mál
skulu setast fyri seinasta partin av
kappingarárinum. Liðini, sum
stríðast um heiðursmerkir, eru ikki
meira enn hálvan annan dyst
burturi, og kann formbarometrið
vekslast til úrslit seinastu seks
umførini, kann væl vera, at tað
hóast alt verða tvey feløg úr
høvuðsstaðnum millum føroysku
umboðini í Europa.
Hjá ÍF er støðan framvegis tann,
at teir ikki kunnu kenna seg heilt
tryggar. Við seks stigum aftur til KÍ
er framvegis nakað at geva av, men
skal nøkur úrtøka verða seinastu
seks dystirnar, er í øllum førum
neyðugt við einum avriki, sum
verður nakað nógv betri enn tað,
sum ÍF vísti hesaferð. Og kanska
skulu reyðar troyggjur eisini finnast
fram, soleiðis at spælararnir finna
hvønn annan betur – eisini tá tað er
mjørki.
Rasmus Nielsen, sum her er
í tvídysti við Bartal Eliasen,
var við uppleggum til tvey
mál – umframt at vinna
misnýtta brotssparkið – ein av
høvuðsmonnunum í sigrinum
hjá AB
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
AB-ÍF 4-2 (1-1):
Illa klóraðir fuglfirðingar
Vóru ikki klárir
Liðskiparin hjá ÍF, Bartal Eliasen,
var sum so rættiliga avkláraður,
tá hann eftir dystin tosaði við
Rás2.
- Í fyrra hálvleiki gongur rími-
ligt, men tá vit koma út aftur til
seinna hálvleik, eru vit slettis
ikki klárir, og tað var fult uppi-
borið, at teir vunnu í dag.
Hvussu kunnu tit spæla fleiri
góðar dystir – millum annað
grannauppgerðina í Gøtu – og
so koma til ein slíkan dyst og
ikki vera klárir?
- Eg veit ikki, og sjálvandi
kanst tú skylda uppá, at vit
hava havt nógvar skaðar, sum
hava argað seinastu tveir dyst-
ir nar. Men vit eru ikki nóg
tendr aðir í dag. Tað er veru-
leikin.
Og so helt Bartal Eliasen ikki
so øgiliga nógv um útsagn ir-
nar, sum fyrr í ár settu sum mál,
at ÍF skuldi heilt upp í toppin at
stríðast.
- Eg veit ikki, hvør hevur sett
hasi málini, men tey hava so
ikki serliga gott skil fyri fótbólti.
Tað krevur altso meira enn eitt
ár í deildini, áðrenn tú ert til
reiðar at stríðast í oddinum. Vit
hava sum mál at verða verandi
í deildini, og tað hava vit havt
leingi, segði Bartal Eliasen.
-mørk
Mjørkin darv aði
málverjunum
Janus M. Joensen – liðskipari
hjá AB, staðfesti eftir dystin, at
tjúkki mjørkin hevði darvað
serliga málverjunum.
- Líkindini at spæla vóru sum
so góð. Men frá vinstra bakki,
har eg stóð, var ofta trupult at
síggja tvørtur um vøllin. Og í
steðginum tosaði Tórður um, at
tað var trupult at koma út eftir
innleggum, tí mjørkin tarnaði
sýninum somikið nógv, segði
Janus M. Joensen við Rás2 eftir
dystin.
Í aðrar mátar staðfesti Janus
M. Joensen, at málið hjá AB
fram vegis er tað sama. Nevn-
liga at halda sessinum í
deildini.
- Vit hava ikki broytt fokus.
Tað sær sjálvandi ljósari út nú,
men málið er framvegis at
halda sær í deildini. Alt oman
fyri tað meta vit sum bonus,
segði Janus M. Joensen.
-mørk