týsdagur 25. august 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 25. august 2009
17
Andlát og jarðarferðir
Georg Hansen, Klaksvík,
andaðist leygarkvøldið á
Klaksvíkar sjúkrshúsi, 75
ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Kistan við Oluf Ungagarð
fer úr kapellinum á Suður
oyar Sjúkrahúsi týsdagin kl.
17 í heimið í Lopra. Jarðar
ferðin verður úr heiminum
mikudagin kl. 13. Tey ið
vilja minnast Oluf, kunnu
lata Diabetesfelag Føroya
eina peningagávu, konta í
Føroya Banka.
Tórir Thomsen andaðist
leygarkvøldið í heiminum í
Norðagøtu, 91 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Gøtu
Kirkju mikudagin kl. 14.
Kistan við Onnu Petersen,
vanliga nevnd Anna hjá John,
fer úr kapellinum á Suður
oyar Sjúkrahúsi týsdagin kl.
18.30. Jarðarferðin verður úr
Vágs kirkju mikudagin kl.
13. Sungið verður úr sálma
bókini. Tey, ið vilja minnast
Onnu kunnu lata Vágs kirkju
eina peningagávu.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp,
tá mín høgt elskaða kona, mamma, vermamma og
omma okkara
Ellen Cemina Poulsen
(vanliga nevnd Mina)
andaðist og varð jarðað.
Takk til talarar, sangarar, berarar og onnur,
sum á ymiskan hátt hjálptu til.
Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og til tykkum
mongu, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Henry, Naina, Áshild og Jens Rúni
Tøkk
Vit ynskja at bera eina hjartans tøkk fyri sýnda
samkenslu, tá kæra kona, mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Oluffa Mikkelsen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri kransar, blómur, peningagávur og
heilsanir.
Tøkk til Jógvan Fríðriksson og Henning Bøgesvang,
kirkjutænarar og sangarar.
Tøkk til Heimarøktina, Sambýlið á Skála,
Sjúkrahúsverkið og Hjálpartólamiðstøðina fyri
hjálp og røkt.
Tøkk til familju, vinir og kenningar fyri hjálp og
trúfesti undir longu sjúkralegu hennara
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni – frá
kapellinum, til kórsetingina og til jarðarferðina.
Hjartans tøkk til øll, sum hjálptu til á ymiskan hátt í
sambandi við jarðarferð og ervið,.
Familjunnar vegna
Petur Pauli, Asbjørn, Eyðbjørg, Heri og Marjun
Kæra móðir og mostir okkara
Anna Petersen
andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsi 22. aug. 2009,
94 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju 26. aug. kl. 13.
Sálmabókin verður nýtt.
Óli, Helena, Marita, Sanna, Ingeborg og John
Tey ið ynskja at minnast Annu hjá John við blómum,
kunnu ístaðin geva Vágs kirkju eina samsýning
Tey seinastu mongu árini hevur
tað í Føroya Ríðingarfelag verið
siðvenja, at gera ein árligan damu
ríðitúr eftir miðjan august mán
aða. Í ár varð túrurin planlagdur
at vera leygardagin 22. august kl.
11 úr Havnardali. Hvør leiðin
verður henda dagin velst um
veður og vind. Leygarmorgunin
var av fagrasta veðri, men av tí at
fleiri av damunum skuldu luttaka
í skrúðgongu um tað mundi, sum
skuldi vera fyri Poul Mohr, sum
fylti áttati henda sama dag, bleiv
damutúrurin útsettur til kl. 14
ístaðin.
Fimtan vælupplagdar damur
møttu upp í Havnardali kl. 13 og
við Gunrid sum kapteini var
semja um at fara fyri Sunnan tvs.
suður undir Kamb.Við væltrenað
um rossum og fyltum saðiltaskum
gekk leiðin upp á Velbastaðháls
og haðani yvir í Reynsmúlalág, ið
hevur hýst mongum fólkafundi
og har tann víðakendi av gróti lag
aði Prætikustólurin stendur. Tað
var vist eisini á hesum staði at
kendi sangurin hjá Jóannes Paturs
son (18661946) “Boðar tú til
allar tjóðir” fyri fyrstu ferð varð
sungin alment á fólkafundi 9. juli
1905. Eitt sera áhugavert øki eitt
av náttúruni formað amfiteatur.
Síðani gekk leiðin suður undir
Kamb. Onkur misti skógv á veg
suðureftir, men skógvingina tað
kláraður damurnar sjálvar, og
eftir stuttan steðg var aftur klárt at
ríða. Komnar suður undir Kambin
var saðla av so ross og damur
kundu njóta løtuna. Rossini nutu
tað saftríka fjallagrasi og damur
nar nutu tað sum í saðiltaskunum
var. Ein ógloymandi løta – høgt
til loft og vítt til veggja. Onkur
helt fyri, at tað var deiligt at vera
dama á fjøllum í Føroyum. Eftir í
sólskininum at hava etið seg mett
ar og vælsettar og ordnað verðins
problematikkin gekk leiðin heim
aftur. Enn ein ógloymandi dagur
var at enda komin.
mg
Damurnar á myndini frá vinstru: Elsa Maria, Jacqulin, Rúna, Bryndis, Kristfríð, Anja, Marita, Sanna, Súsanna, Sigrun, Gunrid, Óluva, Tina, Vilbjørg og Jensa
Damuríðitúrur – kvinnur á rossabaki
Dagurin
25. august. Ludvík, deyður í 1270. Kongur í Fraklandi,
nevndur Ludvík hin Heilagi. Stóð á odda fyri fleiri
krossferðum. Á einari ferð til Norðurafrika doyði hann
av sjúku. Upprunaliga germanskt navn, ið merkir
viðgitin og stríð.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
nøvn