týsdagur 25. august 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. august 2009 – Nr. 160
Vidic fer ongan veg
Seinastu tíðina hevur ljóðað, at Nemanja Vidic hjá
Manchester United, hevur hug at skifta til spanska
Barcelona, men hetta verður nú avsannað av
spælaranum sjálvum. – Eg havi ongan tíð sagt nakað
um Barcelona, Real Madrid ella Milan ella nakað
annað felag. Eg tosi ikki um mína framtíð, so eg veit
ikki, hví øll onnur skulu gera tað. Og móti Wigan
sýndi eg, at eg stórtrívist hjá Manchester United,
sigur Vidic við enska Soccernet.
Súkklurnar hjá bæði Torkil
Veyhe og Boga Kristiansen
punkteraðu, tá síðsta takið
skuldi takast í kappingini
við íslendsku súkklararnar
í íslendsku Landskeppnin
2009. Hjá kvinnunum var
Súsanna Skylv í serflokki
nógv besti súkklarin
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Um vikuskiftið hevur verið kappast
í tí kappingini har yviri, sum svarar
til okkara Statoil Kring Føroyar.
Landskeppnin 2009 byrjaði
fríggjakvøldið við tíðarkoyring,
síðani var landavegskoyring
leygarmorgunin og seinnapartin
býarkoyring. Við úr Føroyum vóru
Torkil Veyhe, Gunnar Dahl-Olsen og
Bogi Kristiansen hjá monnum og
Súsanna Skylv hjá kvinnum.
Í tíðarkoyringini á 20 kilometra
teini var Hafsteinn Ægir Geirsson
tann drúgvasti, og fremsti
føroyingurin fríggjakvøldið var
Torkil Veyhe, ið á triðja plássinum
var 59 sekund aftan fyri »Haffa«. Av
tí at hetta eisini var liðkapping, vísti
samanteljingin eftir fyrsta
kappingarumfarið, at íslendingar
longu beinanvegin vóru tveir
minuttir og 40 sekund framman fyri
føroyingarnar.
Men hóast munurin var stórur,
var við góðum treysti herjað á
leygarmorgunin, tá súkklað var á
leiðini við Hvalfjörð. Føroyska liðið
fekk tað at bera væl til og fekk
skorið 40 sekund av muninum upp
til íslendingarnar, og besta einstaka
úrslitið fekk Bogi Kristiansen, ið
gjørdist nummar tvey.
Nú var bara býarkoyringin eftir
seinnapartin leygardagin, og
føroysku súkklararnir gjørdu nógv
við at leggja sær góðan taktikk, so
tað skuldi bera til bæði at vinna
sjálva býarkoyringina og samlaðu
kappingina. Teir vistu, at við
skilagóðari súkkling bar væl til at
vinna teir báðar minuttirnar
innaftur.
Tvær punkteringar
Alt sá eisini út til at ganga eftir vild,
tí sum kappingini leið, misti ein
íslendingur fyri og annar eftir, og tá
ein triðingur av kappingini var farin,
vóru Bogi, Torkil og Gunnar við
millum teir fremstu. Men so gekk av
skriðuni, tí fyrst punkteraði Bogi og
løtu seinni Torkil, so Gunnar nú
brádliga var tann einasti, ið var eftir.
Samstundis var greitt, at hetta fór
ikki at røkka nakran veg í
liðkappingini, so tí mátti Gunnar
bara royna at fara eftir sigrinum,
hóast býarkoyring ikki júst plagdi
at vera hansara sergrein. Men hóast
hann á seinasta umfarinum var
einasti føroyingur ímóti seks
íslendingum, vísti hann styrki og
álopssinni, tá hann opnaði spurtin
sera tíðliga, men megnaði at halda
leiðsluna og vann!
– Tað var ótrúliga stuttligt at
vinna hesa seinastu kappingina,
hóast punkteringarnar oyðiløgdu
samlaða úrslitið fyri okkum, tí fram
til tá helt taktikkurin hjá okkum. Vit
hava havt nakrar góðar dagar, har
tað hevur verið serliga stuttligt sum
eitt lið at súkklað taktiskt, og
samarbeiðið okkara millum hevur
verið fyrimyndarligt, sigur Gunnar
Dahl-Olsen.
Endin gjørdist annars, at
Hafsteinn Ægir Geirsson vann
samlaðu kappingina sum
einstaklingur. Hann var ein góðan
minutt framman fyri Gunnlaug
Jónasson og góðar tveir minuttir
framman fyri Gunnar Dahl-Olsen,
sum fekk triðja plássið. Av tí at bara
Gunnar fullførdi hjá monnunum,
vann Ísland liðkappingina og er nú
samanlagt 4-3 framman fyri
Føroyar í sigrum.
Súsanna í serflokki
Hjá kvinnum var Súsanna Skylv
fullkomuliga einaráðandi og vann
allar tríggjar kappingarnar hjá
kvinnum. Sum dømi um hennara
styrki kann nevnast, at hon í
tíðarkoyringini fríggjakvøldið var
yvir fimm minuttir framman fyri ta
næstu!
