Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. august 2009 Talan gjørdist um tríggjar favorittsigrar í 1. deild hjá kvinnum sunnudagin, tá KÍ, AB og Skála vunnu sínar dystir. Men AB fekk harða mótstøðu frá Víkingi, áðrenn heldur trivaligi sigurin var veruleiki einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Mest áhugaverdi dysturin í bestu kvinnudeildini var tann á Argjum, har AB tók ímóti Víkingi. Higartil í ár hevur Víkingur tikið stig frá báðum oddaliðunum, KÍ og AB, so tí kundi væntast, at AB enn eina ferð fór at fáa harða mótstøðu frá liðnum á triðjaplássinum. So var eisini, og Víkingur var við yvirlutan fyrra part av fyrra hálvleiki, til AB hevði fótað sær og kom á odda við máli, sum Mona Breckmann skjeyt, tá hálvur tími var farin. Men hóast aftanfyri, so góvu tær í Víkingi ikki upp, men herjaðu á av nýggjum eftir steðgin, tá boð fleiri ferðir vóru eftir Simonu Heinesen í AB-málinum. Kortini gjørdist seinni hálvleikur ein endurtøka av fyrra, tí tá eitt sindur var útliðið, megnaði AB aftur at skora – enntá tvær ferðir. Fyrst økti Olga Kristina Hansen og bara tveir minuttir seinni staðfesti Elin Katrina Thomsen 3-0 sigurin, ið merkir, at AB framvegis er á sama stigatali sum KÍ. KÍ hevur munin Tó er stórur málmunur á AB og KÍ, og ikki kann sigast annað, enn at KÍ-kvinnurnar sunnudagin gjørdu sítt til at økja tann munin uppaftur meira. Tá tær við Djúpumýri høvdu vitjan av felagsliðnum B68/NSÍ, gjørdist tað til ein knúsandi 10-0 sigur til KÍ, sum var á odda heili 7-0 í hálvleikssteðginum. Tað merkir, at skuldi landskappingin hjá kvinnunum endað við, at tað stóð á jøvnum í stigum millum KÍ og AB, so er KÍ tó so langt frammanfyri í málmuni, at AB ongan livandi møguleika hevur fyri at hála hann innaftur. Sum er, er málmunurin hjá KÍ heili 34 mál betri enn tann hjá AB! Enn eina ferð gjørdist Sofía Purkhús stóri málslúkurin, tá hon skoraði fimm av teimum 10 málunum ímóti B68/NSÍ. Rannvá Andreasen fann málið tríggjar ferðir, og haraftrat skutu Ása K. Thomsen og Malena hvør sítt mál. Óneyðugt er helst at siga, at stórur munur var á liðunum, sum eisini væntandi var, nú tað vóru toppur og botnur, ið hittust. Skála vann trygt Triði dysturin var spældur við Margáir millum EB/Streym og Skála, ið liggja lið um lið á stigatalvuni, men tó við Skála eitt fitt petti frammanfyri. Og tað pettið gjørdist uppaftur størri, tí Skála vann dystin við trimum málum, sum øll komu síðsta korterið av fyrra hálvleiki. Skála var nógv betra liðið fyri steðgin, so einki var at siga til tryggu 3-0 hálvleiksleiðsluna, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið. Kirstinbjørg Frederiksberg legði Skála á odda 1-0, tá lítil hálvur tími var spældur, og bara tríggjar minuttir seinni gjørdu tær hjá EB/ Streymi sjálvmál. Triðja málið skoraði Fríðrún Danielsen í síðsta minutti av fyrra hálvleiki. Eftir steðgin gjørdi Skála fleiri útskiftingar, og tað kanska gjørdi sítt til, at EB/Streymur kom betur við og eisini fekk onkrar málkjansir, harav onkran sera stóran, ið átti at givið mál. Men úrslitið vikaðist ikki og Skála vann 3-0. Fult umfar Longu í annaðkvøld skulu øll seks liðini í bestu kvinnudeildini í eldin aftur, tí tá er fult umfar. KÍ skal til Streymnesar at spæla ímóti EB/ Streymi, Skála tekur ímóti AB, og grannauppgerð verður á Toftum millum B68/NSÍ og Víking. Enn eina ferð er talan um eitt umfar, har størsta trýstið má sigast at liggja á AB, hóast Skála liggur væl lægri á stigatalvuni. So leingi, sum KÍ hevur so nógv betri málmun, er alneyðugt hjá AB at vinna rest, skal nakað meistaraheiti spyrjast burturúr. Hinvegin er KÍ stórfavorittur ímóti EB/Streymi, og slíkar dystir kiksa klaksvíkskvinnur bara ikki. Somuleiðis er Víkingur greiður favorittur ímóti botnliðnum, B68/NSÍ. Favorittarnir vunnu Vilja hava nýggja málsviðgerð Í skrivi til Kappingarnevndina hjá FSF heitir KÍ nú á nevndina um at taka málið viðvíkjandi spæliloyvinum hjá Christiani Restorff Mouritsen upp til nýggja viðgerð. Sambært reglunum hjá FSF kunnu avgerðir hjá Kappingarnevndini um spæliloyvi ikki kærast til Aga- ella Yvirkærunevndina, men Aganevndin hevur tó heimild til at taka málið upp av sínum eintingum. Tí heitir KÍ í skrivinum á Kappingarnevndina um at lata Aganevndina taka støðu til málið. Eisini biður KÍ um, at spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen verður afturkallað, til nýggj avgerð er tikin í málinum. KÍ hevur ført fram, at tey undir ongum umstøðum vilja lata málið fara fram við uttan víðari, og tí er brævið til Kappingarnevndina helst fyrsta stigið av fleiri møguligum, sum KÍ umhugsar. Eydnast tað ikki at fáa Aganevndina at taka málið upp til viðgerðar, er einasti møguleikin hjá KÍ, at fáa altjóða ítróttardómstólin at taka málið upp til viðgerð, men tá er talan um drúgva og møðandi process, so ivaleyst stendur hetta seinast í røðini av tí, sum klaksvíkingar hava í umbúna. -mørk Støðan, 1. deild kvinnur Nr Lið Dystir V J T Mál +/÷ Stig 1 KÍ 15 12 2 1 70- 6 67 38 2 AB 15 12 2 1 39- 6 33 38 3 Víkingur 15 8 3 3 31-19 12 27 4 Skála 15 5 1 3 19-41 ÷22 16 5 EB/Streymur 15 2 1 12 8-51 ÷43 7 6 B68/NSÍ 15 1 1 13 5-52 ÷47 4 KÍ-B68/NSÍ 10-0 (7-0) 1-0: Ása K. Thomsen 2-0: Sofía Purkhús 3-0: Malena Josephsen 4-0: Sofía Purkhús 5-0: Sofía Purkhús 6-0: Rannvá Andreasen 7-0: Rannvá Andreasen 8-0: Sofía Purkhús 9-0: Sofía Purkhús 10-0: Rannvá Andreasen AB-Víkingur 3-0 (1-0) 1-0: Mona Breckmann 2-0: Olga Kristina Hansen 3-0: Elin K. Thomsen EB/Streymur-Skála 0-3 (0-3) 0-1: Kirstinbjørg Frederiksberg 0-2: sjálvmál 0-3: Fríðrún Danielsen AB-kvinnurnar komu livandi frá dystinum ímóti Víkingi og vunnu við trimum málum, hóast nógv stóð á í løtum Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir