mánadagur 24. august 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 24. august 2009 – Nr. 159
Inter fekk bert javnleik
Meistaraliðið í Italia seinnu árini, Inter, fekk eina heldur keðiliga
byrjan í Seriu A um vikuskiftið. Inter var á heimavølli ímóti
uppflytarunum Bari, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Nýggi
álopsspælarin hjá Inter, Samuel Eto’o, skoraði við brotssparki, men
Vitali Kutuzov javnaði fyri Bari í seinna hálvleiki. Grannarnir hjá Inter,
AC Milan, tosa hart um at vinna italska meistaraheitið í ár, og teir
byrjaðu kappingina við sigri.
Hjálparvenjarin søkti Julian
Julian Johnsson og liðfelagarnir í FC Svendborg høvdu um
vikuskiftið vitjan av Holstebro, sum hevði tapt báðar sínar fyrstu
dystirnar í kappingini. Hesaferð syrgdi hjálparvenjarin hjá Holstebrø,
Anders Staldsgaard, tó fyri, at hansara lið vann. Hann skoraði ikki
minni enn trý mál í dystinum, sum Holstebro vann 4-2.
Niðanfyri prentað vit nøkur av teimum
mongu SMS’boðunum, sum komu inn til 3.
hálvleik á Rás2. Besta boðið vann ein pakka av
KitKat-ísum, og er hetta boðið prentað fyrst
og í røðini
»HB spælir í Gundadali og AB í Mjørkadali«
»Gud segdi lat tad verda ljós... Hans á Lag
segdi SPYR PENT!!!«
»Næsta summar verður tað lørdags pizza
áðrenn dystirnar í klaksvík:-D«
»Lidini ur Eysturoy hava søkt um kommunalan
utjavningarstudul, fyri at faa HB aftur.«
»Lysing frá skósøluni vid Gøtugjógv: Nyggir
skógvar heimkomnir, serliga gódir til
gummibein :)«
»Man Vìkingur fara at vinna fair play prìsin-
teir, hava latid øll botnlidini fingi 3 stig og
harvid ikki gjørt mun à nøkrum«
»AB gjørt samstarvsavtalu við týska felagið
Rot Weiss Essen«
»Eftirlýsing à Argjum,dòmarin burturblivin ì
mjørkanum.:-D«
». . , - sådan skorer Nicolai«
»Tòrdur Thomsen fòr òdur av vøllinum, ti
hann helt at AB tapti!«
»Utvarpid hevur uttanumtos og Ras 2 hevur
mjørkatos«
Bestubitar úr 3. hálvleiki
Við sigri á HB vann VB/
Sumba odda sessin aftur
frá havnar felagnum, ið
hevur uppflyt ingar kandi
datarnar úr B71 og TB undir
liðini á sær á stiga talvuni
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Framvegis er ikki til at siga, hvørji
lið verða uppflytarar úr 1. deild hjá
monnum, tí har er ein nokk so jøvn
kapping millum trý. VB/Sumba sær
út til at hava bestu kortini á hondini
og er eisini á odda, men ikki eru
meira enn tvey stig niður til B71 og
TB, ið eisini ætla at vinna sær
uppflyting.
Merkisvert er, at HB støðugt
blandar seg millum tey fremstu,
eins og bæði B68, NSÍ og næstan
eisini Víkingur liggja í nánd av
toppinum, tí hetta eru alt lið hjá
feløgunum, sum frammanundan
eru umboðað í Vodafonedeildini,
enntá millum tey allarfremstu har.
FC Hoyvík, sum eitt skifti var á
odda, er dragnað nokk so fitt, men
kann enn blanda seg, meðan
niðurflytararnir av Skála spakuliga
eru í ferð við at nærkast miðjuni
eftir ein slakan start. Niðast er MB,
ið ikki sær út til at hava teir stóru
møguleikarnar, tí heili 16 stig eru
upp til eitt pláss oman fyri
niðurflytingarstrikuna.
Málríkt í Suðuroy
Um vikuskiftið var enn eitt umfar í
1. deild, og her vístu
suðuroyarfeløgini, VB/Sumba og TB,
at tey í øllum førum eru ment at
skjóta nógv mál, tí tey fingu fimm í
part. Hinvegin eru verjurnar einki at
reypa av, tí ímóti teimum fingu
ávikavist HB og Víkingur trý og tvey
mál.
VB/Sumba hevði heimavøll, tí HB
ikki møtti til ein dyst suðuri í Vági í
summar, og har stóð á gomlum
nøglum. HB var á odda bæði 2-0 og
3-2, áðrenn tað eydnaðist VB/
Sumba at seta seg á dystin og
vinna.
Somuleiðis var TB aftanfyri bæði
0-1 og 1-2, sum eisini var
hálvleiksstøðan á Sevmýri, áðrenn
bilbukt fekst við Víking, ið at enda
mátti lúta, tí TB vann heili 5-2.
Mest í fyrra hálvleiki
B71 vann á útivølli 1-0 á FC Hoyvík,
men hevði bæði spæl og
møguleikar til mangt slíkt. Og so
kundi tað enntá endað heilt galið
hjá sandoyingum, tí FC Hoyvík
ímóti endanum hevði skot á
yvirliggjaran!
B68 og Skála samdust um
javnleik á Svangaskarði í einum
jøvnum dysti, ið var hendingarríkari
í fyrra hálvleiki enn seinna. Bæði
málini komu fyri steðgin.
Og í Miðvági fór NSÍ avstað aftur
við øllum, tá tað eydnaðist at vinna
2-1 í einum dysti, har gestirnir vóru
omaná fyri steðgin, men vertirnir í
seinna hálvleiki, tá teir millum
annað rakt stongina í yvirtíðini.
Fakta
TB-Víkingur 5-2 (1-2)
0-1: Andras Mikkelsen
1-1: Gilli Sørensen
1-2: Hans Jákup á Reynatrøð
2-2: Dan Mortensen
3-2: Dan Mortensen
4-2: Dan Mortensen
5-2: Tórður Mortensen
VB/Sumba-HB 5-3 (0-2)
0-1: Jarleivur Hansen
0-2: Tony Rasmussen
1-2: Jón Krosslá Poulsen
2-2: Henning Joensen
2-3: Jógvan S. Nolsøe
3-3: Pól Thorsteinsson
4-3: Jón Krosslá Poulsen
5-3: Henning Joensen
B68-Skála 1-1 (1-1)
1-0: Kristian Anthon
Andreasen
1-1: Rói Jacobsen
FC Hoyvík-B71 0-1 (0-1)
0-1: Mads Hentze
MB-NSÍ 1-2 (0-2)
0-1: Eyðstein Skipanes
0-2: Sonni L. Petersen
1-2: Ingi Ole-Jacobsen
Gamli málrevurin, Súni Fríði Barbá, sum nú er venjari hjá B68 í 1. deild, spældi sjálvur í álopinum hjá
toftamonnum, tá Skála vitjaði leygardagin
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
VB/Sumba aftur á odda