Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 157 - 20. august 2009 Meðan íbúgvarnir í einum av seinastu hjálondunum í heiminum spentir eygleiða brestingarnar, orsakaðar av politiskum sinadrátti, íkomin av partapolitiskari knúlving í mánaðir, hendir eitt brádligt skifti inni á vøllinum. Bólturin brestur. Hóast Javnaðarflokkurin hevur svikið sína hugsjón og kjarnu í ovurmát og samsvarandi einum trúgv­ um partísoldáti, Hanusi Kamban, er vorðin eitt lík, sum lív ikki blásist í aftur, undir verandi viðurskiftum, so fylgir sosialdemokrat­ iski flokkurin Fólkaflokk­ inum trúgvur út á skafottið, og suspenderar pensións­ aldurin, ella hækkar hann við fleiri árum, og mót­ roknar í fyritíðarpensiónini frá fyrstu krónu, alt hetta er Jóanesar verk og partur av Ólavsvøkupakkanum, sum brast í hondunum á honum í ólukkumáta, táið komið var at evstu parla­ mentarisku mørkum og trýstast skuldi á knøttarnar í tingsalinum. Ístaðin fyri at taka upp­ skotið aftur, lat hann fíggjarnevndarformanni­ num slakar hundrað milliónir krónur afturat til íløgur, og tað er, sum ein farin handilsmaður her í bygdini plagdi at taka til, akkurát fyri, nú borarnir verða settir í fjallið norðuri í Ánunum. Eftir situr javnaðaroddvitin við eini ómøguligari sak, hann skal um góðar fimm vikur leggja eitt fíggjarlógar­ uppskot fyri tingið, sum er ein matematiskur ómøgu­ leiki. Spennið er 13 milli­ ónir krónur víðari enn í ár, so hetta sum koma skal, er farið at líkjast alt meira einum serstaka blóðigum politiskum harakiri in spe. Bólturin brast sum sagt. Nú var roknað við einum øgiligum fjarðaroki. Flok­ sagin helt ikki til tað, sum formenninir í samgongu­ flokkunum vóru samdir um. Fjølmiðlarnir eru end­ aðir sum fittligar café­stov­ ur, har svarvað verður um leyst og fast sum fyriferst í túninum, og absolutt lak­ asti løgmaðurin í søguni sleppur at siga sínum teknum, at landið stjórnast ikki, tí at tað altíð bagir andstøðuni eitthvørt. Hóast dysturin ikki var hálvrunnin, táið bløðran brast, rýmdu leikararnir av vøllinum, og sum vanligt er í tí veruligu fótbólts­ feruni, so tysja óvitarnir inn á vøllin við sínum egnu smáu bóltum, og royna sum frægast at keipa teir eldru og meira dystin lærdu. Meðan møðin mjúkliga rennur av í umklæðingarrúminum, fer fokusið brádliga at flyta seg. Óvitarnir eru nakað knáari enn væntað. Teir spenna bringurnar fram úr sær, afturpartarnar afturúr sær, sendingarnar av fóta­ bløðunum í krúllarnar liggja so snórabeinar og teir eru so mikið álvarsam­ ir í leiki sínum, og muna­ dyggir í sínum kynstri, at áhugin fyri tí sum var, er farin. Fokus er flutt. Meðan Jóanes situr og sleikir sær sárini, eftir at vera raktur av tveimum stingaramissilum, fyrst einum radikalum sjálvstýr­ ara missili, í ætlaða al­ menna lønarsteðginum, og síðani einum parlamentar­ iskum javnaðarmissili, ger Hans Pauli tað sjálvsagda og snilda, hann konspirerar saman við onkrum í tíð­ indaumhvørvinum, grannatænasta er vanligt fyribrigdi í smáum sam­ feløgum, og ger veruliga eitt skamtalop, táið tað eftir samrøðuna, har hann sjálvur fer í andstøðu til samgonguna um sama mál dagin fyri, eydnast at fáa yvirskriftina “Tjóðveldi heldur, at 67­ára markið fyri at fáa fólkapensión eigur at vera strikað” at standa eftir á breddanum týsdagin í vikuni, ein bordi, sum at skriva uppá kík, ið á ongan hátt stendur mát við samrøðuna við Bergtóru um málið annars. Men við góðari “objektiv­ ari” public service hjálp gerst so nógv. 21­0 til Strømmin. 