mikudagur 26. august 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 161 • 26. august 2009
6. partur
Tað hevur verið sera áhugavert at
arbeiða við hesi søgu um Faktorin
Johan Christian Djurhuus. Áhugin
fyri hesum heilt serliga manni
varð vaktur av at lesa um hann
í bókini hjá J. Símun Hansen
”Havið og Vit.”
Enn størri gjørdist áhugin, tá
komið var eftir, at Faktorin ”átti”
eina røð við fimm gravsteinum í
gamla kirkjugarði í Havn. Nakað
samstundis komst fram til søguna
um son Faktorin, Jacob Djurhuus,
ið ”hvarv” sum smádrongur, og
sum varð ”funnin” aftur í einum
kirkjugarði í Grønlandi 100 ár
seinni!
Hetta førdi so til fýra greinir
í røðini Hendur ið Sleptu, sum
lýstu Faktorin, konu hansara og
hansara børn.
Men sum ofta er, so førir ein
søga eina aðra við sær. Her kom
dagbókin hjá Egili, son Sofus
undan kavi. Egil umboðaði í sær
sjálvum eina syrgiliga lagnu. Fyrst
fer mamman frá honum, síðan
beinir pápin fyri sær. Umframt
hetta gerst hann illa sjúkur og
doyr bert 20 ára gamal.
Hildið varð tá, at dagbókin kundi
geva grundarlag fyri tveimum
Miðvikum, men framvegis kom
tilfar undan kavi, og tískil kom
henda røðin uppá seks partar.
Her verða lýstar nakrar
áhugaverdar lagnur. Talan er um
framúr avrik á vinnuliga økinum,
men eisini um sorgarleikir á tí
persónliga økinum. Men her
er eisini søgan um samanhald
millum fólk, sum tað kundi vera
fyri nærum 100 árum síðani.
Tað er óneyðugt at siga, at
tað liggur nógv arbeiði í hesi
søgu. Fyrsta keldan var J. Símun
Hansen.Men umframt hetta er
ein hópur av øðrum keldum, sum
hava kunnað gjørt hesa frásøgn
so fullfíggjaða, sum hon er.
Summar keldur er leitað eftir.
Aðrar er komið framá av tilvild,
og so eru tað tey, sum vit hava
frætt frá, og sum hava kunnað
givið eitthvørt ískoyti.
Datt annars nú um dagarnar
á enn eitt brot, sum eisini er
eitt íkast til hesa søgu. Símun
Petur Zachariassen hevði í
1949 í Tingakrossi eina grein
um Mourits Winther í samband
við, at hann fylti 80 ár. Hann
gjørdist versonur Nichels Lützen.
Her skrivar Símun Petur millum
annað:
”Aftaná skúlatíðina í Havn kom
Mourits suður til Sands haðani
hann var ættaður. 15 ára gamal
kom hann til Klaksvíkar á heysti
1881 í forrætningina hjá Jørgen
Bech & Sønner, har hin kendi
maðurin Jens Christian Djurhuus
var stjóri á handlinum. Tað var
ein umfevnandi forrætning, ið ikki
bert var fyri Norðoyar, men eisini
fyri eystursíðuna av Eysturoynni.
Djurhuus ella Faktorin, sum
hann vanliga varð kallaður, vandi
teir ungu menn, hann hevði undir
hond til góðan handilsskap og
kom hann væl ásamt við teir. Tá
vóru hesir menn í handilsvirkinum
úti í Klaksvík: Nichels Lützen, Karl
á Vágsheygnum, sonur hansara
Óli og Ludvig Kjelnæs.
Tá var ikki sum nú at hava 8
tímars arbeiðstíð. Teir skuldu
møta upp kl.6 um morgunin, og
vóru teir ikki lidnir fyrr enn kl. 8
um kvøldið.”
Ein av keldunum er Bogi Lützen,
langabbasonur Nichels. Hann
hevur til hendan partin latið
okkum eina frágreiðing um abban
Andreas Lützen, gudsonin hjá
Egil, Bjarna, og fastrina Ingeborg
Lützen, sum helst var tann,
sum hevur vitjað Egil Djurhuus
eina mest, og sum eisini hevur
uppiborð eitt serligt ummæli.
Bogi um Ingeborg
Ingeborg var næstyngsta barn
Nichels’ og Sigrid Mariu. Hon er
fødd í Klaksvík 1887.
Pápin fylgdi henni til Havnar,
tá hon skuldi niður at læra, men
hetta skuldi verða seinastu ferð
hon sá pápan, tí hann doyði,
áðrenn hon kom heimaftur.
Ingeborg var gumma mín, og
vit kallaðu hana Abbadidd. Hon
var ógift og arbeiddi langa tíð í
Føroya Banka í Havn, har hon var
sera avhildin.
Millum havnarfólk var hon
kallað Ingeborg í bankanum.
Míni fyrstu ár búðu vit í
Sørvági, og tað fyrsta eg minnist
til Abbadidd var, einaferð pápi
og eg vóru á veg úr Sørvági til
Klaksvíkar, og máttu gista nátt í
Havn. Vit komu seint á kvøldi til
hennara, og hon var hørm um, at
hon ikki hevði frætt frá okkum
fyrr, tí so hevði hon keypt mær
Skipper Skræk at lesa!
Fyrst í fimmtiárunum fór hon úr
starvi í Havn fyri aldur og flutti til
Klaksvíkar. Stutt eftir letur Føroya
Banki eina deild upp í Klaksvík,
og hon fer aftur í bankan at
arbeiða eina tíð aftrat. Og her
mundi hon vera ein góður stuðul
hjá teimum blaðungu og óroyndu
bankamonnunum, sum vóru settir
at byrja nýggju deildina.
Í Klaksvík fekk hon sær ein
bát, og vit, børnini hjá Hans og
Kjartan, fingu mangan túrin við
henni. Vit vóru børn, so túrarnir
vóru ikki langir - skrubbutúr, har
báturin bleiv bundin í Bedings-
boyuna, har var fitt av skrubbu at
fáa - ella dyrgingartúr við tráðu út
á Eingilska Klett og runt Klakkin.
Var túrurin langur, komu vit suður
til Føgrulíð. Yvir um Kalsoyarfjørð,
á Galvin, varð hildið at verða
ov langt at fara við børnum. Vit
máttu ansa eftir streymi.
Áhugin fyri náttúruni vísti seg
eisini við, at hon hevði eitt fitt
savn av skeljum - goggum, øðum,
kúðingum langaskel - og steinum,
hon hevði funnið á gongutúrum í
fjøru og haga.
Ingeborg kendi nógv fólk í
bygdini, og hevði opið hús fyri
kenningum Nýggjársaftan. Tá
bleiv heitur punsjur bryggjaður
upp í stóran bolla, og heilt nogv
fólk gekk inn á gólvið.
Annars gekk Ingeborg høgt
uppí lesing, bæði
bøkur og bløð. Donsku
dagbløðini, Berlingarin
Lützen og Faktorin:
Sjáldsamur vinskapur
millum ættirnar
Vit eru nú komin til seinasta partin í hesi røð um Faktorin í Klaksvík, hansara
ættarfólk, og tey fólk, sum hann hevði um seg. Egil er nú deyður, og nú verður farið
afttur til sjálvan Faktorin og ættina hjá Nichels Lützen, sum kom at standa sera nær
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Ingeborg Lützen f. 1887
Andreas og dóttrini Elinborg stuttleika sær við geitarlombum omanfyri gomlu
húsini, kanska summarið 1938
➘
Johan Christian Djurhuus