týsdagur 25. august 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 25. august 2009
15
“Tey gomlu høvdu sum
høvuðsreglu at: “Vit
skuldu seta tering eftir
nering””. Tað sigur Kári
P. Højgaard í einum
aftursvari til mína grein,
sum kallaðist “Ein risa
stór rokning til allar
føroyingar”
Hesum taki eg fult undir
við. Vit kunnu ikki í óav
markaða tíð brúka meira
enn vit forvinna. Tí er um
ráðandi, at vit gera eina
langsiktaða ætlan fyri,
hvussu inntøkurnar fáast at
vaksa, ella útreiðslurnar at
minka, nú landskassin hev
ur risastórt undirskot. Tað
var hetta sum fekk meg at
spyrja Kára P. Højgaard, í
løgtinginum, hvør skal
hava rokningina fyri mistu
inntøkuna av blokkniður
skurðinum. Hvør skal
“tera” minni, nú stórur
partur av “neringini” er
burtur?
Og Kári P. Højgaard
svaraði, at byrðarnar áttu at
verða lagdar á tey sum
høvdu meira enn 300 til
400.000 krónur í inntøku.
Eg havi síðani roknað út,
at tað roknistykkið hongur
als ikki saman, og at
rokningin tí eisini fer at
merkjast væl hjá teimum,
sum hava lítla “nering” og
tí lítið at “tera”.
Spyr, men svarar ikki
Nú spyr Kári meg tveir
spurningar. Tað skal hann
sjálvandi vera vælkomin
til, men eg fari tó at minna
á, at eg í eini blaðgrein um
ársskiftið setti honum 15
spurningar um somu viður
skifti, sum hann framvegis
ikki hevur svarað. Kanska
koma tey svarini í eini
komandi grein?
Stórur munur á CHE og
ABC
Kári endurgevur úr sam
gonguskjalinum, har tað
stendur, at tað er umráð
andi at samfelagið veksur
seg til ein sjálvberandi
búskap, og at tí hava sam
gonguflokkarnir gjørt av at
lækka ríkisveitingina við
15 prosentum av reella
inntøkuvøkstrinum av
skattum og avgjøldum hjá
landskassanum.
Hann spyr so, hvussu
nógv ríkisveitingin lækkar
eftir hesum frymlinum, og
hví Sambandsflokkurin
hevur undirritað eitt sam
gonguskjal um blokk
niðurskurð.
Lat meg byrja við tí
seinna spurninginum:
Áðrenn Sambandsflokkur
in skipaði samgongu sam
an við Fólkaflokkinum og
Javnaðarflokkinum, høvdu
vit CHE samgonguna, sum
ætlaði at minka heildar
veitingina við 117 mió.
krónum longu í ár. Minnist
meg rætt, so bjóðaði
Sjálvstýrisflokkurin seg
fram at vera stuðulsflokkur
hjá hesi samgonguni, tá
meiriluti ikki fekst fyri tí
politikkinum longur. Tær
117 milliónirnar skuldu
burtur, líkamikið um
inntøkurnar stóðu í vøkstri
ella vóru minkandi. Har
var ikki spurt um “nering”
ella “tering”. Rokningin
skuldi enn einaferð sendast
til Føroya fólk – eisini til
tey við teimum lægstu
inntøkunum !
Núverandi samgonguskjal
Núverandi samgonga sigur,
at ein treyt fyri at minka
heildarveitingina er, at aðr
ar inntøkur vaksa. Ríkis
veitingin kann minka við
15 prosentum av tí, sum
fæst meira inn í skatti og
avgjøldum. Vaksa inntøkur
nar við 100 mió. krónum,
so kann ríkisveitingin
minka við 15 mió. krónum,
soleiðis at samlaði vøkst
urin verður 85 mió. krónur.
Vaksa skatta og avgjalds
inntøkurnar ikki, so minkar
heildarveitingin heldur
ikki. Hetta er tað, sum vit
kalla at “vaksa okkum til
ein sjálvberandi búskap”.