40 virkin ár í ymsum politiskum leikum fornokta seg ikki. Maðurin, sum hevur verið sjefideo­ logur í Javnaðarflokkinum síðani 1998, ministaraárini kanska undantikin, kennir loynistíggjarnar, og hann veit hvar fellurnar skulu leggjast, har illgongið er. Lat meg tó staðfesta, at Tjóðveldi ongantíð hevur gjørt nakra samtykt um at strika núverandi pensións­ aldurin á 67 ár, og sjálvur taki eg ikki undir við hes­ um. Sparingin av hesum og fyritíðarpensiónsproblema­ tikkurin, sum Javnaðar­ flokkurin og samgongan hava innroknað í Ólavs­ vøkupakkan, hava vit at­ kvøtt ímóti fyri fáum døg­ um síðani, tí eru vit als ikki partur í hesum máli­ num yvirhøvur. Hetta miðlastuntið er ikki meira enn farið aftur við borðinum, nú gongur tað sum rótasúpan og frættist um í fjølmiðlunum, at øll andstøðan skal hava latið fíggjarmálaráðharran knýta eina grímu um and­ litið á sær, soleiðis, at flokkarnir nú hava suspend­ erað seg sjálvar frá at hava eina meining um øll pen­ siónsviðurskifti higani til 1. oktober. Rættleikin í hesum er mær vitandi ikki staðfestur enn, tí velji eg at lata ivan koma umboðun­ um til góðar, áðrenn annað fyriliggur í málinum. Táið Jóanes í gjár segðist vera liðugur at múlabinda and­ støðuna, legði hann lættur í sinni leiðina framvið hjá útvarpinum, og breiddi seg út um allar geilar, hvussu leikur nú fór at fara, og soleiðis fer lagið at vera hvønn týsdag komandi fimm vikurnar. Ein sperdur floksformaður er í holt við at snikka sær til eina valskrá til løgtingsvalið í heyst, meðan andstøðan til alra undran møguliga hev­ ur latið hann rubbað eina grímu um týdningarmesta anatomiska amboðið hjá einum politikara, ­ um­ framt heilan sjálvandi. 21­ 0 til Jóanes. Tað kemur óvart á, um strategiin hjá Javnaðar­ flokkinum ikki nú er hin einfalda, at hann lanserar semjuna um pensiónsmálið sum sítt, og at hann síðani vartar upp við við einum fíggjarlógaruppskoti, sum verður ein total konfronta­ tión við samtykta karmin hjá samgonguni, soleiðis, at samgongan syndrast. Tá situr man kanska eftir við einum rímiligum “sosial­ demokratiskum pakka”, sum um ikki annað kann seljast á einum landsfundi, eftir at skurðfjøllini eru gingin í heyst. Og so er tað stavraðið. Eg meini tað. Tjóðveldis­ bulldozarin Páll, heiman av Sandi, rør framundir í grein, at Tjóðveldi er upp­ havið til uppskotið, sum meira enn nakað annað hevur flutt fokus frá tí veruliga politikkinum, og tí sum hendi, táið bólturin brast. Lat meg sláa fast við sjeytummaseymi, at hesum málið eigur Tjóðveldi onki í, ­ absolutt onki. Málið er ikki bara megin­ æðrin í undirstøðukervi­ num, sum gongur ígjøgn­ um heilan á fólki, emotion­ elli parturin, sum hoyrir hjartanum til, er í minsta lagi líka