mánadagur 24. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 41. august 2009 – Nr. 159 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Arshavin vil hava fleiri
spælarar
Hóast Arsenal hevur fingið strúkandi byrjan í Premier League, heldur
ein av profilunum á liðnum, at felagið eigur at styrkja seg, áðrenn
flytingarvindeygað letur aftur síðst í hesum mánaðinum.
- Eg haldi, at felagið má keypa fleiri spælarar beinanvegin. Vit mugu
máta okkum við toppliðini í Europa, og tí hava vit brúk fyri fleiri
spælarum, sigur Arshavin.
Bayern haltar
Týska stórfelagið FC Bayern hevur enn einaferð rent seg
inn í trupulleikar. Eftir trý umfør av týsku
landskappingini, hevur Bayern framvegis ikki vunnið
nakran dyst. Um vikuskiftið tapti Bayern – framvegis
rættiliga óvæntað – 2-1 til Mainz 05, sum ikki hevur tey
stóru avrikini í týskum fótbólti at reypa sær av. Bayern
hevur fingið tvey stig higartil og liggur nummar 12 í
kappingini.
B68
EB/Streymur
Meðan pílurin aftur
vísir uppeftir í
Sundalagnum, so
eru toftamenn - eftir a
t tað leingi gekk sum
eftir ánni - nú raktir av
málturki, og tað kostar
á støðutalvuni
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Framvegis eru teir í Sundalagnum
meistarar. Tað vera teir í eina og
kanska í tvær vikur aftrat. So verður
heiðurin tikin frá teimum og fluttur
suður í norðara húsið í Gundadali.
Leingi hevur tað ikki sæð nakað
serligt út hjá EB/Streymi, sum hevur
verið á fimta plássið. Nú vísir pílurin
rætta vegin. Teir, sum saman við
samansetta liðnum hava kappast
um silvurkrónurnar, hava allir sum
ein snávað fleiri ferðir seinastu
vikurnar, og tað hevur givið EB/
Streymi nýggjan møguleika.
Sunnudagin vitjaði ein av
kappingarneytunum til
silvurkrónurnar og harvið
europeiska luttøku. Úrslitið var
stórsigur til heimaliðið, sum vann
4-0. Harvið varð dyggiliga
undirstrikað, at tað ikki er soleiðis
hjá teimum á Svangaskarði, sum
tað fyrr í ár var.
Tá ið B68 2. august vann 3-0 á
B36, legði støðutalvan upp til, at
toftamenn skuldu kappast við HB
um FM heitið. Síðani hevur tað ikki
hilnast so væl. Tølini siga, at B68
hevur havt ilt við at finna málið hjá
mótstøðumonnunum, og at
mótstøðumenninir hava havt
lættari við at finna B68 málið, enn
teir fyrr í summar høvdu tað:
Ímóti Víkingi á heimavølli endaði
tað 2-2, ímóti AB á heimavølli
endaði tað málleyst, í Gundadali
ímóti HB endaði tað 1-3, og í
Sørvági endaði tað 0-1.
Hesa ferð eydnaðist tað ikki at
skjóta mál, og í Streymnesi var tað
staðfest, at marginalirnir, sum fyrra
partin av kappingarárinum ofta
vóru vinmenn við teir í B68, nú eru
farnir í part við
mótstøðumonnunum.
Bill Jacobsen hevði broytt
uppstillingina. Í útgangsstøðuni var
Dánjal Pauli Højgaard høgri
vongverji, Jóhan Petur Poulsen var
vinstri vongverji og Poul N. Poulsen
var á miðvallarplássi í vinstru. Í 1.
hálvleiki varð Poul settur á
vongverjaplássið, sum hann hevur
røkt so væl.
B68 hevði møguleikar at skjóta
mál, men tað eydnaðist kortini ikki.
Keita var einsamallur ígjøgnum,
men annars vandamikli maðurin
tapti uppgerðina við René Tórgarð.
Og ikki færri enn tvær ferðir sang
tað í stólpunum aftanfyri EB/
Streyma málverjan, sum kundi
venda sær á og staðfesta, at tað
hevði verið stólpa út og ikki stólpa
inn.