– Súsanna var sera sannførandi
og í serflokki. Tað vísti seg, at hon
orkaði ótrúliga væl og var nógv
sterkari enn hinar, sum vóru við.
Hon var enntá betri enn fleiri av
mannfólkunum í kappingini, greiðir
Gunnar Dahl-Olsen frá úr Reykjavík,
har hann og hini fýra eru, til tey
koma heim við flogfarinum í dag.
– Samanumtikið kunnu vit bara
lata væl at ferðini, tí íslendingar
hava sýnt okkum framúr
gestablídni, so vit hava verið borin
á lógvum í allar mátar. Vit hava í
áravís havt gott vinarlag við
íslendsku súkklararnar, so vit hugna
okkum væl saman, samstundis sum
vit sjálvandi kappast heilhjartað, tá
sjálv súkklingin er á skránni.
Meira kapping
Framvegis eru onkrar avbjóðingar
eftir hjá súkklarunum, hóast
kappingarárið er farið at halla. Um
vikuskiftið verður Súsanna Skylv við
í føroyameistarakappingini í
triathlon. Síðani fer hon til Monaco
at kappast í hálvum Ironman, har
hon – við at vinna ella gerast
nummar tvey – hevur møguleika at
vinna seg til
heimsmeistarakappingina, sum
verður í Florida.
Og somuleiðis um vikuskiftið fara
Torkil Veyhe, Gunnar Dahl-Olsen og
hinir føroysku súkklararnir at
kappast um føroyameistaraheitið í
100 kilometra landavegskoyring.
Súkklað verður av Toftir til Havnar
um Eiðisskarð og Oyggjarvegin.
Landskepninn 2009
Tíðarkoyring
Landavegur
Býarkoyring
Samlað tíð
Nr.
Munur
Menn
Hafsteinn Ægir Geirsson
00:27:50
01:59:47
00:39:06
03:06:43
1
0:00:00
Gunnlaugur Jónasson
00:28:26
02:00:28
00:39:08
03:08:02
2
0:01:19
Gunnar Dahl-Olsen
00:30:07
01:59:47
00:39:05
03:08:59
3
0:02:16
Árni Már Jónsson
00:30:01
02:00:42
00:39:11
03:09:54
4
0:03:11
Henrik Cohen Jensen
00:31:22
02:00:42
00:40:39
03:12:43
5
0:06:00
Björn Steinar Sigurjónsson
00:30:47
02:01:45
00:41:31
03:14:03
6
0:07:20
Elfar Rúnarsson
00:30:47
02:03:46
00:41:35
03:16:08
7
0:09:25
Torkil Veyhe
00:28:49
01:59:47
*)
Bogi Kristiansen
00:32:04
01:59:47
*)
Anton Pétur Gunnarsson
00:35:34
02:20:42
Pétur Þór Ragnarsson
00:29:13
*)
Torben Gregersen
00:29:45
Hlöðver Sigurðsson
00:29:52
*)
00:41:35
Rúnar Karl Elfarsson
00:29:56
*)
*)
Hákon Hrafn Sigurðsson
00:30:14
00:39:08
Bertel Arnfinnsson
00:36:52
Davíð Þór Sigurðsson
01:59:47
00:39:05
Miroslaw Adam Zyrek
01:59:47
Pálmar Kristmundsson
01:58:15
*)
Kvinnur
Súsanna Skylv
00:32:14
02:14:46
00:51:38
03:38:38
1
Lára Bryndís Eggertsdóttir
00:37:27
*)
Bryndís Þorsteinsdóttir
00:38:39
*)
00:55:53
Corinna Hoffmann
00:41:47
*) Fullførdi ikki teinin
Tríggir av føroysku
súkklarunum, sum um
vikuskiftið kappaðust við
íslendingar í Reykjavík: Súsanna
Skylv, Gunnar Dahl-Olsen og
Torkil Veyhe. Fjórði føroyski
súkklarin var Bogi Kristiansen
Mynd: Hjólreiðafélagið Hjólamenn
Gunnar
tók
spurtin
B36-EB/Streymur
í annaðkvøld
Gundadalur verður í morgin karmur um útsetta dystin millum B36
og EB/Streym. B36 fekk við sigrinum á KÍ sunnudagin nakað av luft,
og tí er setningurin nú at halda fast um góðu avrikini, soleiðis at
niðurflytingarvandin kann beinast burtur. Hjá EB/Streymur eru
silvurmerkini og europiskur fótbóltur nú væl og virðiliga i eygsjón,
og tí er eingin sum helst ivi um, at teir eisini vilja hava øll stigini. B36
hevur allar mans tøkar til dystin, og tað hevur EB/Streymur eisini, nú
Alex José dos Santos hevur sitið leikbann av sær.