mánadagur 24. august 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 24. august 2009 – Nr. 159
Rooney rundaði 100
Álopsspælarin Wayne Rooney skrivaði seg um
vikuskiftið í søgubøkurnar hjá Manchester
United, tá hann skoraði mál nummar 100 fyri
felagið. Rooney er spælari nummar 20 í søguni,
sum hevur skotið hundrað mál fyri United.
Rooney skoraði tvey mál, tá Manchester United
vann heili 5-0 á Wigan í Premier League
leygardagin.
West Ham spælari stungin niður
Verjuspælarin Calum Davenport, sum spælir fyri West Ham, var fríggjanáttina
stungin niður í heimi í sínum. 26 ára gamli Davenport var staddur heima
saman við mammu síni, og tey vórðu bæðin stungin av knívi. Ringast gekk tað
út yvir Davenport, sum varð lagdur undir skurð á sjúkrahúsi, og sagt verður, at
hann er heppin at verða á lívi. Eftir øllum at døma var ein uppgerð millum ein
familjulim og eitt vinfólk orsøk til tilburðin.
Hóast upprit frá sakførara
staðfesti, at B36 ikki hevur
grundgivið fyri, hví talan
er um heilt serligt føri, so
valdi Kappingarnevndin
hjá FSF at bólka flytingina
av spæliloyvinum hjá
Christiani Restorff
Mouritsen undir »heilt
serligt føri«. Próvbyrðan
fyri at heita á FSF um at
gera undantak, verður
soleiðis borin av – FSF
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tá Kappingarnevndin hjá FSF
fríggjakvøldið gjørdi av, at
spæliloyvið hjá Christiani Restorff
Mouritsen skuldi flytast úr HB til
B36, hóast B36 var ov seint at søkja
um leysgevingina, var talan um
ógvuliga kontroversiellan dóm.
Grundgevingin hjá
Kappingarnevndini var, at bæði
FSF- og UEFA-reglur geva
møguleika fyri at gera undantak frá
meginregluni um
flytingarvindeyga, og at tað var
einki í altjóða reglunum, sum
forðaði FSF í at gera nýtslu av
hesum undantakinum.
Hartil førdi B36 fram, at talan var
ikki um nakra dulda ætlan, tí hóast
FSF ikki hevði fingið umbøn um
flytan at spælaraloyvinum, so hevði
spælaraskiftið verið frammi í
almenna rúminum, longu tá hetta
varð veruleiki tann 6. juli.
Stór men
Men men’ini eru bæði nógv og stór,
nú avgerðin er tikin.
Ein partur av grundarlagnum
undir avgerðini var eitt løgfrøðiligt
upprit, og í sjey síður langa
uppritinum er serstakliga trupult at
finna nakra sum helst grundgeving
fyri, at B36 skuldi fáa undantak frá
regluni.
Fyrst og fremst er vert at bíta
merki í, at vanlig siðvenja hjá FSF í
ivamálum er at spyrja
fyrisitingarnar í hinum
Norðanlondunum um, hvør teirra
støða vildi verið. Tað er eisini gjørt
hesaferð, men í svarskrivum sínum
gera íslendska, danska, norska og
svenska fótbóltssambandið greitt,
at tey ikki vildi loyvt frávik í málum
av hesum slag.
Sakførarin vísir annars á, at grein
6, petti hjá 1 hjá FIFA í reglunum
um spælaraflytingar, staðfestir, at
eru felagið og spælarin samd um,
at sáttmálin verður uppsagdur í
úrtíð, so kann hetta koma undan
undantøkini, sum eru serlig.
Gjørt verður tó í hesum
sambandi vart við, at talan her er
um ein møguleika og ikki eina
skyldu, sum einstøku
fótbóltssambondini hava. Og tað
verður eisini gjørt greitt, at um
undantakið skal nýtast, so eigur
ítróttarliga ávirkanin av hesum at
vera gjølliga umhugsað, eins og
greiðar formligar reglur skulu
gerast fyri, nær slíkt undantak kann
nýtast. Slíkar reglur hevur FSF ikki,
og tað er eingin sum helst ivi um, at
talan ítróttarliga er um spælara,
sum kann fáa avgerandi ávirkan á
botnstríði í Vodafone-deildini. Í
øllum førum, um útsagnirnar hjá
B36-venjaranum dagin fyri
avgerðina hjá Kappingarnevndini,
skulu takast til eftirtektar.
