Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 41. august 2009 – Nr. 159 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini, sigur seg ikki ivast í, at nevndin hevur tikið røttu støðuna viðvíkjandi flytingini av spæliloyvinum hjá Christiani Restorff Mouritsen Bogaskjóting Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í grein 17 stk 5 stendur nevnt eitt dømi um serligt føri. Har stendur, at umsitingarligt mistak er eitt serligt føri, og tí valdi Kappingarnevndin hjá FSF at geva B36 undantak frá reglunum um spælaraflyting, tá spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen varð flutt frá HB til B36, hóast umsóknin um hetta kom FSF í hendi, eftir at flytingarvindeygað varð stongt. Tað sigur Sveinur Tróndarson, sum er formaður í Kappingarnevndini. Hann ásannar tó at tað kann tykjast løgið, at FSF valdi at játta umsóknini frá B36, hóast teir úr Noreg, Danmark, Íslandi og Svøríki fingu at vita, at har hevði eitt slíkt undantak neyvan verið givið. - Vit hava sjálvandi hugt at altjóða reglunum, men vit mugu fyrst og fremst taka atlit til tær reglurnar, sum vit hava fyri føroyskan fótbólt. At hesar so ikki eru nóg væl ajourførdar, og at nakrar konsekvensbroytingar ikki eru gjørdar, er óheppið. Men tað er nakað, sum vit mugu taka á okkara kappa, og sum vit mugu arbeiða við, staðfestir Sveinur Tróndarson. Men tit hava samstundis eitt løgfrøðisligt notat, sum staðfestir, at B36 ikki hevur grundgivið fyri, at talan er um heilt serligt føri. Vil tað siga, at Kappingarnevndin er ósamd í ráðgevingini, sum er fingin frá norðurlendskum sersambondum og føroyskari juridiskari ráðgeving. - Tað, sum Jens Wang sigur, er, at vit skulu hava góðar grundgevingar fyri at gera hetta. Og at vit skulu hugsa væl um møguligar skaðavirkningar. Tað hava vit hugsa væl og virðiliga um, og tað er eingin ivi um, at vit vilja halda tær tíðarfreistir, sum eru galdandi fyri flytingarvindeygað. Og so mugu vit gera tær tillagingar, sum eru neyðugar. - Og tað stendur í Kappingarreglunum, at Kappingarnevndin kann geva undantak. Og tað stendur eisini í reglunum, at umsitingarligt mistak er heilt serligt føri. So vilt tú gera tað niðurstøðu, at vit eru ósamdir, so kanst tú tað. Men okkara støða er, at regluverkið hjá okkum, sigur nakað annað, og tí hava vit givið undantakið. - Men tað er eingin ivi um, at tíðarbilið er ótrúliga óheppið, tá hetta hendir í hesum partinum av kappingini. Ítróttarligi integriteturin skal jú eisini havast í huga, og eg skilji væl KÍ og 07 Vestur, um tey eru ónøgd. Hinvegin skal ítróttarligur integritetur eisini tala fyri B36, sum heilt avgjørt hevur handlað í góðari trúgv, og sum longu 6. juli boðaði frá sáttmálanum. Og okkara meting er so, at tað er eitt umsitingarligt mistak – og harvið serligt føri – tá sáttmálin ikki varð latin til góðkenningar og spæliloyvið ikki flutt, sigur Sveinur Tróndarson. Kappingarstjórin svevur væl Barca fegnast um Zlatan Zlatan Ibrahimovic kom ikki á máltalvuna, men hann var ein av høvuðsmonnunum, tá Barcelona í gjárkvøldið vann spanska Super Cup við sigri á Athletic Bilbao. Messi skoraði tvær ferðir og Bojan einaferð, tá Barcelona vann 3-0, og eftir dystin rósti Barca-venjarin, Josep Guardiola, nýggja svenska áleyparanum. Zlatan legði upp til fyrra málið hjá Messi, og hann helt seg hava skora til 2-0, men tá hevði dómarin longu bríkslað fyri brotssparkinum, sum Messi skoraði sítt seinna mál uppá. Rok eftir HM í Berlin Seks av íðkarunum í HM-kappingini í frælsum ítrótti, sum hevur verið í Berlin, eru nú ákærdir fyri gøtuófrið í Berlin. Klokkan fýra í nátt vildu teir seks inn á eitt diskotek í týska stórbýnum, og tá durðavørðarnir noktaðu fyri hesum ,fingu teir av at vita. Løgreglan vil ikki siga, hvørjir teir handtiknu eru, men í miðlunum verður staðfest, at talan er um tríggjar frá Bahamas, tveir av Cuba og ein amerikumann. Eisini verður skrivað, at talan er um eins silvur- og tveir bronsuvinnarar. Uttandura Føroyameistara­ kapping í bogaskjóting var á Svangaskarði í gjár. Vinnararnir gjørdust Albert Dam í Compound­bólkinum og Hans Petur Højgaard í Recurve­bólkinum. Teir