Tað er vøksturin í inntøk
unum, sum er avgerandi
fyri, um heildarveitingin
minkar ella ikki.
Onkur kritikari segði, tá
samgonguskjalið var
skrivað, at tað fór at taka
365 ár at fáa allan blokk
stuðulin burtur eftir hesum
leistinum. Hesum ivist eg
í, men hetta var semjan,
sum allir tríggir flokkarnir,
við sínum ymiskleika,
kundu liva við.
Hin spurningurin
Og so var tað hin spurning
urin: Hvussu nógv fer
blokkstuðulin at minka
eftir hesum leistinum? Har
má eg svara, at tað velst
um inntøkurnar. Hann fer í
hvussu so er ikki at minka
meira enn tað sum aðrar
inntøkur vaksa, og tann
árliga upphæddin kemur
ikki í nánd av teimum 117
milliónunum hjá CHE
samgonguni og Sjálv
stýrisflokkinum. – Sum
maðurin segði: “Tering”
eftir “nering”.
Tering eftir nering
løgtingsmaður
Helgi
AbrAHAmsen
Stór undirtøka er á
Føroya Løgtingi fyri at
savna allar maritimar
útbúgvingar í Klaksvík.
Tað kom fram undir
viðgerðini av óavsøku
røðu løgmans. Samgong
an hevur eisini sett sær
fyri at loysa hølistrupul
leikarnar hjá Trygdar
miðstøðini. Verða hesar
ætlanir veruleiki, fæst
eitt mennandi lestrar
umhvørvi í Norðoyggjum
burturúr, og tað er
neyðugt fyri aftur at
skapa vøkstur í økinum
Maritimu útbúgving
arnar til Klaksvíkar
Við at flyta maritimu út
búgvingarnar til Klaksvíkar
afturat verandi útbúgving
armøguleikum í økinum,
fæst eitt mennandi lestrar
umhvørvi burturúr. Hetta er
neyðugt fyri at menna og
varðveita Norðoyggjar, sum
“kraftsentur” uttanfyri
høvuðsstaðin. Fiskivinnan
fer ivaleyst frameftir at vera
drívmegin í økinum her
norðuri, men neyðugt er við
fleiri møguleikum, serliga á
útbúgvingarøkinum, um
komandi ættarlið skulu støð
ast og vera við til aftur at
skapa vøkstur og framburð.
Við at flyta Vinnuháskúl
an úr Havnini gerst eisini
meira upplagt at menna
Fróðskaparsetrið og gran
skingarumhvørvið í høv
uðsstaðnum og fer tað at
verða øllum landinum til
frama.
Tað er tí ikki rætt, tá ført
verður fram, at politikarar
søkja at Havnini, tá tosað
verður um at skipa mari
timu útbúgvingarnar í Klak
svík. Tvørturímóti eigur
hetta at verða sæð, sum ein
roynd at lyfta landið alt á
eitt hægri stig á útbúgving
ar og granskingarøkinum.
Stórur tørvur er á betri
hølisumstøðum bæði hjá
Fróðskaparsetrinum og
innan gransking í Føroy
um. Bygningarnir hjá
Vinnuháskúlanum eru
upplagdir til hesi endamál.
Tróndheimur í Noreg,
Akureyri í Íslandi og Oulu
í Finnlandi eru dømi um
júst tað sama. Lærdir há
skúlar og hátøknilig fram
leiðsla verða raðfest, fyri at
skapa “kraftsentur” uttan
fyri høvuðstaðarøkini, sum
kunnu geva høvuðsstaðar
økinum samstarvsmøgu
leikar, mótspæl og kapping
øllum landinum til frama.