Samstundis vísir sakførarin á, at
B36 í ongum føri hevur undirbygt,
hví málið viðvíkjandi Christiani
Restorff Mouritsen skal fella undir
heilt serligt føri ella greiða
misskiljing. Og tað verður staðfest,
at hóast eitt slíkt forgloymilsi er
óheppið fyri einstaka spælaran, so
verður talan ikki um serligt føri fyri
tað. Hetta tí slíkt mistak altíð vil
vera óheppið fyri óseka spælaran,
sum verður raktur.
FSF punkterar seg sjálvt
Hóast niðurstøðan ikki umfatar eitt
greitt ja ella nei, so er eingin sum
helst ivi um, at talan er um ein
juridiskan trupulleika, sum
Kappingarnevndin fríggjadagin
gav FSF.
»Um ikki ógvuliga góðar góðar
grundir tala fyri at geva eitt
undantak, má tað mælast frá, at at
undantak verður givið – ikki minst
so leingi, sum einsljóðandi reglur
fyri slíkum undantøkum ikki
finnast«.
Soleiðis ljóðast triðju seinasta
reglubrotið í frágreiðingini, og tá
ber illa til at siga annað, enn at
Kappingarnevndin átti at traðka
ógvuliga varliga, áðrenn hon
kolldømir eina avgerð, sum
nevndin longu hevur tikið einaferð.
Og at enda, staðfestir sakførarin
beinleiðis, at FSF væl kann hava
punkterað sínar egnu reglur, um
undantak verður givið. Hetta tí tað í
prinsippinum kann føra til, at FSF
ikki framyvir á sama hátt kann
tvíhalda um, at endatíðarfreistin í
flytingarglugganum at lata inn
loyvisbræv og spælarasáttmálar í
líknandi málum skal haldast, og fer
tað í so fall at bera til hjá feløgum
og spælarum at spekulara í, ikki at
halda endatíðarfrestirnar í
flytingarglugganum.
FSF bar próvbyrðuna hjá B36
Kappingarnevndin gjørdi av at nýta serligu regluna frávik grundað á heilt serliga
støðu, tá spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen varð flutt til B36. Tað
løgna er tó, at B36 ongan tíð søkti um at nýta henda serliga part av reglugerðini
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Skeivur
sáttmáli
góðkendur
Tað verður ikki tikið atlit til tað
í niðurstøðuni hjá
advokatinum, sum FSF bað
um at kanna málið viðvíikjandi
Christiani Restorff Mouritsen.
Men av skjølunum
framgongur, at sáttmálin, sum
varð sendir til góðkenningar,
als ikki er tann sáttmálin, sum
B36 sigur seg hava gjørt
almenninginum greitt, at
spælaraskiftið var veruleiki.
Tað var nevnliga tann 6. juli,
at B36 á heimasíðu sínari
staðfestir, at felagið hevur
skrivað sáttmála við Christian
Restorff Mouritsen.
Hesin sáttmálin varð
ongantíð latin FSF til
góðkenningar, hóast hetta átti
at verði gjørt í seinasta lagi
tann 13. juli. Altso eina viku
eftir, at sáttmálin varð
undirskrivaður.
Ístaðin fær FSF tann 30. juli,
sum er fyrsti arbeiðsdagur
eftir ólavsøku, ein sáttmála,
sum er dagfestur, 6. juli, men
sum FSF ikki kann góðtaka, tí
skeivur sáttmáli er brúktur,
B36 kemur síðan við nýggjum
sáttmála og er hesin dagfestur
27. juli (enntá í 2010!).Ein av
høvuðsgrundgevingum hjá
Kappingarnevndini í málinum
er annars, at tað í góðari tíð –
altso langt áðrenn
flytingargluggin lat aftur – var
greitt, at spælarin skuldi skifta
felag. Og tað má tí sigast at
vera eitt sindur merkisvert, at
sáttmálin, sum nú liggur sum
grundarlag fyri givna
undantakinum, er
undirskrivaður á seinasta
degnum, sum flytingargluggin
var opin.
-mørk