mánadagur 24. august 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 20. august 2009
29
Í áliti um “Pensjónsnýskip
an 2009” eru útrokningar
av sonevndum “eldra
útreiðslum” seinru árini,
og framskrivingar heilt
fram til ár 2050 av, hvussu
stórur partur av brutto
tjóðarúrtøkuni (BTÚ) fer
at verða nýttur til hesar
somu “eldraútreiðslur”, um
ikki verður táttað í.
Í stuttum eru
niðurstøðurnar,
· at “eldraútreiðslurnar”
fara at vaksa úr 10% upp í
20% av BTÚ í 2049,
· at tá verður neyðugt at
taka 60% inn í skatti,
· og at henda gongd kann
verða tálmað við at taka
millióna upphæddir av
fólkapensjónini hjá verandi
og komandi pensjónistum.
Landsfelag Pensjónista skal
ikki her gera viðmerkingar
til sjálvar framskrivingar
nar, men ráðini at venda
gongdini undra okkum al
mikið, tí sum kunnugt hev
ur útgjaldið av fólkapensjón
til tann einstaka pensjónist
in so at siga verið sama
krónutalið tey seinastu 10
árini. Meðan lønir, prísir og
ikki minst BTÚ eru vaksin
nógv hetta tíðarskeiðið,
hava bert teir fólkapensjón
istar, sum fáa viðbót til
fólkapensjónina, fingið eina
minimala regulering av
útgjaldininum.
Í “Pensjónsnýskipan
2009” frá Fíggjarmálaráðn
um finna vit onga útrokn
ing ella framskriving av,
hvussu stórur partur av
BTÚ verður nýttur til
fólkapensjón.
Vit hava tí biðið búskap
arfrøðingar rokna hetta út
fyri okkum: Sí mynd
Danmark nýtir størri
part av BTÚ til fólka
pensjón enn Føroyar gera
Danmark, sum eisini rindar
ein part av okkara fólkapen
sjónsútreiðslum, nýtir so
statt munandi størri part av
sínum BTÚ til fólkapen
sjón, enn vit gera, í 2005
heili 4,5% móti okkara
3,6%. Leysliga mett nýta
Danir áleið 1% meira av
teirra BTÚ til fólkapen
sjónir, enn Føroyingar gera.
Landsfelag Pensjónista
skilir, at ikki bert almenn
ingurin, men eisini mong
tingfólk, ikki enn hava skilt
og tikið støðu til tey ógvus
ligu árin, sum nýggja pen
sjónsuppskotið fer at hava
á viðurskiftini hjá verandi
og komandi fólka
pensjónistum.
Fólkapensjónin er nú um
hálva øld gomul, og vit eru
samd við Fíggjarmálaráðið
í, at stórur tørvur er á ábót
um og nútímansgerð. Sumt
í skipanini er grundað á
avoldaðan hugsunarhátt.
Politiska skipanin má
ikki fremja ógvuslig
inntriv í óðum verkum til
skaða fyri pensjónistar
Minkandi útreiðslurnar til
fólkapensjón í mun til
BTÚ siga okkum tó, at tað
hevur ongan skund at
fremja ógvuslig inntriv til
skaða fyri pensjónistarnar.
Stundir eru til, at bæði
almenningur, áhugabólkar
og politiska skipanin
kunnu viðgera fólkapen
sjónsøkið, áðrenn stórur
skaði í óðum verkum verð
ur gjørdur bæði á fólkapen
sjónsskipanina og á væl
ferðina hjá tí einstaka
pensjónistinum.
Heitt verður á Fíggjar
málaráðið um sum skjótast
at koma við lógaruppskoti
um fyrra part av pensjóns
nýskapanini, uppsparing til
eginpensjón.
