týsdagur 25. august 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 159 - 25. august 2009
Konsertfelagið skipar
fyri konsertum við klaverleikara
Nýggj nevnd er sett í Konsertfelagnum, og nýggja nevndin hevur longu stáplað fyrstu
konsertirnar upp á beinini. Fyrstu konsertirnar, sum nýggja nevndin í Konsertfelagnum, Ann
Mari Hentze, kassameistari, Jakku Heinesen, Birgitte Schnakenburg, Helga Gerðalíð og
Gudmund Mortensen, formaður, fyriskipar, verða í næstu viku við klaverleikaranum Torsten
Juul-Borre. Torsten Juul-Borre er sera virkin sum konsertpianistur, bæði í Evropa og USA,
eisini hevur hann spælt konsertir á fleiri av gomlu, søguligu orglunum í Evropa. Torsten Juul-
Borre fer at spæla verk av Edvard Grieg, Maurice Ravel, Frederic Chopin og eina sonatu av
ungaranum Frederic Balazs. Konsertirnar verða hósdagin 3. september klokkan 20 i
Mentunarhúsinum í Fuglafirði og leygardagin 5. september klokkan 16 í Norðurlandahúsinum.
Um val var í dag hevði
Sambandsflokkurin
verið nógv størsti
flokkurin á tingi við
níggju tingsessum
VELJARAKANNING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Veljarakanningin sum Fynd
hevur gjørt fyri Kringvarpið
vísir, at Sambandsflokkurin
hevur verið nógv størsti
flokk ur á tingi í dag. Sam-
bandsflokkurin fær í kann-
ingini 27,7 prosent, sum er
ein framgongd upp á 6,7
pro sent. Við seinasta val
fekk
Sambandsflokkurin
21 pro sent og sjey tingfólk.
Hevði val verið í dag fekk
flok urin níggju tingfólk.
Tjóðveldisflokkurin, sum
er størsti andstøðuflokkur-
in, stendur sambært kann-
ing ini so at siga í stað. Við
seinasta val fekk flokkurin
23,3 pro sent, meðan hann
sam bært kanningini hevði
fingið 23,1 prosent, ella
eina aftur gongd upp á 0,2
prosentstig – og hann hevði
varðveitt síni átta tingfólk,
og hevði verið næststørsti
flokkurin á tingi.
Fólkaflokkurin hevði ver-
ið triðstørsti flokkurin á
tingi, um val var nú. Fólka-
flokk urin
fær
sambært
kann ingini 19,8 prosent av
atkvøðunum og varðveitir
síni sjey tingfólk. Men talan
er um eina afturgongd upp
á 0,3 prosentstig.
Teir báðir smáu flokkarnir
á tingi, Sjálvstýrisflokkurin
og
Miðflokkurin
ganga
báð ir aftur í kanningini.
Mið flokkurin fer úr 8,4
pro sentum til 8,4 prosentum
niður í 8,1 og missir ein av
sínum trimum tingsessum.
Sjálv stýrisflokkurin fær 6,9
pro sent ímóti 7,2 við sein-
asta val og varðveitir sínar
báð ar tingsessir.
941 fólk vórðu spurd í
kann ingini.
kelda: www.kringvarp.fo
Honum á baki kem
ur Høgni Hoy dal,
formaður í Tjóð veldi
og Jóannes Eides
gaard, formaður í
Javnaðarflokkinum
VELJARAKANNING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fimti hvør veljari vil hava
Kaj Leo Johannesen til
løg mann. Tað sigur í øllum
førum feskasta veljara-
kann ing ini, sum Kring-
varpið kunngjørdi í gjár.
Sambært
kanningini
hev ur Kaj Leo Johannesen
vunn ið sær álit hetta lítla
árið, hann hevur verið løg-
maður, um enn ikki hann
hev ur vunnið so stórt álit
mill um veljararnar annars,
sum flokkur hansara, Sam-
bands flokkurin. 20,7 pro-
sent vilja hava Kaj Leo
Johannesen til løgmann,
men sjey prosent fleiri
velja Sambandsflokkin.
Næstur í røðini í løg-
mans valinum, er nú Høgni
Hoy dal, formaður í Tjóð-
veldi. 14,5 prosent av velj-
ar unum vilja hava hann til
løgmann, og tað ikki meira
enn gott og væl helvtin av
teimum, sum velja Tjóð-
veldi.
Jóannes Eidesgaard, sum
er tann sum hevur sitið
longs sum løgmaður í
hesari øldini, fær stuðul
frá 10 pro sentum, sum
vilja hava hann aftur í løg-
mansstólin.
Eing in annar er við í
kapp ingini, tí formaðurin í
Fólka flokkinum,
Jørgen
Nic las en fær einans stuðul
frá
3,8
prosentum
av
veljar unum, meðan hann
innan floks verður yvir-
hálaður av An finni Kalls-
berg, fyrr ver andi løgmaður,
sum fær 6,7 prosent av
at kvøðu num í veljara kann-
ing ini.
Jenis av Rana og Kári P.
Høgjaard, formenn í Mið-
flokk inum og Sjálv stýris-
flokk inum fáa stuðul frá
ávik avist 0,4 og 0,2 pro-
sentum.
Sambandsflokkurin
størsti flokkur á tingi
Kaj Leo skal
vera løgmaður
VELJARAKANNING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Veljararnir geva Javnað-
arflokkinum
ein
harðan
lúsing, um veljarakanningin
hjá Fynd, sum útvarpið hjá
Kring varpinum kunngjørdi
í gjár, er eftirfarandi.
Við seinasta løgtingsval
fekk Javnaðarflokkurin eitt
vána ligt úrslit, og misti
flokkurin eitt av sínum sjey
ting fólkum. Men sambært
veljarakanningini, so kann
flokk urin vænta sær eitt
nógv verri úrslit, einans
14,4%. Bert tvær ferð ir
áður hevur flokkurin fingið
eitt verri úr slit, tað var í
1932, tá flokkurin fekk
10,5% og fyrstu ferð flokk-
urin still aði upp, í 1928, tá
flokkurin fekk 10,6%.
Slakasta valið í nýggjari
tíð var katastrofuvalið í
1994, tá flokkurin fór úr
27,5% niður í 15,4%.
Aðrar veljarakanningar,
sum gjørdar eru síðani løg-
tings valið 19. januar 2008,
benda eisini á, at Javnaðar-
flok kurin fær stóra aftur-
gongd.
Á aðalfundi hjá Klaksvík Útróðrarfelag í kvøld var nýggj
nevnd vald, og kjakast varð um ymisk viðurskifti hjá
útróðrarflotanum. Fundurin samtykti eina almenna áheitan
á landssins myndugleikar. Klaksvíkar Útróðrarfelag hevur
sent opið bræv:
- Klaksvíkar Útróðrarfelag vil hervið heita á Meginfelag
Útróðrarmanna um at gera sína ávirkan galdandi, so at
landsins myndugleikar loyva útróðrarflotanum framhald-
andi at fiska uttan avmarkingar, sigur Klaksvíkar Útróðr-
ar felag í opnum brævi í kvøld.
Klaksvíkar Útróðrarfelag:
Klavus Bjartalíð, Finn
Jacobsen, Hjalmar Joensen,
Jógvan Páll Steinberg,
Ólavur Ó. Poulsen, Jón Kári
Høgnesen, Eyðolv Vang -
vantar á myndini
(Mynd: Dávur Winther)
Útróðrarflotin skal fiska uttan avmarkingar
Javnaðarflokkurin
fær av at vita