týsdagur 25. august 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 159 - 25. august 2009
Sjómannadagur
Óla Jákup Jacobsen
Eitt av teimum heldur
leskiligari tilboðunum á
sjó manna degnum
var
í
egningarskúrunum á Stong
u num. Har stóðu Leivur
Vitalis Hansen og Beinta
Gregersen og gjørdu soft
ice.
Vit hava úr at gera, sigur
Leivur, meðan hann fyllir
softice upp í vaflur.
Her hava verið ótrúliga
nógv fólk, og ísarnir ganga
sum heitt breyð. Tað er
kanska ikki so løgið, tá
ísarnir eru ókeypis, skoytir
Beinta skemtandi uppí.
Vit hava givið ísar út nú
nonstop í yvir tríggjar
tímar, og vit vænta ikki at
kunna halda frí enn á sinni,
sigur Leivur og væntar at
koma til at gera einar 2000
ísar tilsamans.
Klaksvíkar
kommuna
hev ur heitt á ymisk feløg at
skipa fyri ymiskum.
Kommunan heitti á
okkum í ungdómshúsinum
um at gera softice, og tað
vildu vit sjálvsagt ógvuliga
fegin, sigur Beinta Grege
rsen, sum er leiðari fyri
ungdómshúsinum, sum eis
ini verður rópt Húsið.
So avgjørdur er 12
ára gamli Ólavur
Klein Lydersen,
tá hann verður
spurdur um, hvat
er stuttligast á
sjómannadegnum
Sjómannadagur
Óla Jákup Jacobsen
Her er nógv stuttligt at
fara til, men vatnkríggið
í bátunum var alvorliga
gott. Tað lógu ein rúgva
av smábátum á kaiini, og
man fór bara uppí onkran
bát. Í bátinum, sum eg var
við, vóru eini 8 børn og eini
10 vaksin, sigur Ólavur
Klein Lydersen.
Hann sigur, at hetta var í
besta sjónrænarastíli, har
allir bátarnir bardust móti
hvørjum øðrum.
Á takinum sat eisini ein
maður og spældi uppá ein
trummu, so tað veruliga
kom ein krígsstemningur í.
So, onkuntíð sníkti man seg
inn á ein bát og gjørdi eitt
ordiligt álop við vatn
spularum og vatnballónum,”
sigur
Ólavur
smílandi,
með an hann leggur aftrat,
at tað aðrar tíðir vóru bátar,
sum sníktu seg inn á teirra
bát og gjørdu tað sama.
Hann sigur, at tað allar
besta var, tá hann tók eina
vatnballón, siktaði og rakti
ein mann beint á høvdið.
Einki var turt
Á landi stóðu nakrir menn
og spulaðu við tjúkkum
brandslangum, og einaferð
meðan eg vendi rygg til,
bleiv eg spulaður mitt á
ryggin. Trýstið
var
so
kraftigt, at eg eina lítla løtu
misti balansuna og fór
nøkur fet fram. Men eg
fekk tó hildið mær á fótum,
leggur Ólavur aftrat.
Hann sigur, at tá vatn
kríggið var liðugt, var hann
so rennvátur.
Har var ikki eitt turt
stað eftir á kroppinum. Men
tað bilti ikki so nógv, tí tað
kundi mamma taka sær av,
tá eg kom heim, sigur
Ólavur
Klein
Lydersen
flenn andi.
Alt at siga fyri Føroyar
- Sjómannadagurin
er ikki bara týdning-
ar mikil fyri Klaks-
víkina, men fyri
allar Føroyar, sigur
vara borgarstjórin í
Klaksvíkar kommunu
Sjómannadagur
Óla Jákup Jacobsen
Ein av teimum, sum hevði
leitað sær oman á sjómanna
dagin í góðveðrinum, var
ungi
varaborgarstjórin
í
Klaks vík,
Jógvan
Skor
heim.
Sjómannadagurin er
sera týdningarmikil fyri
Klaksvíkina. Ja, satt at siga
hevur hann alt at siga.
Klaksvíkin er jú kend fyrst
og
fremst
sum
ein
fiskivinnubýur, og tað er
gott, at man kann fokusera
uppá tað, sum ein er góður
til, sigur Jógvan Skorheim.
Og hann er skjótur at
leggja aftrat:
Eg vil siga, at dagurin
er ikki bara týdningarmikil
fyri Klaksvíkina, men fyri
allar Føroyar, tí fiskur er
nærum
okkara
einasta
útflutningsvøra.
At hitta fólk
Eitt, sum Jógvan Skorheim
sær nógv fram til á sjó
mannadegnum, er at hitta
fólk.
Hóast mær dámar alt
til takið sera væl, so gleði
eg meg tó allarmest til
morgunmatarborðið og tær
stóru kappingarnar, tí har
hevur ein møguleika at hitta
nógv fólk. Tað er sera stutt
ligt at síggja øll hesi fólkini
innan fiskivinnuna, alt frá
dekkarum til akademikarar,
sigur
ungi
varaborgar
stjórin.
- Tað er sera stuttligt at síggja øll hesi fólkini innan
fiskivinnuna – alt frá dekkarum til akademikarar, sigur Jógvan
Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
”Vatnkríggið nógv tað besta”
2000 ókeypis ísar
12 ára gamla, Ólavi Klein Lydersen, dámdi sera væl vatnkríggið
Leivur Vitalis gevur einum dreingi ein ís
Nokia kemur við farteldu
Nokia fer nú inn á tann støðugt vaksandi marknaðin fyri smáar farteldur, tær sokallaðu netbooks.
Hetta er eitt heilt nýtt øki fyri Nokia. Nokia kallar sína netbook »Booklet 3G«, og sum navnið
avdúkar verður tað við innbygdum 3G tráðleysum internetsambandi. Harafturat fær Booklet 3G
óvanliga langa livitíð á battaríunum – heilar 12 tímar. Eisini á øðrum økjum verða eginleikarnir
betri enn hjá flestu kappingarneytunum. Eitt nú verður innbygdur GPS og forritið Nokia Maps í
Booklet 3G, eins og bæði tráðleyst Bluetooth radiosamband, SDkortlesari, WiFi internetsamband
við meira. Harumframt verður eisini HDMIvideoútgangur til HDvideo, sum bendir á, at tað
verður eitt sterkari videokort ella prosessari í hjá Nokia enn hjá kappingarneytunum. Stýrisskipanin
er Windows, prosessarin er Intel Atom og skermurin er 10 tummar og í HD upploysn. Uttaná er
Booklet 3G klødd við aluminium, og samlaða vektin er 1,25 kilo. Nær og til hvønn prís Booklet 3G
kemur á gøturnar, verður avdúkað á Nokia World messuni í Stuttgart tann 2. September.