mikudagur 26. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
10
nr. 161 • 26. august 2009
og Politiken, komu 14. hvønn dag
við Tjaldrinum, og vóru væl lisin.
Ein dagin fortaldi hon, at nú
vóru eisini nakrir ungir ”komm
unistar” komnir til Føroyar. Nýtt
fyri mær tá – eg mundi vera
1012 ára gamal tá men eingin
nýggjheit í Føroyum, tí millum
“kommunistarnar” var Erlendur
Patursson! Eg haldi ikki, hon
mundi stemma uppá teir, men
hon helt 14. September, blaðið
hjá tjóðveldisflokkinum, vera eitt
neyðugt íkast til samfelagskjakið.
Lesihugurin hjá okkum børnum
mátti stimulerast, so bøkur
frá henni vóru ofta millum
jólapakkarnar. Tó fekk eg eini
jól Pathetique symfoniina hjá
Tchaikovsky á grammofonplátu,
tí hon hevði frætt, at mín áhugi
gekk nógv tann vegin.
Ingeborg arbeiddi leingi í
bankanum, og hon ætlaði sær
helst at halda fram inntil hon
bleiv 80. Hon hevði fyrireikað 80
ára føðingardagin, sum skuldi
haldast við familjuni í húsum,
Føroya Banki átti í Funningsbotni.
Men so skuldi ikki ganga. Tíðliga
á árinum bleiv hon knappliga
sjúk, doyr fáar dagar seinni og
fer til gravar ein illveðursdag í
februar 1967.
Illveðurdagur skal valdast.
Veðrið var so ringt, at kistan
lætti sær á, og kom undir ein av
berarunum, sum hevði dottið í
grøvina um ikki onkur í síðstu løtu
hevði tikið í hann.
Andreas Lützen
Andreas Christian Lützen, pápi
Ingeborg og sonur Ommu Lüt, er
føddur 1875, sonur Nichels og
Sigrid Mariu.
Hann fer til Havnar at ganga í
skúla, og fer síðani í handilin hjá
pápabeiggjanum Jacob Lützen í
Havn. Hann giftist 9. november
1905 í Miðvágs kirkju við Honnu
Jolinu Niclasen f. 1884 dóttir
Dánial í Norðurstovu í Sørvági.
Í Miðvági fáa tey tvær døtrar,
Marionnu og Sigrid Mariu,
og byggja sær hús. Andreas
arbeiðir hesi ár í handlinum hjá
sváginum Rasmus Niclasen,
og tá hetta handilsvirki í 1908
verður umskipað til partafelag,
er Andreas bókhaldari og ein av
partaeigarunum.
Í 1912 doyr pápin, Nichels,
sum í nøkur ár hevði rikið
handilin í Klaksvík saman við
versoninum Mourits Winther.
Andreas fer aftur til Klaksvíkar
at yvirtaka pápans part saman
við beiggjanum Svend. Húsini
í Miðvági verða seld, og verða
eftir umbygging embætishús
hjá nýstovnaða distriktslækna
embætinum í Vágum.
Eftir nøkur ár tekur Mourits
seg úr handlinum, og Andreas og
Svend halda fram undir navninum
Brøður Lützen.
Andreas var ein impulsivur
maður, sum hevði hug at royna
nýggjar leiðir innan handils
skap, og tíðin aftaná veraldar
bardagan, var helst eisini ein
uppgangstíð, framtíðin sá bjørt
út. Handilin gongur væl. Umframt
reiðaravirksemi og vanligt handils
virksemi verður roynt at importera
vøru beinleiðis úr Spania, vøra
sum varð goymd í Spaniastovuni í
stóru handilshúsunum. Eisini varð
ein Toystova gjørd.
Í Mondul 1984 nr. 1
lesa vit hetta:
Í tí sunnasta húsinum, har handil
var í niðastu hædd og goymsla
á aðru hædd, verður innrættað
eitt fyri føroysk viðurskifti eina
standandi rúm í nýklassiskum
stíli í helvtini av tí langa goymslu
rúminum.
