týsdagur 25. august 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 159 - 25. august 2009
Í gjár lat nýggjur
tónleikahandil upp á shop.
planet.fo.
Avtala er gjørd við
danska felagið Basepoint
Media, sum letur teknisku
skipanina til handilin, um
samstarv. Í handlinum
er møguligt at taka niður
(downloada) einstøk løg
ella heilar útgávur. Tað
eru á leið 3 milliónir løg í
handlinum, og fleiri koma
afturat hvørja viku.
- Vit hava roynt at fingið
so nógvan føroyskan tónleik
sum møguligt við í handilin.
Vit hava havt gott samstarv
við Tutl um hetta, og longu
nú eru eini 300 føroyskar
fløgur í tónleikahandlinum
á planet.fo. Málið hjá
okkum er at allur føroyskur
tónleikur skal verða at fáa í
okkara tónleikahandli, sigur
Óli á Deild Olsen, leiðari á
FT Online.
- Vit vóna at føroyingar,
bæði her og uttanlands,
fara at taka væl ímóti
hesum tiltaki. Hetta er
fyrstu ferð, at nakar er
farin eftir miðvíst, at
savna føroyskan tónleik til
niðurtøku á internetinum,
sigur Óli á Deild.
Vitja handilin á
http://shop.planet.fo
Føroyski bólkurin Deiggj vitjar í hesum døgum í Finnlandi.
Umframt at framføra sjálvir, so hava menninir í Deiggj
eisini verið á sangskrivaraskeiði.
- Vit hava fingið sera góða móttøku í Finnlandi, og
vónandi verður móttøkan eins góð til komandi konsertirnar,
sigur Fróði Vestergaard, partur av Deiggj manningini.
Bólkurin hevur higartil havt tvær konsertir, og hóskvøldið
verður triðja konsertin, har gamli Heep trummusláarin Lee
Kerslake spælir nøkur løg saman við Deiggj.
Gevandi sangskrivaraskeið
Manningin í Deiggj
hevur vitjað í Finnlandi
í okkurt um eina
viku, og umframt at
framføra, so hava
tónleikararnir í Deiggj
eisini verið á einum
sangskrivaraskeiði við
Ken Hensley.
- Tað var eitt sera
gevandi og áhugavert
skeið, og eg haldi, at
vit lærdu nógv av Ken
Hensley, sigur Fróði
Vestergaard.
Deiggj koma
aftur á klettarnar
mánakvøldið.
Tónleikahandil á planet.fo
Deiggj góða
móttøku í
Finnlandi