Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 159 - 25. august 2009 Hóast hetta er tíðin, tá ein ódnin fyri og onnur eftir herja í Norðuratlantshavi. Higartil eru vit sloppin væl undan teimum, men nú koma brádliga tríggjar ódnir á rað. Ein teirra rakar okkara oyggjar! Veður Snorri Brend Tað var longu í farnu viku, at veðurmaðurin í Miðla­ húsinum, Petur Skeel Jacob­ sen boðaði frá eini komandi ódn. Hetta ljóðaði kanska løg­ ið í oyrunum á mongum og ikki sørt ótrúligt hesa ársins tíð hjá okkum, nú vit fram­ vegis áttu at kunna sæð fram til fleiri góðar summar­ dagar. Tey sum hoyrdu hesi tíðindini og gjørdu sær ómak og hugdu inn á tær kendu heimasíðurnar við veðurtíðindum, gjørdust ikki klókari í so máta. Bæði heimasíðan hjá norsku og donsku veðurstovunum vístu tá eingi tekin til tílíka ódn. Mundi tann royndi veðurmaðurin í Miðlahúsi­ num hava tikið feil á sínum gomlu døgum? Nei, so var ikki! Ikki fyrrenn nú vísa tey nýggjastu veðurkortini, at henda ódnin Bill ­ ella restirnar av henni, sum á veðurkortum nú kallast ex Bill ­ fara at raka oyggjar okkara seinni í vikuni. Sambært eina veðurkort­ inum skilst, at ódnin verður yvir Føroyum beint eftir døgurða fríggjadagin. Tríggjar ár rað Sum longu nevnt, eru vit mitt í teirri tíðini, tá ódnirnar plaga at herja við strendur USA og í Norður­ atlantshavinum. Í roynd og veru hevur henda sesongin vart í hálvan triðja mánað, uttan at fólk hava merkt nakað til ódnirnar. Ikki fyrrenn næstseinasta vikuskifti, tá tríggjar ódnir byrjaðu at taka seg upp! Hesar tríggjar ódnirnar fingu tá slíka vindferð, at tær vórðu navngivnar sum ódnir, í hesum føri ódnirnar Ana, Bill og Claudette. Hesar tríggjar ­ Ana, Bill og Claudette ­ eru ikki serliga spennandi tropiskar ódnir sum so, tí eingin teirra hevur serliga styrki. Tað óvanliga er, at tað gekk so long tíð, til tess at treytirnar fyri skipanini av eini slíkari vórðu uppfyltar. Tann fyrsta teirra er væntað yvir Dominikanska Tjóðveldið og Cuba, og var merkt av rættiliga nógvum regni. Gongdin hjá Bill var kortini eitt sindur øðrvísi. Rakar Føroyar Ódnin Bill leyp leygardagin frá at vera ókend til eina tropiska ódn eftir eini nátt, og á middegi í gjár var henda fyrsta ódnin á veg út í Atlantshavið. Kósin hjá Bill tók eina meiri eysturhallandi og suð­ urgangandi leið enn Ana, men amerikanskir veður­ frøðingar fylgja kortini væl við gongdini. Hon fór framvið New Foundlandi og víðari út í Atlantshavið. Teir meta, at Bill hevur møguleiki at gerast til eina ódn í kategori 3, svarandi til omanfyri 50 metrar um sekundið. Henda vindferðin heldur sær til nakað út í hesa vikuna. Framtíðin hjá Claudette er meiri óviss. Mett verður, at hon fór í land á ameri­ kansku vesturstrondini ­ Florida og víðari til Alabama, har hon at enda doyr út í dag ella ímorgin. Hóast tað kann ljóða ógvusligt við so nógvari vindferð, bendir mangt á, at tá restirnar av Bill umsíðir rakar Føroyar er lítið eftir av henni. Seinnapartin fríggjadagin er vindferðin farin út teim­ um 50 og niður um 39 metrar um sekundið. Siga altso veðurforsøgnirnar. Men tað er kortini altíð hent at vera fyrivarin. Tað er framvegis ­ í okkarta upplýstu tíð ­ ringt at spáa, serliga um veðrið! Vit fáa restirnar av Bill 13.000 torusláttir eftir einum degi DANMARK: Hósdagurin í farnu viku fer serliga at verða kendur fyri teir mongu torusláttirnar. Ikki færri enn 12.962 ferðir sló toran niður, serliga í Jyllandi. Hetta var samstundis endin uppá teir báðar heitu dagar­ nar frammanundan, tí nú fór at regna av grimd. Norð­ anfyri Skjern vórðu máldir 23,2 millimetrar av regni henda dagin. Miðaltalið fyri Danmark var 8,3 mm. Rís sum tolir vatnflóð JAPAN: Granskarar í Japan eru komnir langt við arbeiðinum at gen­modifisera seg fram til eina rísplantu, sum er serliga egnað á støðum við nógvari vatnflóð. Tað vísir seg, at tey rísini sum best klára slíkar náttúruvanlukkur, hava long og sterk øks, í mun til djúptvatnsrísið, sum longu finst í náttúruni. Hetta slagið av rísi gevur so lítið avkast, at sjálvt royndir bóndir velja tað frá. Ódnin Bill var í gjár við New Foundland og nærkast spakuliga okkara havøki. Gongst soleiðis sum forsøgnirnar siga, fáa vit restirnar av henni seinni í vikuni