stórur, tí er hetta eitt alt ov viðbrekið mál at leggja fyri hund og heyk at taka avgerð um. At taka hendan partin einsamallan burturúr málspurninginum, lata leikmenn á tingi hundsa við tí mest unikka vit eiga, meðan málfrøðing­ arnir og universitetssferan verða desavouerað í ferð­ ini, og lið harvið verður gjørt á sjálvan sokkulin undir føroysku tjóðini, er at spæla hazard við eksis­ tensinum hjá okkara eftir­ komarum. Tí hevði tað frægasta verið, at upp­ skotið varð tikið aftur. Máti skal vera við hvørjum føroyingar flagga fyri og við. Eitt so lítið mál sum okkara stendur altíð upp ímóti múrinum, tí ræður um at flagga við so noss­ ligum dúki sum gjørligt, og tann dúkurin, sum hevur verið atvoldin til, at føroyskt mál yvirhøvur og so margháttliga er komið undan fullkomnari oyðing, hví skal hann nú roytast úr húna, ella hví skal hælurin, sum heldur bardúnunum og stongini, nú skrykkjast úr svørðinum? Málpolitikk­ urin má takast upp sum ein heild, og kann ikki skivast sundur í staklutir. Táið tað snýr seg um meginvirðini hjá tjóðini, ræður tað ofta um at vera íhaldin, ­ kon­ servativur. Innsiglingar­ vitar verða ikki fluttir í tíð og ótíð. Undrist ikki um at fólk undrast um tað, sum nú fyriferst á politiska palli­ num. Eftir at samgongan var deyðkomin og so mátt­ og evnaleys, at viðmerkj­ arin hjá útvarpinum helt einastu orsøkina til, at hon helt fram, vera, at ongin av sær sjálvum, við egnum mátti, orkaði at taka stig til at syndra hana, hamskiftist hjálandapallurin i eini handavending, og eg skal lova fyri, at onkur sjef­ domptørur hevur havt eydnuna við sær. Soleiðis, at onkur, sum enn gongur uttanfyri garðaliðini á Argjum, og sum ikki enn hevur latið seg múlabinda úti í fíggjarmálaráðnum, í venjingunum til ein javn­ aðarleik, sum skal pall­ setast og sýnast 1. oktober, nú stendur við sínum óskilduga nýggjársfísi, og øtast um, at tað eydnaðist at eiga fólksins veruliga varhuga eina løtu. Ella rættari, ­ at tað eydnaðist hesum sama at uppliva Andy Warholska dreymin, um at vera hetja í almanna­ eygum í 15 minuttir. Í eyg­ unum á onkrum í almenn­ inginum ­ um ikki annað. Føroyskur politikkur hevur fingið ein vaksandi trupulleika. Floksagin er burtur. Tað prógvar syndr­ aði pakkin hjá samgonguni meiri enn nakað annað. Tríggir formenn hava samsvarandi úrslitinum ikki neyðuga takholtið á flokkum sínum til at gera avtalur longur. Ongar nýggjar javnvágir komu inn í politisku skipanina, eftir at gomlu valdømini vóru slept, og styrkin í flokkunum er so nógv viknað, at til ber at siga, at tað í dag eru 33 flokkar, heldur enn tær seks skift­ andi partapolitisku íðurnar, sum pr. formalia sigast vera til á Føroya løgtingi. Fyri at vinir Danmarkar skuldu vita hvørjir eksis­ tensirnir í koloni´unum vóru, fluttu teir einaferð nakrar eskimoarar úr Grøn­ landi til Keypmannahavnar. Í dagavís stóðu teir sum framsýningardukkur í ymsum handilsgluggum í miðbýnum. Víddin í hesum mikla imperium kundi skoðast í einum stað, í ríkisins metropoli, nú hjálandafólkið var sett út í glæmuna frá hinum stóra solarium, ­ harúti í rúmd­ ini. Tey, sum