Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 157 - 20. august 2009 nøvn Andlát og jarðarferðir Signdith Nielsen, Fámjin, andaðist fríggjadagin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, 68 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Hin 5. juni 2009 andaðist Hilmar Persson 67 ára gamal. Hilmar var sonur Frantz Persson og Bertu f. Lindberg, bæði úr Trongisvági. Á ungum árum gjørdust Hilmar og bróðir hansara Måns foreldraleysir. Miðskeiðis í sekstiárunum flutti Hilmar úr barnaheiminum á Brekk­ unum vestur í summarhúsið hjá páp­ anum at búgva. Eitt hitt fyrsta ið Hilmar fór undir var at velta alla trøðna, ið hoyrdi til, og byggja upp í lítla húsið. Tað gekk ikki long tíð, so var váta og ónýtiliga trøðin umskapað til eitt grønt og vakurt jarðarstykki. Seinni kom súrhoyggjabrunnur, tí neytini vóru tvey í tali. Og tað er haðani eg frá barndómsárum mínum minnist Hilmar, tá omma sendi meg vestur við spann at keypa mjólk. Blaðungur fór Hilmar at arbeiða hjá Telefonverkinum, fyrst sum linju­ maður og frá 1970 sum arbeiðsfor­ maður. Sjeytiárini vórðu ein stór avbjóðing, tí tá skuldi gamla tele­ fonin automatiserast, og í Suðuroynni kom m.a. Hilmar at standa fyri hesum arbeiði. Tá ið mest var at gera, hevði hann okkurt um 20 mans undir sær, og vert er at nevna, at tey mongu kapulhúsini, sum daga fram í náttúruni, vóru tey fyrstu í Føroyum. Hann var sína ungdómstíð ógvuliga áhugaður í kappróðri, og hann mann­ aði saman við vinmonnum sínum fyrst Firvald og síðani Suðuroying, og vunnu teir hesa tíðina eina røð av stoltum sigrum fyri FSR. Eg kendi Hilmar fyrst og fremst sum ein sera arbeiðssaman mann. Hann elskaði jørðina, djórini og náttúr­ una, og hesi fóru við at kalla allari frítíð hansara. Hann var altíð tíðliga á fótum og helt javnan fyri, at frægast var at fáa sum mest frá hondini áðrenn middagsleiti. Tey, ið kendu Hilmar, vita, at hann var álitismaður og var altíð klárur at veita hjálp, tá ið á stóð. Hilmar var søgufróur og hevði óføra gott minni. Serliga minnist eg skemtingarsama og speirekandi lyndi hansara. Eg minnist hann eina­ ferð tosa um eina nýggja typu av monnum. Øll kenna ein playboy, men hann helt, at nú var ein komin afturat, ið kallaðist telduboy. Hann dugdi væl at fara við fólki, og tí stóð ongantíð á hjá honum at fáa fólk at hjálpa sær við einum og hvørjum. Tey, ið gjørdu honum tæn­ astur, fingu altíð ríkiligt afturfyri, tí hann var ongantíð pírin. Sum eitt eindømi í Føroyum læt hann í mong ár sín privata svimmjihyl standa til taks, soleiðis at bygdar­ fólkið hevði møguleikan at svimja inni hjá honum. Hann legði nógv fyri og spardi ikki seg sjálvan – havi hoyrt frásagt at hann var sterkur sum fáur. Men hann kom eisini at gjalda prísin og mátti leggjast undir skurð á Ríkis­ sjúkrahúsinum. Har var ikki nógv at gera, tí ryggurin var ov illa farin. Tað síðstu tíðina gingu kreftirnar av álvara undan vegna sjúku, og tað nívdi hann almikið, at hann ikki fekk gjørt alt tað, hann var vanur at gera. Hóast svára pínu, so royndi hann til tað síðsta at taka eina hond í. Saknurin er stórur, nú ein av teimum allar frægastu monnunum hevur lagt frá sær. Men vit eiga nógv góð minnir um henda merkismann. Friður verið við minninum um Hilmar Persson. Poul Minningarorð um Hilmar Persson Prógv Claus Thomsen, Tórshavn, hevur staðið útbúgvingina sum Master in Maretime Teknologi á Danmarks Tekniske Universitet ­ við hægsta próvtali. Dagurin 24. august. Bartalsmessa ella bartalsøka. Til minnis um lærusveinin Bartolomeus. Navnið merkir sonur Ptolemeusar. Tann 24. august 1943 var eitt løgtingsval, sum varð rópt bartalsmessuvalið. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Hartvig abbin farin ert tú, og eftir við sorgini sita vit nú. Men minnini aldrin burtur fara, um tína sál so góða og kæra. Tú hevur okkum við søgum fylt, ta løtuna var alt so stilt. Ja hesa løtu tú segði frá, man alla søguna fyri sær sá. Góði abbi tú elskaður var, ikki minst av okkum, sum vóru tær nær. Tú kundi so mangt við hondunum byggja, bæði hús og bátar eftir teg lyggja. Nú hevur Guð tínar dagar talt, og vit vilja takka tær fyri alt. Betri abba vit ei kundu ynskt, nú manglar bert tað, sum er allar tyngst. At siga farvæl er ikki lætt, tað er sikkurt og púra satt. Nú følist alt so tómt og kalt, men góði abbi takk fyri alt. Hvíl í friði Abbasynirnir Til minnis um abba okkara Hartvig Poulsen í Vági f. 23. mars 1932 d. 7. august 2009 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Tórir Thomsen Norðagøtu andaðist í heiminum leygarkvøldið 22. august, 91 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju mikudagin kl. 14. Familjunnar vegna Hjørdis og Katrin sum hevur ein merkisdag, sum t.d. ein rundan føðingardag, brúdleyps­ dag, starvsdag ella onkran, ið hevur fingið nýtt starv e.a., so sig okkum frá hesum. Send nøkur orð og eina mynd til: Postsmoga 76 110 Tórshavn Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn Veitst tu um onkran... Tú ert eisini vælkomin inn á gólvið í Miðlahúsinum ella ringja tlf 341800. Eisini ber til at senda ein teldupost til: post@sosialurin.fo