Undirtøka á Føroya
Løgtingi
Stór undirtøka er á Føroya
Løgtingi fyri at savna mari
timu útbúgvingarnar í
Klaksvík. Tað kom fram
undir viðgerðini av ólav
søkurøðu løgmans. Tí eig
ur landsstýrið at smíða,
meðan jarnið er heitt, taka
politisku avgerðina, fara
undir at fyrireika ætlanina
og síðan seta hana í verk
alt fyri eitt.
Komið er eisini fram, at
ætlanir liggja í Mentamála
ráðnum um at byggja
nýggjan Vinnuháskúla,
eftir at nautisku og maskin
útbúgvingarnar vóru lagdar
saman. Tí skuldi verið lag
á manni at farið undir at
bygt nýggjan Vinnuháskúla
í Klaksvík. Ein slík byggi
verkætlan hevði eisini ver
ið rættiliga arbeiðsskap
andi í økinum, nú fiski
vinnan so at siga er steðg
að upp og talið av arbeiðs
leysum er munandi økt.
Seinnu árini er nógv
gjørt við at útbyggja sam
ferðslunetið við ferjum,
vegum, brúm og tunnlum.
Hesar útbyggingar hava
verið neyðugar, men tað er
umráðandi, at tær ikki
einans eggja til einvegis
ferðslu. Tí er neyðugt, at
almenni myndugleikin
eisini hugsar geografiskt
við at spjaða alment
virksemi um alt landið.
Nýggja Trygdarmiðstøð í
Klaksvík partur av
maritima umhvørvinum
Undanfarna ABCsam
gonga var komin langt
áleiðis við fyrireikingunum
til tess at fara undir at
byggja nýggja Trygdarmið
støð í Klaksvík. Peningur
var eisini settur av til
endamálið. Ætlanin varð tó
fullkomuliga slept, tá
CHEsamgongan tók við.
Sitandi ABCsamgonga
hevur aftur sett málið á
dagsskrá og hevur í sam
gonguskjalinum ásett, at:
“Hølistrupulleikarnir hjá
Trygdarmiðstøðini verða
loystir”. Eisini í álitinum
til fíggjarlógina fyri 2009
verður mælt til at: “fyrireik
ingarnar at byggja nýggja
trygdarmiðstøð í Klaksvík
eiga at halda fram”.
Nú landsstýrið aftur
arbeiðir við at gera tillag
ingar í samband við íløgu
ætlanina, og í tí sambandi
fer at leggja fram eyka
játtanarlóg fyri Løgtingið í
heyst, eigur spurningurin
um Trygdarmiðstøðina at
verða tikin við og loystur.
Fari av somu orsøk at
mæla landsstýrismonn
unum í fiskivinnu og
fíggjarmálum til at laga
tillagingarnar á íløguætl
anini soleiðis at farast kann
undir at byggja nýggja
Trygdarmiðstøð alt fyri
eitt, ella í øðrum lagi, at
hóskandi høli verða keypt í
Klaksvík, og sum verða
umbygd til endamálið.
Ein nýggj trygdarmið
støð kann soleiðis gerast
fyrsta stigið í arbeiðnum at
skapa eitt fjølbroytt lestrar
umhvørvi í Norðoyggjum,
har maritimi parturin og
tilknýtið til sjógvin verður
berandi, men har aðrar
útbúgvingar innan onnur
øki eisini gerast partur.
Maritimt lestrarumhvørvi í Norðoyggjum
løgtingsmaður
bjørn KAlsø
Demokratia | 100 Tórshavn
Tlf. 212848 | www.demokratia.fo
Fyrilestur við Inge S. Enge
Mikukvøldið 26. august kl. 19.30
heldur Inge S. Enge, norskur stór
tingslimur, fyrilestur fyri Demokratiu.
Hon fer at røða um týdningin av javnstøðu í
politikki og um egnar royndir.
Fyrilesturin verður hildin í Miðlahúsinum.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Øll eru hjartaliga vælkoMin.
vónandi møta nógv.
DeMokratia
Sosialurin/KvR 34 18 00