Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 159 - 25. august 2009 Ymisk fólk um sjómannadagin Sosialurin hitti nøkur fólk, sum høvdu leitað sær oman á Stengurnar at halda sjómannadagin. Vit spurdu, hvat tey halda um dagin? - Metið í ár er heili 21 kassar, og tað er eitt kassatorn, sum er meira enn 8 metrar høgt. Umráðandi er at hava góða balansu og at halda tunguna mitt í munninum, sigur Niklas Olsen, sum er kassameistari í Norðoya MC-felag Sjómannadagur Óla Jákup Jacobsen Norðoya MC-felag skipaði fyri eini heldur dramatiskari kapping á sjómannadegnum. Hon snúði seg um, at meðan ein er í einum trygdarseðla at stápla so nógvar sodavatns- kassar omaná hvønn annan, áðrenn kassatornið raplar. - Henda kappingin er sera populer og standa fólk í kø so at siga alla tíðina. Hóast kappingin er fyri bæði kynini, so er tað serstakliga menn, ið royna seg her. Møguliga er tað tær høgu hæddirnar, sum gera tað. Kappingin er fyri allar aldrar, men av trygdaráðum royna vit at ikki taka ov ung børn, sigur Niklas Olsen, sum er kassameistari í Norðoya MC-felag. - Metið í ár er heili 21 kassar, og er tað eitt yvir 8 metrar høgt kassatorn. Tá snýr tað seg um at hava góða balansu og at halda tunguna mitt í munninum, sigur Niklas Olsen. 8 metrar av kassum Thedor Fonn, formaður í Norðoya MC-felag, var fyrstur at royna seg Hans Pauli Hentze, sjómaður Systkinabørnini, Kristina Johannesen og Sára Olsen Súsanna og Atli Danielsen Kristina Johannessen og Sára Olsen: Systkinabørnini Sára og Kristina vóru eisini farin á sjómannadag. - Dagurin hevur verið ordiliga góður og stuttligur. Sára hevur verið burtur so at siga alla summarferiuna, so hesin dagurin hevur fyrst og fremst verið ein góður møguleiki hjá okkum at brúka tíð saman aftur, sigur Kristina. - Ja, og tað hevur eisini verið stuttligt at gingið runt og heilsað uppá fólk. Sjálvsagt hava vit eisini vitjað tiltøkini, ið eru, har vit eitt nú hava verið til listaframsýningina umborð á Ågot. So fingu vit okkum eisini hvør sín ókeypis soft-ice, sigur Sára Olsen skemtandi. Hans Pauli Hentze, sjómaður: - Eg havi gingið aftur og fram her á kaiøkinum so at siga allan dag. Veðrið hevur verið sera gott, og eg havi veruliga hugnað mær. Ein fær lættliga tíðina at ganga við at vitja øll tey mongu og fjølbroyttu tiltøkini á sjómanna- degnum. Hetta er aðru ferð, at eg eri til sjómannadag, og eg má siga sum er, at hetta er eitt sera gott og neyðugt tiltak fyri sjómenn. Bæði fyri at kunna møtast og fylkjast um sama áhugamál, men eisini fyri at kunna vanliga borgaran, so meira forstáilsi kann skapast fyri sjóvinnuni, sigur Hans Pauli Hentze. Súsanna og Atli Danielsen: - Vit komu oman her í morgun til tað stóra morgunmatarborðið. Har var stak hugnaligt við góðum mati og møguleika at hitta nógv fólk. Tað stuttligasta við degnum er nokk at síggja allar hesar øðrvísi og stuttligu kapp- ingarnar. Nú vit búgva í Danmark til dagligt, so er tað sjálvsagt eisini stuttligt at møta vinum og kenningum, siga Súsanna og Atli Danielsen. Ukraina var uppií Russisku myndugleikarnir vilja vera við, at hermenn úr Ukraina hjálptu Georgia í krígnum við Russland fyri einum ári síðani. Ein embætismaður sigur, at ukrainskir stjórnarhermenn og limir í einari ukrainskari tjóðskaparrørslu bardust saman við teimum grorgisku stjórnarhermonnunum ímóti russiska herinum í Suðurossetia. Embætismaðurin segði tó einki um, hvussu nógvir ukrainskir hermenn hjálptu Georgia. Í fjør vildu russar vera við, at Ukraina hevði latið georgiska herinum vápn til kríggið við Russland. Ukrainska stjórnin hevur ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tey seinastu tíðindini úr Moskva. Ivast í Angelu Merkel Í Týsklandi vilja teir fríu demokratarnir vera við, at Angela Merkel, kanslari, hevur lovað at skipa stjórn saman við teimum aftan á næsta ríkisdagsvalið, men at hon fyrireikar seg til at bróta tað lyftið. Leiðslan í FDP sigur, at kanslarin og aðrir politikarar í CDU og systirflokkinum CSU hava hert atfinningarnar at FDP, og at tað kann ikki vera tekin um annað, enn at kanslarin ætlar at halda fram við samstarvinum við sosialdemokratarnar aftan á næsta val. Meiningakanningar geva CDU-flokkinum hjá Angelu Merkel 37 prosent av atkvøðunum, meðan sosialdemokratarnir fáa millum 20 og 23 prosent. FDP liggur um 14 prosent.