týsdagur 25. august 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 25. august 2009
5
lýsingar
Ert tú tann føddi leiðarin, sum
dugir at fáa fólk at arbeiða
væl saman? Dugir tú at fáa
fólk at skapa úrslit? So er eitt
spennandi starv sum leiðari á
Tryggingardeildini leyst at søkja.
Tryggingardeildin umsitur
vanligan arbeiðsloysisstuðul,
fiskavirkisskipanina, arbeiðs-
loysistrygging fyri sjálvstøðug
vinnurekandi, flyting millum
A-kassar, farloyvisskipanina og
Barsilsskipanina.
Høvuðsuppgávan hjá deildar-
leiðaranum verður at leiða
og skipa dagliga arbeiðið á
deildini. Saman við stjóranum
og deildarleiðaranum á
Ávísingardeildini og Fíggjar- &
Fyrisitingardeildini myndar
deildarleiðarin á Tryggingar-
deildini leiðsluna á ALS.
Leiðarin á Tryggingardeildini
umboðar ALS í norðurlendskum
samstarvi, og tí skalt tú rokna við
nakað av ferðing.
Starvið er fjølbroytt við nógvum
avbjóðingum, og tí krevst, at
deildarleiðarin hevur hóskandi
útbúgving og viðkomandi royndir.
Fyrimunur er, um deildarleiðarin
er útbúgvin løgfrøðingur, hevur
góðan kunnleika til føroyska
arbeiðsmarknaðin og innlit í
samfelagsviðurskifti annars.
Vit leggja dent á tíni leiðara- og
samstarvsevni. Tú hevur evnini
at stíla fyri og samskipa. Tú
varðveitir yvirlitið, hóast nógv
hendir samstundis, samskifti er
tín sterka síða, og tú dugir væl at
stuðla og motivera.
Lønin verður sambært avtalu, og
starvið verður sett skjótast til ber.
Síðsta freist at søkja starvið er
tann 14. sept. 2009 kl. 12.00.
Umsóknir skulu stílast til Ernst
Jacobsen, stjóra á ALS, sum
fegin sigur tær meira um starvið
á telefon 34 95 50 ella teldupost
ernst@als.fo.
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðs-
leysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 16 fólk.
Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá
arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri.
Arbeiðsloysisskipanin • Postsmoga 3022
FO-110 Tórshavn • Tel 349550 • Fax 349551
als@als.fo • www.als.fo
Leiðari til Tryggingardeildina hjá ALS
Eitt nýtt stig á starvsleiðini
sansir.fo
Vørumessa – FTZ Tórshavn
Fútalág 1B · Postboks 3061 · FO-110 Tórshavn · Tel 355680
Kambsenni 5 · FO-530 Fuglafjørður · Tel 475690
Vegna vørumessu steingir deildin í Havn fríggjadagin 28. august kl. 12.00.
Opið er aftur leygardagin frá kl. 10.00 – 14.00 við fleiri sera góðum tilboðum.
Gevið Gætur! Deildin á Kambs
dali er stongd fríggjadagin
28. og leygardagin 29. august
Nýggj telefonnummur:
tórshavn: .............. 355680
Kambsdalur: ......... 475690
FTZ-billutir og amboð í Havn og á Kambsdali
JO-EL kápultrumla
25 m kápultrumla við 3 x 1,5
neprenkápli við jørð. 4 stikk.
einans
kr. 375,
Bori-/skrúvumaskina
Makita 10,8 V bori-/skrúvumaskina. 18
momenttrin + motorbremsu. Verður latin
við 2 stk. 1,3 Ah Li-Ion battaríum, 50-min.
løðara, beltihaldara og lykt.
einans
kr. 1375,
Verkstaðsvognur
Sealey verkstaðsvognur við 4 skuffum
og 105 lutum/amboðum. Framleiddur
úr sterkum plátum við gummiverju á
kantum. Hjól kunnu lasast.
einans
kr. 4370,