Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 159 - 25. august 2009 Ein million danir hava ongantíð brúkt eina teldu, meðan enn ein million hava sera vánaligar telduførleikar Kanning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nogvir danir kundu skriva eina www adressu inn á browsararegluna í svøvni. Og so eru tað tey, sum fara í baklás, bara tey hoyra tos um www adressir og ikki hava hylling á, hvat ein browsari er fyri nakað. Tey eldru illa fyri Nýggjasta kanningin, sum Danmarks Statistik hevur gjørt av telduførleikunum hjá dønum vísir, at sera stór­ ur munur er á, hvussu danir klára seg við eina teldu. Kanningini vísir millum annað at 19 prosent av øllum dønum hava ongantíð brúkt eina teldu 22 prosent brúka telduna lítið og hava vánaligar kt­førleikar 31 prosent hava miðalgóðar kt­førleikar 29 prosent hava góðar kt­førleikar Tað er sonevnda It­Baro­ metrið hjá Danmarks Stati­ stik, sum á hvørjum ári kannar telduførleikarnar hjá dønum. Í kanningini skulu fólk svara 37 spurn­ ingum um, hvussu væl ella illa tey duga at brúka leiti­ skipanir sum Googe og Yahoo, um tey duga at við­ hefta skjøl í teldupostar og hvussu tey annars duga at brúka mest vanligu tekst­ skipaninar á teldu Tað eru serliga eldri fólk og tey, við stuttari ella ong­ ari útbúgving, ið eru at finna í bólkinum af fullkomi­ liga eiðasørum teldubrúkar­ um. Ung fólk og tey við lang­ um útbúgvingum klára seg sum heild sera væl í spurnarkanningini. Kanningin er gjørd fyri danska Vísundamálaráðið, sum nú fer at seta tiltøk í verk, sum skulu bøta um telduførleikarnar hjá dønum. Enn hava vit onga tílíka kanning gjørt í Føroyum. Og enn finst einki skipað tilboð til eitt nú teir eldru føroyingarnir, sum ikki megna at samskifta og ogna sær vitan umvegis telduna og netið. Vend í Bretlandi Bretland er millum tey londini, sum eru serliga meint rakt av altjóða kreppuni, men nú bendir okkurt á, at vend er við at koma í har eisini. Ein nýggj kanning kemur til ta niðurstøðu, at bretski búskapurin fer at veksa 0,5 prosent í hesum ársfjórðinginum. Tað er ein munandi bati samanborið við apríl ársfjórðing, tá búskapurin minkaði 1,0 prosent. Frammanundan hava Japan, Týskland og Frakland boðað frá vøkstri í búskapinum, og tað sama sigur tjóðbankin í USA. Eisini asiatisk lond sum Teiland og Hong Kong siga frá framburði. Tingmenn vilja vera stjóri Í Íslandi skal Fiskistovan hava nýggjan stjóra, og tá umsóknarfreistin rann út um vikuskiftið, høvdu tólv søkt starvið. Millum teir tólv umsøkjararnar eru tríggir fyrrverandi altingslimir. Tað eru Arnbjörg Sveinsdóttur, sum er fyrrverandi formaður í tingbólkinum hjá Sjálfstæðisflokkinum, Magnús Stefansson, fyrrverandi tingmaður fyri Framsóknarflokkkin og Sigurjón Þórðarson, fyrverandi altingsmaður fyri Tey Frælslyntu. Uppgávan hjá Fiskistovuni er at halda eyga við, at landsins lógir og reglur innan fiskiveiði og aling verða hildnar. Ein millión danir eru teldu analfabetar Ein millión danir eru fullkomiliga eiðasørir, tá tað ræður um at duga at brúka teldu og internetið Føroyska náttúran er myndevnið á fram­ sýning hjá skotanum Owen Henderson, sum letur upp á Galleri Sct Gertrud í Keypmannahavn í vikuskiftinum List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Leygardagin verður høvi at síggja skotska list við før­ oyskum íblástri, tá skotin Owen Henderson sýnir fram málningar, sum eru úrslit av hansara vitjanum í Føroyum „Føroyagrønir“ málningar Owen Henderson er føddur í 1971 í skotska býnum Dundee. Hann hevur tikið listarliga útbúgving á Dun­ can of Jordanstone College of art og er virkin listamaður í Skotlandi. Nú er hann so í Danmark ­ har hann málar Føroyar. Hansara áhugi fyri Føroyum byrjaði, tá hann hitti eina danska gentu, sum hevur sambond við Føroyar. Hend­ erson gjørdist hugtikin av føroysku náttúruni, sum hann myndevnisliga kendi heimlandið Skotland aftur í. Hann fór tí til Føroyar at mála, hitta listafólk og fyri at fáa eina kenslu av før­ oysku sálini. Úrslitini sýnir hann fram nú í eini røð av málningum, sum vísa hansara fatan av okkara grønu oyggjum Í skrivi frá gallerínum verður sagt, at tað kennist á myndunum, hvussu intenst Henderson hevur arbeitt við litunum fyri at fáa fram litríkidømið, tá sólstrálurnar lýsa upp tað „føroyagrøna“ landslagið ella skiftandi ljós­ ið, tá eitt æl ella illveður umskapa myndina til eina loyndarfulla frásøgn. Her skínur ávirkanin frá skotska hálandinum eisini ígjøgnum. Framsýningin letur upp leygardagin 29. august klokkan 13, tá høvi eisini verður at hitta listamannin. Framsýningin er opin fram til 12. september. Gallerí Sct Gertrud skipar vanliga fyri 8 til 10 fram­ sýningum um árið við norð­ urlendskari landslaglist. Før­ oysk list hevur ein týðandi leiklut á framsýningunum á Sct Gertrud, men eisini verk hjá íslendskum og donskum listafólkum eru javnan at síggja á framsýningunum. Lívsvirði er evnið í nýggjum bókaverki til næmingar í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum sKúLi Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Triðja bókin í Les røðini til føroyskt í framheilds­ deildini er komin. Les 3 er ein bókaheild við teksta­ savni, arbeiðsbók og ástøð­ isbók. Yvirskipaða temaðið er lívsvirði í einum samfelags­ ligum høpi. Evnini snúgva seg millum annað um menniskju og náttúru, per­ sónligar og samfelagsligar broytingar, religión, sam­ bandið millum Føroyar og útheimin, føoyskan sam­ leika og føroyskt mál. Í tekstasavninum verður temaið viðgjørt í stuttsøg­ um, leikritum, yrkingum, brotum úr skaldsøgum, sálmum, blaðgreinum og ritroyndum Arbeiðsbókin, sum er býtt í partar samsvarandi temabýtinum í tekstasavn­ inum, lýsir evnini, kunnar um rithøvundarnar og tekstirnar, og gevur hug­ skot til tekstaviðgerð av einstøku tekstunum. Ástøðisbókin greiðir frá ymisku tekstasløgunum og lýsir við støði í ítøki­ ligum dømum, hvussu ymisku tekstasløgini kunnu greinast. Føroysk myndlistasøga og mynda­ greining verða eisini viðgjørd í ástøðisbókini. Les 3 er ætlað til før­ oyskt eftir 9. árgang í fólkaskúlanum. Fyrsti mál­ bólkur eru næmingar í 10. Flokki, men bókin er uttan iva eisini væl egnað til fyrstu árgangirnar á mið­ námi. Harumframt er Les Ástøði væl egnað heilt fram til víðari lestur Lydia Didriksen, lærari og rithøvundur, hevur rit­ stjórnað tekstasavnið, og Kirsten Brix og Lydia Did­ riksen hava skrivað arbeiðs­ og ástøðisbøkurnar. Tað er Føroya Skúla­ bókagrunnur, sum gevur Les røðina út. Næmingar læra um lívsvirði Partar av Les 3 bókaheildini hjá Føroya Skúlabókagrunni eru egnaðir heilt fram til víðari lestur Skoti málar Føroyar Føroyski íblásturin skínur týðiliga ígjøgnum í myndunum hjá skotanum Owen Henderson