mánadagur 24. august 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 41. august 2009 – Nr. 159 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Ferguson ræðist okkum
Carlos Tevez, sum í summar skifti frá Manchester United
til City, sigur nú, at hann heldur fyrrverandi venjara sín,
Alex Ferguson, ræðast seg og Manchester City. –
Ferguson er søga fyri mítt viðkomandi, men eg veit, at
hann ræðist at skula spæla móti okkum. Og tað er at
spæla við eld, tá hann finst at Manchester City, sigur
Carlos Tevez við Globoesporte.
Vilja spæla við Læraraskúlan
FF Undri og FF Giza hava prátað við Tórshavnar Kommunu um at nýta
grasvøllin við Venjingarskúlan í Havn til fótbóltsvøll. Tað skrivar
heimasíðan hjá Undrinum. Sambært heimasíðuni letur kommunan væl
at hugskotinum. - Tað hevði loyst trupulleikarnar hjá Undri FF og FF
Giza, og tað hevði samstundis tikið trýstið av Gundadali, sigur Mikkjal
Hvannastein, næstformaður í Undrinum, við undriff.com. Feløgini vilja
bøta um umstøðurnar, har tað er serliga trupult at fáa venjingartíðir á
vøllunum í høvuðsstaðnum. Undri FF heldur til í Gundadali, og FF Giza
hevur venjingar á Argjum.
Eftir at summi av liðunum
hava spælt tveir og summi
tríggjar dystir í ársins
Premier League-kapping,
eru tað trý London-feløg, ið
eru komin best frá byrjan
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Nú enska fótbóltskappingin av
álvara er farin í gongd, eru tað trý
feløg úr London, sum hava fingið
bestu byrjanina og manna trý tey
ovastu plássini. Tey eru Tottenham,
Chelsea og Arsenal, sum beint í
hølunum á sær hava tey bæði
Manchester-feløgini, United og City.
Nógv bendir á eina spennandi
kapping, og ikki er heldur sørt, at
tey óvæntaðu úrslitini alla tíðina
liggja og lúra. Hesa ferð var eingin
sensatión, men sjálvt tey, ið verða
mett at liggja í tyngra endanum,
royna at bíta frá sær.
Søguligu Spurs
Í fjør fekk Tottenham ringastu
byrjanina nakrantíð í Premier
League, men í ár er vent í holuni, tí
ongantíð fyrr hevur liðið lagt út við
trimum sigrum á rað. Triði sigurin
kom til høldar í eini London-
uppgerð á útivølli ímóti West Ham.
Í hesum dysti fekk West Ham-
spælarin, Carlton Cole, ein
høvuðsleiklut. Fyrst legði hann
West Ham á odda við einum
drønskoti, men fimm minuttir
seinni var tað hansara feilur, at
Tottenham fekk svarað aftur, tá
hann mestsum spældi Jermain
Deofoe leysan.
Við til søguna hoyrir, at tá
Tottenham ellivu minuttir fyri tíð
staðfesti 2-1 sigurin, var tað eisini
eftir ein brølara í West Ham-verjuni.
Teir hava alt
Carlo Ancelotti má sigast at hava
fingið eina dreymabyrjan sum
venjari í Chelsea, nú liðið higartil
hevur vunnið tríggjar av trimum
møguligum sigrum. Bert
málmunurin ger, at Tottenham er
frammanfyri.
Hesa ferð vann Chelsea trygt á
Fulham, har framherjarnir, Didier
Drogba og Nicolas Anelka, gingu
undan við at spæla hvønnannan
fríar til mál.
– Drogba og Anelka spældu sera
væl, og henda dystin vístu teir, at
teir duga at spæa saman. Anelka er
skjótur og Drogba sterkur, so
tilsamans hava teir alt, segði
Ancelotti.
Unga Arsenal
Undan hesum kappingarárinum
vóru fleiri ivasom, hvussu unga
Arsenal-manningin fór at standa
seg í ár, men higartil hevur liðið hjá
Arsene Wenger svarað aftur við
tveimum stórsigrum.
So mikið væl hevur ligið fyri at
skotið mál, at Arsenal hevur nógv
bestu málúrtøkuna, hóast liðini
omanfyri hava spælt ein dyst meira.
Í fyrsta heimadystinum á
Emirates hetta kappingarárið, vísti
Arsenal enn eina ferð, at hinir
meistaraheitisbiðlarnir helst skulu
vænta sær kapping frá The
Gunners.
United við aftur
Ensku meistararnir úr Manchester
United fingu rist skelkandi tapið í
vikuni ímóti Burnley av sær, tá teir
um vikuskiftið vunnu 5-0 á útivølli
ímóti Wigan.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki,
men tá Wayne Rooney skoraði til
1-0 í 56. minutti, var tað hansara
mál nummar 100 fyri United. Hann
skoraði eisini til 3-0.
– Tú noyðist at reisa teg aftur, tá
tú hevur tapt, segði venjarin, Sir
Alex Ferguson, sum annars gramdi
seg um, at seks upplagdir kjansir
vóru brendir í fyrra hálvleiki.
Hann og spælararnir jagstra
fjórða meistaraheitið á rað. Eydnast
tað, er tað nýtt met í Premier
League.
City hongur í
Eisini Manchester City er komið væl
frá byrjan, og hesa ferð fekk
fyrrverandi Arsenal-framherjin,
Emmanuel Adebayor, víst
áskoðarunum á heimavøllinum hjá
City, at hann eisini kann skora fyri
sítt nýggja felag.
Ímóti Wolverhampton, sum er
uppflytari, vann City ein tunnan,
men kærkomnan, 1-0 sigur. Sostatt
hevur pengasterka felagið í
Manchester fingið víst, at roknast
skal kanska við enn einum
avbjóðara.
London hevur leiðsluna
Støðan, Premier League
1
Tottenham
3
3-0-0
9-3
9
2
Chelsea
3
3-0-0
7-2
9
3
Arsenal
2
2-0-0
10-2
6
4
Manchester United
3
2-0-1
6-1
6
5
Manchester City
2
2-0-0
3-0
6
6
Sunderland
3
2-0-1
4-4
6
7
Burnley
3
2-0-1
2-2
6
8
Birmingham
3
1-1-1
1-1
4
9
Stoke
3
1-1-1
2-4
4
10
Liverpool
2
1-0-1
5-2
3
11
West Ham
2
1-0-1
3-2
3
12
Fulham
2
1-0-1
1-2
3
13
Wolverhampton
3
1-0-2
1-3
3
14
Hull
3
1-0-2
3-7
3
15
Wigan
3
1-0-2
2-6
3
16
Aston Villa
1
0-0-1
0-2
0
16
Bolton
2
0-0-2
0-2
0
18
Blackburn
2
0-0-2
1-4
0
19
Portsmouth
3
0-0-3
1-6
0
20
Everton
2
0-0-2
1-7
0
Úrslit, Premier League
Leygardagin:
Arsenal-Portsmouth
4 - 1
Birmingham-Stoke
0 - 0
Hull-Bolton
1 - 0
Manchester City-Wolverhampton
1 - 0
Sunderland-Blackburn
2 - 1
Wigan-Manchester United
0 - 5
Sunnudagin:
West Ham-Tottenham
1 - 2
Burnley-Everton
1 - 0
Fulham-Chelsea
0 - 2
Í dag:
Liverpool-Aston Villa
Tottenham hevur fingið eina søguliga góða byrjan í Premier League og er oddalið í bestu ensku deildini