Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 159 - 25. august 2009 Hvørki Fiskimanna­ felagið ella Reiðara­ felagið fara at góð­ taka, at tey skulu betala í ein grunn, sum skal fíggja minstulønina, sum higartil er goldin úr landskassanum Ólavsøkupakkin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hvørki reiðarar ella fiski­ menn fara at góðtaka, at teir skulu betala sína egnu minstuløn. Tað siga bæði Viberg Sør­ ensen, formaður í Reiðara­ felagnum og Jan Højgaard, formaður í Fiskimanna­ felagnum. Eftir Ólavsøkupakkanum hjá samgonguni, skal landið sleppa undan at betala minstuløn til fiskimenn, tí mett verður, at hetta er ein útreiðsla sum manningar­ feløgini og reiðarafelagið eiga at betala. Tí verður møguleikin nevndur at gera eina skipan, sum partarnir betala til og sum síðani skal fíggja minstulønina. Ikki í álvara Viberg Sørensen staðfestir, at eitt slíkt uppskot tekur hann ikki í álvara, tí fiski­ flotin er so mikið illa fyri, at her er stutt og greitt onki at betala við. Tí er Reiðarafelagið ikki sinnað at vera við í eini skipan, sum leggur enn fleiri útreiðslur á vinnuna. Annars heldur hann, at tað eru manningarnar, sum fáa ágóðan av eini minstu­ lønarskipan og tí heldur hann, at bólturin fyrst og fremst liggur hjá manning­ arfeløgunum. Men eina skipan, har reið­ arin skal betala eina byrðu afturat, er hann ikki við til. Eykaskattur til fiskimenn Jan Højgard, formaður í Fiskimannafelagnum sigur, at eftir tí, sum liggur í kortunum, skal landskassin betala eina lítla upphædd í ein minstulønargrunn, men síðani verða tað helst reið­ arar og fiskimenn, sum skulu gjalda inn í grunnin og fíggja minstulønina. ­ Hetta merkir, at fiski­ menn við góðari inntøku, skulu gjalda til teir við lágari inntøku. Men fiskimenn fara ikki at lata sær lynda, at korini verða gjørd enn verrin enn tey eru nú, sigur formaðurin í felagnum. Hann sigur, at skulu manningarnar sjálvar fíggja sína egnu eftirlønarskipan, er talan um ein eyka skatt og tað eru fiskimenn til reiðar at stríðast ímóti. Hann leggur afturat, at tekur eitt síkt stríð seg upp, sum kanska endar við, at skipini verða løgd, fer tað at svíða illa, tí so kemur so slett onki í landskassan ­ Men vit vóna at sleppa undan a seta tiltøk í verk, tí tað er tað ongin, sum vil, leggur hann afturat. Hann sigur at sjálvandi ber altíð til at kanna ymsar møguleikar, men skal ein nýggj skipan finnast fyri minstulønina, skal tað verða ein øgiliga góð skipan, sum hann tekur til. Men at betala eina ávísa prosentupphædd av hýruni í ein minstulønargrunn verð­ ur ikki góðtikið, tí alt skal vera við máta, sigur Jan Højgaard. Hava onki at betala við Nú vil samgongan sleppa undan at betala minstulønina hjá fiskimonnum, tí tað skulu reiðarar og fiskimenn sjálvir betala Ólavsøkupakkin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er skeivt, at landskassin skal betala minstulønina hjá fiskimonnum, tí tað er ikki annað enn ein studn­ ingur til vinnuna. Tað er ein av semjunum, sum samgongan er komin til í illa umstrídda ólavsøku­ pakkanum hjá samgonguni. Samgongan er sostatt samd um, at hereftir skal landskassin ikki longur betala minstuløninar til fiskimenn, tá ið fiski­ skapurin svíkur. Samgongan skal sostatt ikki verða trygdin fyri, at fiskimenn fáa eina rímiliga hýru. Hereftir skal einasta uppgávan hjá landskass­ anum tískil vera at geva fiskimonnum somu trygd, sum aðrir løntakarar hava og tað er at tryggja teimum, at teir ikki missa hýru, tá ið reiðari fer á heysin og ikki longur klárar at betala. Til hetta endamálið varð Trygd­ argrunnur Løntakaranna stovnaður í sínari tíð. Hinvegin heldur samgong­ an, at inntøkutrygdin eigur at verða ein spurningur mill­ um Reiðarafelagið og mann­ ingarfeløgini og tað skulu vera tey, sum avgera, hvussu inntøkutrygdin verð­ ur skipað frameftir. Men tilfeingisgjald á fiskivinn­ una fer ivaleyst eisini at ger­ ast partur av slíkari skipan, sigur samgongan. Eitt, sum samgongan hugsar sær, er, at ein ser­ skipan verður gjørd í ALS, har reiðarar og fiskimenn betala eitt ávíst gjald, sum síðani skal fíggja inntøku­ trygdina. Á fíggjarlógini í ár eru 24 milliónir settar til inntøku­ trygd hjá fiskimonnum, men tað munar lítið, tí veruligu útreiðslurnar verða einar 40 milliónir. Reiðarar og fiskimenn skulu betala sína egnu minstuløn Tað verður tórført hjá samgonguni at fáa reiðarar og manninarfeløg at góðtaka, at tey skulu sjálvi betala minstulønina til fiskimenn Savnsmynd 400 ár síðan teleskopið hja Galileo Galilei Í dag eru júst 400 ár síðan Galileo Galilei av fyrstan tíð vísti teleskopið fram, sum seinni leiddi hann ávegis til at gera nýggjar astronomiskar eygleiðingar. Meðan fólk kring allan heimin hava fagnað, at tað eru 200 ár síðan Charles Darwin varð borin í heim og 150 ár síðan útgávuna av The Origin of Species, hevur eitt annað tøkniligt gjøgnumbrot stillisliga stungið seg upp, sum uttan iva broytti mannahugsan og mátan vit síggja okkum sjálvi uppá. Fyri júst 400 árum síðani, tann 25 august 1609, vísti italski stjórnufrøðingurin og heimspekingurin Galileo Galilei keypmonnum úr Venedig sítt nýggja tól, eitt teleskop – tólið sum fór at geva honum vísindaligt ævigt lív og stórar trupulleikar. Galileo fann við sínum teleskopi útav, at skorpan á Mánanum ikki var fløt, at ein onnur gongustjørna, Jupiter, eisini hevði mánar, og at Venus vísti eina røð av mánalíknandi skiftum, nakað, ið ikki kundi bera til, um bæði Venus og Sólin mólu um jørðina. Uppdag­ ingarnar hjá Galileo Galilei fullu ikki í góða jørð hjá katólsku kirkjuni, og sat hann síðstu árini í lívi sínum í húsavarðhaldi.