Pensjónsuppskotið má
hava fólksliga viðgerð og
ikki skrumblast ígjøgnum
Tey ógvusligu og ógrund
aðu inntriv, sum álitið um
“Pensjónsnýskipan 2009”
leggur upp til, mugu ikki
skaða vælferðina hjá tí
einstaka pensionistinum
ella skaða grundleggjandi
virðir í fólkapensiónsskip
anini sjálvari, og mugu
ikki verða skundað ella
skrumblað ígjøgnum uttan
fólksliga viðgerð og uttan
eina gjølliga politiska við
gerð, ið førir til væl um
hugsaðar niðurstøður.
Hetta skal tó ikki forða
politisku skipanini í at gera
bráneyðugar batar á pen
sjónina til gagns fyri ring
ast stillaðu pensjónistarnar.
Landsfelag Pensjónista
heitir tí inniliga á Fíggjar
mmálaráðið at sleppa ætlan
ini um at hava uppskot um
inntriv í verandi fólkapen
sjónsskipan klárt longu 1.
oktober og heldur seta eina
meira realistiska tíðarfreist
sum t.d. 1. oktober 2010.
Ískoyti til viðmerkingar um »Pensjónsnýskipan 2009«
næstformaður,
Landsfelag
Pensjónista
Arne
ThorsTeinsson
Útreiðslur til fólkapensjón í mun til BTÚ eru minkaðar í Føroyum
Tað vísir seg, at útreiðslurnar til fólkapensjón hesi seinastu 12 árini hevur verið ein
minkandi partur av BTÚ:
Útreiðslur til Fólkapensjón í % av BTÚ 1997-2008:
1997 1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008
4,2
3,5
3,6
3,6
3,3
3,5
3,7
3,6
3,6
3,3
3,2
3,2
Kelda: Fíggjarløgtingslóg 2000, 2002, og búskaparmeting Landsbankans 2002 og Hagtalstrunnur hjá Hagstovu Føroya.
Ein lækking úr 4,2% til 3,2% av BTÚ er í okkara eygum rættuliga álvarslig. Men eru
fólkapensjónsútreiðslurnar høgar ella lágar í Føroyum samanborið við onnur lond?
Heldur ikki hetta verður svarað í álitinuum, tí eingi samanberandi tøl verða har løgd
fram.
Útreiðslur til Fólkapensjón í % av BTÚ í Danmark 1996-2005
Tað land, ið lættast er at samanbera við, er Danmark, og somu búskaparfrøðingar
hava sett upp hetta yvirlit:
1996
1997
1998
1999
2000
2001
2002
2003
2004
2005
4,9
4,6
4,6
4,4
4,3
4,3
4,2
4,4
4,3
4,5
Kelda: Forsikring og Pension og Danmarks Statistik Databank.
Soleiðis sum reglurnar nú verða umsitnar
ber ikki til at venda sær við serføroyskum
matvørum til heimamarknaðin. Til stóran
bága fyri ferðavinnu og annan smáídnað,
eru smáar matstovur, handlar við
serføroyskum viðskera og
ferðavinnufyritøkur á bygd um ein háls av
krøvum frá Heilsufrøðiligu. Myndug
leikarnir mugu taka hendan spurning í
álvara og fáa hann loystan.
ES marknaðurin
Fyri at verða góðkendur fiskaútflytari er
grundleggjandi neyðugt at halda seg til
strongu ESreglurnar á matvøruøkinum.
Gera vit ikki tað, missa vit ein stóran part
av okkara fiskakeyparamarknaði, og tað
tola vit sjálvsagt ikki. Tann partin av ES
reglum, sum hevur við útflutning at gera,
eiga vit tí framhaldandi at seta í gildi í
Føroyum og at halda.
Heimamarknaðurin
Á heimamarknaðinum eiga vit at gera
okkara egnu reglur, sum sjálvsagt skulu
tryggja reinføri og dygd. Men hetta eigur at
veðra gjørt uttan at gera krøvini so umfat
andi, at tey ikki eru møgulig at halda hjá
smáum føroyskum fyritøkum, sum royna at
byggja ein marknað upp við serføroyskum
mati og upplivingum. Gera vit ikki tað, fara
hesar fyritøkur fyri bakka. Ikki tí tað er
neyðugt, men heldur av okkara egnu for
feingiligheit.