Undanbrekkan
Hjá EB/Streymi var úrtøkan hesa
ferð sjálvandi kærkomin og hugalig.
Eftir vónbrotið í Fuglafirði hevur
EB/Streymur í eina viku vunnið
tríggjar ferðir.
- Í 1. hálvleiki var tað rættiliga
javnt, og harvið var tað misvísandi,
at vit fóru at hvíla okkum við 3-0
leiðslu. B68 hevði ikki marginalirnar
við sær, tí teir kundu væl havt
skorað í hvussu so er tvær ferðir,
heldur EB/Streyma liðformaðurin
Egil á Bø.
Arnbjørn Hansen, sum tykist
hava funnið máltevið aftur, setti
beinanvegin hol á. B68 verjan
royndi at beina bóltin burtur eftir
horna. Tað eydnaðist ikki, og so var
málrevurin har. Tá ið hann
miðskeiðis í 1. hálvleiki økti til 2-0,
var tað eftir stórt persónligt
verjukiks. Hans Pauli Samuelsen
økti til 3-0 við fínum skoti inn við
nærra stólpa, eftir at hann úr
vinstru hevði sneitt seg leysan av
ikki serliga sannførandi verjuni.
Tá ið Sorin Anghel í 2. hálvleiki
staðfesti rimmar sigurin, var tað
stólpi inn, har tað hjá B68 í 1.
hálvleiki hevði verið stólpi út. Pætur
Dam Jacobsen, sum saman við
Briani Olsen og Levi Hanssen
mannaði arbeiðssaman sentralan
heimamiðvøll, sendi bóltin í
stólpan, og Sorin var fyrstur á
returbóltinum.
Ikki okkara
dagur
B68 venjarin Bill Jacobsen
ásannaði, at hetta hevði ikki
verið dagurin hjá
toftamonnum:
- B68 hevur ongantíð
vunnið við Margáir, og tað
gjørdu vit heldur ikki hesa
ferð. Longu í 1. hálvleiki sóu
vit, at hesin dagurin var stólpi
út hjá okkum, og tá ið teir so í
2. hálvleiki raktu stólpan, so
var tað stólpi inn, tí Sorin var
fyrstur á returbóltinum. Eg eri
nøgdur við, at vit spæla
okkum fram til fleiri upplagdar
málmøguleikar. Tá ið vit ikki
fáa mál, so verða vit uppaftur
meiri álopssinnaðir, og tað
kostaði.
Bill Jacobsen heldur
tølini vísa, at tað rættiliga er
skift í holini hjá B68:
- Vit spældu trettan
dystir á rað uttan at tapa. Nú
hava vit spælt fimm dystir
uttan at vinna. Nú mugu vit
rannsaka okkum sjálvar, finna
fram aftur til tað, sum vit hava
verið góðir til og so hava fokus
á næstu uppgávuni, sum er ÍF
á Svangaskarði.
-jh
Heðin var
væl nøgdur
Talan hevur verið um fulla
úrtøku hjá EB/Streymi í
teimum trimum dystunum,
sum hava verið seinastu
vikuna. Tí sigur tað seg sjálvt,
at Heðin Askham, venjarin hjá
EB/Streymi, var ógvuliga væl
nøgdur:
- Okkara løgdu stórt
arbeiðið í hesa uppgerðina. Vit
vóru hugsavnaðir, og tað var
hugaligt at síggja, hvussu ofta
tað eydnaðist okkum at spæla
okkum til málmøguleikar, og
hvussu stór úrtøkan var, tá ið
møguleikin var har.
Tað er stutt millum
uppgerðirnar. Longu
mikukvøldið skal EB/Streymur
aftur í eldin. Tá fara teir í
Gundadal at vitja B36 og
Sigfríð Clementsen.
-jh
Sorin Anghel staðfesti rimmar-
sigurin, tá EB/Streymur
við knúsandi sigri á B68
meldaði seg aftur í stríðið um
silvurkrónurnar
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Meistararnir
á silvurkós