týsdagur 25. august 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 159 - 25. august 2009
havastova
Magnus Gunarsson
Myndir: Jens Kristian Vang
Ein havastova er ikki bara til
sól og summar, men eisini
til at brúka alt árið, sigur
Pætur M. Hansen, sum rekur
fyritøkuna Marká Sp/f í
Havn og m.a. umboðar tær
donsku havastovurnar Unik
Udestuer.
Tað vísir seg, at hava
stovan ofta verður eitt tað
mest nýtta rúmið í húsinum,
tí hon er ljós og hugnalig
við góðum útsýni til havan
við blómum og plantum.
Hóast veðrið ikki er av tí
besta ber til at sita í hugna
ligum umhvørvi og njóta
ljósið og útsýnið. Tað er eis
ini vanligt at hava eina peis
í havastovuni til at hita upp
við.
Havastovurar fáast bæði
við einkultum orkuglasi
ella við termoorkuglasi.
Talan er um gjøgnumførdar
havastovur í besta kvaliteti
við aluminiumsrammum og
dragihurðum. Sjálv kon
struktiónin, sum er gjørd úr
límtræ, er sera sterk og held
ur til okkara harføra veður
lag.
Pætur M. Hansen sigur,
at tað er einfalt at gera eina
havastovu. Kundin fær hava
stovuna, sum hann sjálvur
ynskir hana. Vit koma at
ráðgeva, taka mát og geva
tilboð. Havastovan verður
teknað 3dimensionelt. Vit
syrgja eisini fyri at søkja
um byggiloyvi. Eftir at
fundamentið er stoypt og
aðrar fyrireikingar gjørdar,
er klárt at seta havastovuna
upp.
Áhugin er vaksandi fyri
havastovum
í
Føroyum,
hetta er ein møguleiki hjá
fólki at vaksa um húsini við
eini stovu afturat, sigur Pæt
ur Hansen, sum leggur
afturat, at øll eru vælkomin
til at fáa eitt óbindandi
tilboð upp á eina havastovu.
Unik udestuer, sum vit
umboða, hava ofta ymisk
tilboð, sum kunnu síggjast
á heimasíðuni www.unik
udestuer.dk. Bert fraktút
reiðslur til Føroyar skulu
leggjast afturat danska prís
inum.
Pætur M. Hansen frá Marká Sp/f í nýggju havastovuni hjá
Alisu Petersen í Smiðjugerði í Havn
handilstíðindi
Havastovan ger munin
- ger dreymin til veruleika