Trupulleikin eigur at verða loystur,
annaðhvørt við at áseta reglur í nýggju
matvørulógina, sum ætlanin er at leggja
fyri Løgtingið, ella eiga serlig atlit at
verða tikin til okkara heimamarknað, tá
ESkunngerðir frameftir verða settar at
galda fyri Føroyar. Fari í hesum sambandi
enn einaferð at heita á landsstýrið um at
taka hendan spurning í størsta álvara.
Alt gott um at landsstýrisfólk reika
verðina runt á messum og ráðstevnum,
fyri at greiða frá okkara serføroysku
viðurskiftum. Men havast má eisini í
huga, at tað er her heima at arbeiðið
skal gerast.
Núverandi støða
ikki haldbar
Reglurnar verða sum er umsitnar
soleiðis, at tað ber ikki til at framleiða
serføroyskan mat til heimamarknaðin.
Framleiðararnir verða snøgt sagt um
ein háls av órímiligum krøvum frá
Heilsufrøðiligu. Støðan er ikki haldbar
og má tí fáast á beint, skulu vit hava
nakra vón um framhaldandi at varð
veita smáu matstovurnar, handlar við
serføroyskum mati og smáu ferðavinnu
fyritøkurnar á bygd.
At fara undir at nýta tíggjutals
milliónir til marknaðarførðslu av Før
oyum sum ferðavinnuland er burtur
við, um omanfyrinevndu viðurskifti
ikki fáast í rætt lag sum skjótast.
Kann koma at kosta
løgtingsmaður
Bjørn KAlsø
Forsíðan á Sosialinum 3. august, har
Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø,
boðar frá, at tey steingja Kirkjubøgarð
fyri ferðafólki vegna strongu krøvini frá
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Nr. 144 • Mánadagur • 3. august 2009 • 83. árg. • Kr. 20,00
Síða 11
EB/Streymur-KÍ 7-0:
Størsta tapið hjá
KÍ nakrantíð
Bót fyri
at skjóta
svartfugl
Vandamikil
parkering í
Saltangará
Síða 30
Bíða eftir hjálp móti CTD:
Deyðilig
sjúka hóttir
føroyingar
Síða 12
Eykablað 12 síður
Um stutta tíð
steingir Kirkju-
bøgarður fyri
almenninginum.
Orsøkin er, at køk-
urin hjá hjúnunum
ikki longur verður
góðkendur av Heils-
ufrøðiligu Starvs-
stovuni. Nú tíma
Patursson hjúnini
ikki longur at
stríðast. - Tí verður
lykilin snaraður,
áðrenn mánaðurin
er liðugur, sigur
Jóannes Patursson
STEINGIR FYRI
FERÐAFÓLKI
Kirkjubøgarður:
FÓTBÓLTUR
síða 25
FÓTBÓLTUR
síða 20
FRÆLS ÍTRÓTT
Runnu ein rúgvu
síða 24
SVIMJING
Heildar-úrslit
nøktandi
síða 23
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 3. august 2009
Størsta tapið nakrantíð
FÓTBÓLTUR
síða 22
síða 16-22
Síða 6-9
Herfyri hevði eg stuttan
fyrispurning til navngivnar
tingmenn um, hvussu lív
frøðilig burðardygg veiða
skuldi skiljast. Hetta serliga
tí summir av teimum høvdu
tann pástand, at føroyska
fiskiveiðan ikki var burðar
dygg, men tvørturímóti
mátti lýsast sum ovurveiða.
Tíðin gekk og eingin
svaraði, men nú endiliga
kom svar frá Eyðgun
Samuelsen, og tøkk skal
hon hava fyri tað.
Svar hennara er
í høvuðsheitum:
Veiðan er lívfrøðiliga burð
ardygg, um støddin á gýting
arstovninum er avgerandi
fyri, hvussu nógv verður fisk
að, og um ein annars fylgir
ICES reglum, eisini viðvíkj
andi verjutiltøkum v.m.
