Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 25. august 2009 – Nr. 160 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Everton keypir russiskt Fyri 80 milliónir krónur hevur Everton keypt 24 ára gamla Diniyar Bilyaletdinov úr Dynamo Moskva. Bilyaletdinov er miðvallari, og hann hevur spælt 24 landsdystir fyri Russland. – Vit fegnast um at hava fingið Diniyar í hópin. Eg veit, at David Moyes hevur roynt at fingið fatur á honum í rúma tíð, og hann skal vera hjartaliga vælkomin á Goodison, sigur stjórin í Everton, Robert Elstone á heimasíðu felagsins. Liverpool tapti á Anfield Heldur óvæntað mátti Liverpool taka til takkar við 3-1 tapi, tá teir í gjárkvøldið spældu á heimavølli móti Aston Villa. Eftir góðum hálvum tíma gjørdi Lucas sjálvmál, og tá Curtis Davies økti stutt undan steðginum, stóð púrasta greitt, at Liverpool fór at fáa stórar trupulleikar móti væl skipaðu mótstøðuni. Liverpool royndi at trýsta, og Fernando Torres kveikti eina lítla vón, tá hann skoraði til 1-2, men bara tríggjar minuttir seinni var bólturin aftur í netinum aftan fyri Pepe Reyna. Hesa ferð eftir brotsspark, sum Ashley Young setti í netið. Talan var samstundis um fyri tapið hjá Liverpool á Anfield í 31 dystir. Seinasta tapið kom í desember 2007, tá Manchester United fór avstað við trimum stigum. Tey trý eysturoyarfeløgini – NSÍ, B68 og Víkingur – hava øll fingið gummibein, nú farið er undir síðsta triðingin av landskappingini, meðan EB/Streymur hevur yvirhálað tey innanfyri einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen At næstu liðini fóru at taka stig frá hvørjumøðrum, nú tey skuldu seta endaspurtin inn fyri at røkka HB, var væntandi. Men lítið man vera at ivast í, at tey í HB hava ilt við at halda sær, nú tey síggja næstu kappingarneytarnar falla sum flugur – og enntá ímóti lægri og sera lágari mótstøðu. Hvørki NSÍ, B68 ella Víkingur hava megnað at hildið dampin uppi, nú síðsti kjansurin var har. Hóast HB enntá hevur tapt ein av teimum fyrstu trimum dystunum í síðsta triðinginum av Vodafonedeildini, er munurin millum tey næstu og HB bara øktur. Og meðan Eysturoyggin í stórum hevur staðið fyri falli og sær út til at hava fingið kollektiv gummibein, er ein nýggjur kapp- ingarneyti strokin fram um tey. EB/Streymur hevur yvirhálað øll hini innanfyri og er nú fremsti avbjóðarin hjá HB – um tað ikki eisini er ov seint hjá EB/Streymi. Men er tað nú ov seint hjá sunda- lagsmonnum at fara eftir gullinum, er tað hinvegin ikki ov seint at leggja seg á silvurið, og har er EB/ Streymur, sum fyri kortum var í syndar ligum standi, brádliga stór- favorittur. Hvussu gongdin hevur verið í síðstuni, sæst á talvuni her á síðuni, ið somuleiðis vísir eitt formyvirlit, ið fevnir um tríggjar teir síðstu dystir- nar. Hetta eru fakta, ið vísa, hvussu gummibein síggja út, tá tey verða beinleiðis gjørd um til tøl… Fallin í fátt Heilt av skriðjuni hevur gingist hjá Víkingi, sum hartil hevur spælt sum eitt hol í jørðini síðstu tríggjar dystirnar, ið allir eru taptir ímóti nøkrum av lægstu liðunum. Líkt er til, at steypasigurin á ólavsøku hev- ur rurað ljósabláu manningina í Gøtu og Leirvík í svøvn, og ivasamt er, um sjálvt ein »toppdystur« ímóti HB um vikuskiftið broytir nakað. Somuleiðis er B68, ið annars var mest positiva íkastið í oddastríð- num, fullkomuliga uppsteðgað. Eitt er, at úrslitini ikki eru eftir vild, men har stendur eisini púra fast við mál- skjótingini hjá toftamonnum, sum hava illveðursjavnleikin ímóti framstormandi AB sum frægasta úrslit í síðstu dystunum. NSÍ vísti góðan moral við sigri- num á KÍ, men megnaði so ikki at halda fast ímóti 07 Vestur. Og nú HB vitjaði við Løkin, var fullkomuliga liðugt hjá runavíkingum, ið tó hava skavað sær fýra stig saman síðstu dystirnar og annars júst høvdu otað seg fram um B68 og Víking. Eftir er so EB/Streymur, ið hevur havt oddaliðshepni í tveimum dystum, sum eru vunnir í yvirtíðini, og annars hevur víst tann eyð- kenda effektivitetin í tí triðja. Haraftrat hevur EB/Streymur eisini ein fyrimun í írestandi dystinum ímóti B36, og stendur EB/Streymur í annaðkvøld sum vinnari í Gunda- dali, er silvurformurin hjá sunda- lagsmonnum við at vera har. Silvurformurin EB/Streymur 3 3-0-0 6-0 +6 9 NSÍ 3 1-1-1 5-6 ÷1 4 B68 3 0-1-2 1-7 ÷6 1 Víkingur 3 0-0-3 4-8 ÷4 0 EB/Streymur-07 Vestur HB-EB/Streymur EB/Streymur-B68 NSÍ-KÍ 07 Vestur-NSÍ NSÍ-HB HB-B68 B68-AB EB/Streymur-B68 Víkingur-ÍF KÍ-Víkingur Víkingur-07 Vestur 3-1 0-0 4-0 2-3 2-0 2-3 1-0 0-1 4-0 3-2 2-2 0-2 EB/Streymur, sum sunnudagin vann ein tryggan sigur á B68, hevur yvirhálað bæði NSÍ, B68 og Víking á stigatalvuni og er nú í rættiliga góðum silvurformi Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Kollektiv gummibein