mugu í dag teljast millum eldru og rættiliga rutineraðu skjúttarnar í Føroyskari bogaskjóting jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Lagt var upp til spennandi finalur í uttandura Føroyameistarakappingini í bogaskjóting um døgverðatíð í tjúkkum mjørka á Svangaskarði í gjár. Í Compound skuldu Albert Dam og Jógvan Niclasen hittast, og í Recurve skuldu Hans Petur Højgaard og Annika Vang hittast. Í innleiðandi kappingini, sum verður hildin fyri at avgera plaseringarnar til finaluumfarið er møguleiki at vinna sær upp til 720 stig. Men millum finalistarnar í Compound vóru bara trý stig á muni innleiðandi, tí Albert Dam fekk 641 stig og Jógvan Niclasen fekk 638 av slagnum. Í Recurve var munurin næstan líka lítil innleiðandi. Hans Petur Højgaard hevði vunnið sær 552 stig og Annika Vang hevði vunnið sær 549, samstundis sum hon hevði sett tvey nýggj met fyri kvinnur. Enn skjóta menn og kvinnur kappingar í Føroyum saman, tí tað eru ikki nóg nógvar kvinnur, ið skjóta. Men áðrenn teir 12 pílarnar í finaluni, skuldu ikki færri enn 96 pílar skjótast. Og tað vóru eisini 11, sum ikki náddu nakað finalupláss. Compound Í Compound-bólkinum vóru 8 skjúttar, ið allir vildu vinna innleiðandi kappingina, so teir kundu møta einum lutfalsliga veikari mótstøðumanni í finaluumførunum. Albert Dam og Jógvan Niclasen løgdu seg sera javnar á odda, meðan Sigrid Vang, Per Holm Andersen og Magnus Andreassen lógu einum bólki aftanfyri teir báðar fyrstu. Hetta hevði við sær, at Albert Dam og Jógvan Niclasen skutu ímóti veikaru skjúttunum á degnum og vunnu sínar dystir. Jógvan Niclasen var í tí støðu, at hann sló Rakul Dam, sum er mamma hansara, úr kappingini. Sigrid Vang vann eisini sín fyrsta dyst, og var somuleiðis klár til hálvfinalu. Seinasti dysturin var millum Magnus Andreassen og Per H. Andersen. Magnus koppaði veteraninum úr felagnum við trimum stigum, og var tí klárur til hálvfinalu. Í hálvfinalunum vunnu Jógvan Niclasen og Albert Dam, so Magnus Andreassen og Sigrid Vang hittust í bronsudystinum. Hendan vann ungi Magnus Andreassen við sjey stigum á Sigrid Vang. Hon megnaði tó at seta eitt nýtt met fyri Compound kvinnur í gjár, tá hon fekk 109 stig av 120 møguligum við 12 pílum. Men eisini Magnus Andreassen fekk sær tvey met afturat, tí hann megnaði at skjóta tað besta, sum nakar undir 17 ár, hevur skotið á 70 metrum nakrantíð. Bæði í hálvari og fullari rundu. Recurve Innleiðandi vunnu Hans Petur Højgaard og Annika Vang sær ovastu plássini. Fitt aftanfyri lógu Eirikur í Jákupsstovu og Jógvan Magnus Andreasen rættiliga javnir. Hinir tríggir skjúttarnir vóru eitt sindur aftari. Annika Vang og Jógvan Magnus Andreasen úr hálvu innleiðandi vunnu lættliga sínar dystir og komu í hálvfinalurnar, men soleiðis gekk ikki hjá Eiriki í Jákupsstovu. Jim S. Guttesen og Eirikur í Jákupsstovu hittust, og hóast munurin innleiðandi var rættiliga stórur til fyrimuns til seinna nevnda, so vann Jim S. Guttesen sera sannførandi. Í hálvfinalunum vunnu tey, ið nú vóru vorðin favorittar sínar dystir, so Jógvan Magnus Andreasen og Jim S. Guttesen hittust í bronsudystinum. Í nógva mjørkanum var skjótingin ikki góð, men Jógvan Magnus Andreasen livdi upp til favorittleiklutin og vann. Finalurnar Sum vit byrjaðu, so hittust Albert Dam og Jógvan Niclasen í Compoundfinaluni. Nú varð vorðið so vátt, at pílarnir nærum fóru ígjøgnum skivuna, og so óklárt, at torført var at finna miðjuna. Tó sýntist finalan spennandi, og skjótingin var heldur ikki ring. Endin var tó hann, at Albert Dam, sum er nakað eldri enn Jógvan Niclasen, vann dystin, og er tí Føroyameistari í bogaskjóting uttandura 2009. Í Recurvefinaluni skuldu Hans Petur Højgaard og Annika Vang hittast. Annika Vang hevði long sett tvey nýggj met, men hon kundi helst hugsað sær gullið. Tað ætlaði rutineraði Hans Petur Højgaard ikki, og vann finaludystin sannførandi, hóast Annika Vang skeyt sín besta dyst á degnum. Teir eldru tóku gullið Hans Petur Højgaard var stinnasti recurve-skjúttin, tá FM í bogaskjóting var á skránni á Svanaskarði sunnudagin Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir