týsdagur 25. august 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 159 - 25. august 2009
- Framsýningin
umborð á Ågot hevur
verið heilt ótrúliga
væl vitjað. Tað hevur
verið ein støðugur
streymur av fólki
alla tíðina, siga tvær
glaðar og væl nøgdar
listakvinnur og
sjómannakonur
Sjómannadagur
Óla Jákup Jacobsen
Sjómannadagurin var ikki
einans fyri sjálvar sjó menn
inar. Umborð á nýumvældað
skipinum Ågot hingu eini
40 listaverk, sum øll vóru
málað av konum til sjó
menn.
Sosialurin hitti tvær av
lista kvinnunum,
Veru
Mørk øre og Siggu Peter
sen.
Hetta er eitt sera
vældámt tiltak, sum hevur
verið afturvendandi hesi
seinastu árini, men í ár er
tað fyrstu ferð, at fram
sýningin fer fram umborð á
einum skipi. Hini árini
hevur tað bara verið í einum
vanligum høli.
Vera og Sigga vísa á, at
orsøkin, at tær í ár endaðu
umborð á Ågot, er, at
eigararnir av Ågot eru í
nevnd ini fyri sjómanna dag
in, og teir hava júst um vælt
og snøggað Ågot til.
Teir ringdu so til Honnu
Dalsenni og hildu, at tað
hevði verið stuttligt at
hildið framsýningina her.
Hanna ringdi so víðari til
okk um
aðrar
sjey
og
samskipaði framsýningina.
Sam stundis var hetta eitt
gott høvi at vísa skipið
fram, siga tær báðar.
Allar sjómanskonur
Tað serstaka við okkara
framsýning er, at vit allar
átta eru sjómanskonur, og
vit eru allar hiðani. Eingin
av okkum málar fulla tíð,
men einans sum frítíðarítriv.
Vit hava báðar havt fram
sýningar fyrr, men tær hava
fyri tað mesta verið her í
Klaksvík, siga Vera og
Sigga.
Tær vísa á, at fram sýn
ingin umborð á Ågot hevur
verið heilt ótrúliga væl
vitjað.
Meðan tær stóru kapp
ing arnar hava verið, hevur
tað verið eitt sindur minni
av fólki, men annars hevur
tað verið ein støðugur
streym ur av fólki alla tíðina,
siga tvær sera glaðar og væl
nøgd ar listakvinnur, Vera
Mørk øre og Sigga Peter
sen.
Sera væl
nøgdir fyri-
skiparar
- Vit læra betri og betri at fyriskipa dagin,
og í dag koyrdi alt veruliga eftir skinnarum.
Tiltøkini eru eisini vorðin betri og betri,
sigur Niklas Heri Jákupson, sum er ein av
fyriskiparunum av Føroya Sjómannadegi
Sjómannadagur
Óla Jákup Jacobsen
Tá leygarkvøldið leið í Klaksvík, fingu vit orð á ein av
fyri skiparunum av sjómannadegnum, Niklas Hera
Jákup son.
Dagurin hevur eydnast fantastiska væl. Veðrið hevur
víst seg frá síni bestu síðu, og her hava verið ótrúliga
nógv fólk, sigur ein sera vælnøgdur Niklas Heri.
Hann vísir á, at hetta er fimmta árið, at skipað verður
fyri sjómannadegi, og fyrireikararnir føla, at teir hava
lært betri og betri at fyriskipa dagin, og í dag eru teir
samd ir um, at alt veruliga koyrdi eftir skinnarum. Til
tøkini eru eisini vorðin betri og betri.
Góðir stuðlar
Vinnan eigur henda dagin. Alt er ókeypis, øll tiltøk og
øll starvsfólk arbeiða frítt. Haraftrat hava vit havt sera
góðar vinningar til tær ymsu kappingarnar. Við einum
slík um degi fylgja tí ótrúliga nógvar útreiðslur, sum
allar eru dekkaðar av stuðlum frá vinnuni sjálvari.
Anna rs hevði tiltakið als ikki latið seg gjørt, sigur
Niklas Heri.
Hann letur ongan iva vera um, at hesin dagur er ómeta
liga umráðandi fyri Klaksvíkina, tí Klaksvík er okkara
høvuðsfiskibýur, sum hann tekur til.
Sjómannadagurin er komin fyri at vera og verður
hildin aftur næsta ár, vissar Niklas Heri Jákupson okkum
um.
Lesið eisini greinarnar á blaðsíðu 12 og 13.
Ein sera væl nøgdur fyriskipari, Niklas Heri Jákupson, sum
legði øll kappingarúrslitini út so hvørt
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sjómanskonur vístu sínar dygdir
Sigga Petersen og Vera Mørkøre vístu myndir fram
- Ein hornasteinur
í FAS-skipanini er
Skipa eftirlitið, sum
vegna veksandi
upp gávur eigur at
styrkjast. Tá skipa-
talið í FAS økist, eigur
starvsfólkatalið á
Skipa eftirlitinum
eisini at økjast, segði
Tommy Petersen,
stjóri í FAS á fyrilestri
í Klaksvík
FaS
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta tiltakið á Føroya
Sjómannadegi í Klaksvík
var mánakvøldið, tá Tommy
Petersen, stjóri í FAS (Før
oyska Altjóða Skipa skrá
setingin), helt fyrilestur í
hølunum hjá Eik Banka.
Stjórin greiddi frá, hvussu
skipanin sá dagsins ljós,
hvat er vunnið, síðan hon
kom, og hvat vit kunnu
vænta okkum.
Tommy Petersen segði, at
38 skip eru í FASskipanini,
harav 30 eru úr Føroyum,
men FAS hevur eisini sam
skifti við fleiri ymisk reið
arí, eitt nú í Svøríki, Noregi
og Danmark
Áhugin fyri FAS er stór
ur, og alt bendir á, at fleiri
skip flyta í hesa skipa
áðrenn langt um líður.
Skipaeftirlitið
Stjórin vísti á, at ein horna
steinur í FAS er Skipa
eftirlitið,
sum
vegna
veksandi uppgávur eigur at
styrkjast. Tá skipatalið í
FAS økist, eigur starvs
fólkatalið
á
Skipa
eftirlitinum eisini at økjast.
Røkir Skipaeftirlitið
ikki sínar uppgávur til fuln
ar og nógv skjótt, verður
hetta ein beinleiðis veikleiki
hjá FAS, segði Tommy
Petersen.
Stjórin legði tó dent á, at
Skipaeftirlitið hevur sera
dugnalig fólk, men skal
FASskipanin
økjast,
soleiðis sum politiskt ynski
er um, er burturvið at skerja
eftirlitið.
Skipaeftirlitið og FAS
eru hvør sínar skipanir, men
hava eina sera umráðandi
samvinnu fyri neyðini, um
FAS skal hava áhuga úti í
heimi. Hesin áhugi er ikki
lítil eftir teimum fyri spurn
ingum at døma, sum FAS
fær.
Eitt, sum ger FAS áhuga
verda
hjá
fremmandum
brúkarum, er, at umsitingin
og skipanin er lítil, og at tað
tí er skjótt at fáa svar uppá
ymiskar fyrispurningar.
Tá Tommy Petersen var
liðugur við sína framløgu,
var høvi hjá áhoyrarum at
seta spurningar, og her vóru
fleiri, sum bæði høvdu
viðmerkingar og spurningar
um FAS.
Nógv fólk, sum sigla
undir
FASskipanini
og
und ir øðrum líknandi skipa
num, vóru og lýddu á.
Vakti ans
Leggjast kann aftrat, at
listarliga framsýningin hjá
Hans
Jacob
Fuglø
av
modelsluppunum vakti ans
í nýggja og snotiliga bygn
inginum hjá Eik Banka í
Klaksvík.
Skipaeftirlit styrkjast
Tommy Petersen á fyrilestri í Klaksvík Mynd: Dávur Winther
Gloyma beltini
Kanningar, sum danska løgreglan gjørdi nærhendis
skúlunum, tá skúlarnir byrjaðu aftur, vístu, at nógv
foreldur koyra ov skjótt, og at tað gloyma trygdarbeltið
hjá sær sjálvum og børnunum. Kanningarnar, sum vardu
átta dagar, staðfestu ikki færri enn 8.647 brot á
ferðslulógina, og tað er meiri enn í teimum tilsvarandi
kanningunum í fjør. Í 284 førum høvdu foreldrini gloymt
at seta børnini í trygdarbelti, og í 1.306 førum høvdu
foreldrini gloymt síni egnu trygdarbelti. Ferðin var kortini
tann størsti trupulleikin. 6.256 bilar koyrdu skjótari, enn
loyvt var, skrivar Ritzau.
Riva fekk flogfar
at venda
Eitt flogfar hjá íslendska flogfelagnum Icelandair
noyddist at venda aftur, tá tað var á veg frá altjóða
flogvøllinum í Keflavík til Oslo gjáramorgunin, tí ein riva
var komin í tað ytra lagið á einum rúti á flogfarinum.
Talsmaðurin hjá Icelandair, Guðjón Arngrímssson, sigur
við blaðið Vísir, at flogfarið setti seg í øllum góðum, og
at ferðafólkini vórðu send til Noregs við einum øðrum
flogfari løtu seinni. Sambært talsmanninum fingu
ferðafólkini ikki nakran hvøkk av tilburðinum.