Magnus Dam Jacobsen, á
Kamarinum í Havn, var tann
byggilistarligi leiðarin. Rúmið,
ið varð innrættað til toystovu,
er prýtt við útskornum stólpum,
prýðiligum listum, pilastrum
við útskornum kannelurum og
rosettum. Millum bjálkarnar hava
Eliesar Olsen, Jens Christian
Guttesen og helst eisini Svend
Lützen málað 17 smáar málningar
við motivum úr umhvørvinum
kring Klaksvíkshandilin og aðra
staðni úr Føroyum.
Uppgangstíðin tók ein enda við
Wall Street krakkinum, og ein av
fyritøkunum í Føroyum, ið kom illa
fyri var so Klaksvíkshandilin, sum
lat aftur í 1931.
Kjølbro var sum ungur maður
upplærdur úti í Klaksvík, og nú
Andreas 56 ára gamal skuldi
finna sær annað arbeiði, gjørdist
hann kontórmaður hjá Kjølbro.
Andreas doyr í oktober 1941,
og fekk eina heldur dramatiska
jarðarferð, sum hevur verið nógv
umrødd. Her kunnu vit lesa, hvat
Janus Djurhuus skrivar til Rigmor,
systir Andreas, um hendingina.
Hon var stødd í Suðuroy um
tað mundið. (Tikið úr bókini J.
H. O. Djurhuus Ein bókmentalig
ævisøga eftir Hanus Andreassen)
Jarðaferðin
Klaksvík
10. Oktober 1941
Kæra Rigmor!
Í dag hendi tað, ið eg havi
væntað leingi. Fylgið ið fylgdi
bróður tínum til gravar var
komið o.u. har húsini hjá Kvalvík
liggja, tá kom flúgvumaskinan
yvir háls. Heldur lítil maskina,
líkfylgi spjaddist í panik. Kvinnur
og børn grótu, hálvsvímaðu,
menninir ikki stórt frægari. Eg
gekk heilt aftarlaga, við síðuna
á Ewald og konu hansara, vit
søktu inn í eitt hús har í nánd.
So hoyrdist maskingeverini,
hon tveitti 5 bumbur, kajin
klovnaði og Fugloyggin sakk, ein
eingilskmaður fekk eina kúlu
gjøgnum armin og hin lítla dóttir
Sigurð, Kirstin, datt niður av
einum borði og breyt sítt lítla lær.
Fimm eingilskir trawlarar lógu
við kaj.
Veðrið er klárt, men stormur.
Væl fyri teg, at tú ikki upplivdi
hetta. Óhugnalig løta fyri øll,
mest tó fyri næstrafólkini, serliga
tíni systkin, konu Andrias og
børnini.
Eg vænti flúgvara á Klaksvík í
morgin og komandi dagar. Liva
væl og halt teg longst møguligt
í Suðuroy. Í Klaksvík er einki
skýli, eingin luftalarm. Í Klaksvík
ótu og drukku tey – har kundi
einki henda. Størri tjørneyt enn
forstandarskapið í Klaksvík skal
leingi leitast eftir.
Well, keep smiling
J.H.
Egil var eisini gubbi
Bjarna Lützen
Í dagbókini hjá Egili Djurhuus
verður ofta nevndur gudsonurin
Albert hjá Søren á Krákusteini,
sum ofta vitjar hann. Hetta lá
eisini væl fyri, tí Albert búði
í Havn bert eitt hanagleiv frá
Nólsoyarstovu, har Egil búði.
Men Egil átti so ein annan
gudson eisini, og hetta var Bjarni,
sonur Andreas Lützen. Hann var
beiggi Ingeborg og sonur ommu
Lüt, sum eisini var so dúglig at
vitja Egil.
Bjarni var føddur 18. Mars
1916, og hann verður doyptur
20. august í Klaksvík. Prestur var
Absalon Joensen.
Amdreas Lüzen
Her tosar Bjarni, tv. við systkinabarnið Leivur Lützen. Hetta er stutt eftir
seinna heimsbardaga. Bjarni umhugsar at gerast juristur. Leivur er nýliga
komin heim úr Danmark, har hann hevur gjørt sínar fyrstu royndir í fakinum.
Teir eru staddir í Realskúlahavanum í Havn, har teir vitja pápabeiggjan
Christoffer Lützen
➘
Teir fimm synirnir hjá Sigrid og Nichels Lutzen: Andrias, Mass, Svend, Gunnar
og Kristoffur
Ingeborg Lützen