Síðani verður víst til
Skipannarnevndina, sum
aftur vísir til gýtingarstovn
in, og at veiðutrýstið skal
halda seg til um leið trið
ingin av stovninum, um
hesin er omanfyri eina
minstustødd.
Víst verður eisini til lógina
um vinnuligan fiskiskap, sum
sera skilagott sigur: “Dentur
verður lagdur á, í umsitingini
av hesi lóg, at varveita til
feingið og at troyta og gagn
nýta hetta burðardygt á skila
besta hátt, lívfrøðiliga og
búskaparliga”.
At enda verður víst til, at
vit ikki fáa nøktandi prís
fyri okkara fiskavøru, um
hon ikki er fingin til høldar
á burðardyggan hátt.
Svarið vísir sostatt í øll
um førum á tað meiri yvir
orðnaða og formella í regl
unum og politisku áseting
unum. Hinvegin verður ikki
nomið so nógv við tær
praktisku loysninirnar, og
hvussu fram skal farast í
samsvar við, at tíðir broytast
og fiskiskapurin er skiftandi
og umstøðurnar hjá stovni
num, bæði gýtingarstovnin
um og vaksna stovninum.
Veruleikin er jú tann, at
fiskastovnurin verður ávirk
aður av nógvum ymiskum
fyribrigdum. Veiðuorkan,
ikki minst reiðskapurin og
skipasløg ávirka stovnin,
men tað sum veruliga hevur
uppaftur størri týdning eru
náttúrufyribrigdini. Vøkst
urin í havinum, æti og ikki
minst hitalagið hevur
alstóran týdning. Bæði um
okkara leiðir og aðrastaðni
vita vit um fiskaloysi og
fiskaflyting, serliga av hita
lags umstøðum. Náttúruna
fáa vit ikki gjørt so nógv
við, sjálvt um politikkarar
halda seg kunna ávirka veð
urlagið, men sjálvan fiski
skapin kunnu vit ávirka.
Hetta er eitt samspæl mill
um varveitslu av einum
tilfeingi, samstundis sum
tað skal gagnnýtast. Einki
er tí at ivast í, at t.d. gýting
arøki skulu friðast, at ung
fiskur skal verjast o.s.fr.,
men samstundis skal eisini
stóri fiskurin fiskast.
Um eg havi skilt tað rætt
royna føroysku myndug
leikarnir at troyta og gagn
nýta fiskatilfeingið so
skilagott sum møguligt, og
sjálvt um ósemja er um
ásettu og samtyktu tiløkini,
er breið semja um, at sum
mest má fáast burtur úr bæði
í nútíðini og framtíðini. Tað
vil siga at alt skal vera
burðardygt. Tí hoyrir tað
ongastaðni heima, tá onkrir
politikkarar sleingja út, at
førdi fiskivinnupolitikkurin
bert fremur grova ovurveiðu.
Eisini kann vísast á, at
ávísur føroyskur skipabólk
ur hevur til skjals veiðu
hagtøl fyri eitt lutfallsliga
langt áramál, sum prógvar,
at framdi fiskiskapurin
hevur verið burðardyggur,
sjálvt um fiskiárini hava
verið ymisk.
Lat meg leggja afturat, at
eg júst í gjár (21.08.2009)
las í norska Dagens Nær
ingvej, at “Barentshavet
koker over”. Hetta er serliga
um toskin sum økist í
stórum frá Lofoten og
norðureftir, hann økist bæði
í mongd og í vekt, tí livium
støðurnar vegna hækkandi
sjóarhita batna so nógv.
Norðmenn byrja at tosa um
at minka toskakvoturnar, tí
ov nógvur fiskur fer at
koma á marknaðin.
Annars haldi eg, at føro
yingar við síni fiskivinnu
lóggávu skulu úti í heimi
vísa á, hvussu umhvørvis
vinarligt fiskiskapurin fer
fram, og harvið tryggja sær
umhvørvisgóðkenning frá
seriøsum felagsskapum.
Lívfrøðiliga burðardygg veiða
jógvAn
sundsTein
viðmerkingar