tosa fyri at gera enda á pensiónsaldri­ num á 67 ár, hava kanska ein trupulleika, sum líkist hesum. Tí skuldi Samtak kanska flutt nakrar niður­ slitnar flakakonur og sund­ urliðaðar útróðrarmenn suður á Vaglið, soleiðis, at tey sum bara hava liva sítt lív á ovaru rókunum í metrosexualitetinum, har frakkavelini eru sum breið­ fokkur, slipsaknútarnir sum kósin í eini eygaspleys­ ing og flippurnar sum vindskeiðir, kundu sloppið at sæð, hvussu veruligi føroyingurin sær út. Til tykkara, sum hava spurt ítøkiliga um hesi umrøddu mál, og til onnur við, skal samanumtikið svarast, at eg á ongan hátt taki undir við uppskotinum um nýtt stavrað, mælti heldur hinvegin staðiliga til, at flokkurin onki hevði við tað at gera, og boðaði greitt frá, at eg ikki tók undir við tí, ta einastu ferðina eg hoyrdi um tað, fyri fáum døgum síðani, og viðvíkjandi viðkvæmu málunum, sum umboðanin í fíggjarmálaráðnum, sam­ bært útvarpinum hevur úttalað seg óvanliga kate­ goriskt um, skal bara sigast, at atkvøðugreiðslan um Ólavsvøkupakkan er greið ábending um, at vit als ikki taka undir við hesum asosiala raidinum hjá Javnaðarflokkinum, har søkt verður at teimum veikastu bólkunum í sam­ felagnum, og har teir longu nú hava íroknað vinningin av hægri pensiónsaldri og mótrokning í fyritíðarpen­ siónini inn í fíggjarlógar­ karmin hjá samgonguni fyri fíggjarárið 2010. Soleiðis gongst, táið tummilskrúvurnar hjá borgarligu flokkunum einsamallar sleppa at stjórna tí, sum einaferð var ein vinstrahallur flokkur. Í spenningi bíðar tjóðin nú eftir, at valskráin hjá Javnaðarflokkinum verður avdúkað pr. 1. oktober, haldi tykkum fast, sama dagin sum fíggjarløgtings­ lógaruppskotið fyri 2010 skal leggjast fram, og tað verður ikki minni spenn­ andi at síggja keipurnar hjá samráðingarliðnum, serliga andstøðuumboðanini, táið burkaðirnar verða grýttar út av fjórðu hædd í Albert Hall, og liðið aftur sleppur út av Javnaðarbásinum, eftir at øll hin politiska skipanin, sum eitt lið í blindum, hevur lagt lunn­ arnar undir Jóanes Eides­ gaard, sum størsta reforma­ torin á pensiónsøkinum, síðani hugsjónaðarfasti skyldmaðurin Petur Mohr Dam ráddi fyri javnaðarborgum. Vónandi steðgar hesin brádliga ákomni millum­ leikurin, intermezzo´ið, sum skjótast, soleiðis, at kykmyndahespan við realpolitiska leikinum, sum slitnaði, táið bólturin brast, kann spælast fram ímóti dystarloki. Sleppast má undan hesi politiskt merg­ lopnu samgongu. Smáir vátir kinesarar, fístir av á einum lítlum andstøðu­ spælivølli, muna onki. Onnur stjórn má fáast til róðursvølin. Veruligi tjóðskaparspurningurin, spurningurin um fullveldi, má og skal takast upp til realviðgerð av nýggjum og vinnu, sosial­ og mentan­ arspurningar mega fáa eina nýggja kós, áðrenn alt ríður undan hesum sam­ felagnum, við teimum í broddi fylkingar, sum nú manna krakkarnar fram við heimastýrisradiatorunum í Tinganesi. Populisma og hugsjónaðarlig møði og visionert merglop er barrieran sum komast skal uppum, táið frælsisvind­ arnir aftur fara at blása yvir Føroyum. Populismar og hugsjónarlig møði Tórbjørn jacobsen viðmerkingar