mikudagur 26. august 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 161 - 26. august 2009
Formaðurin seinasta
árið, Kári P. Højgaard,
hevur í morgun hildið
fráfaringarrøðu, og í
hansara stað er valdur
Joset Motzfeldt.
Seinnapartin í dag
vitjar Útnorðurráðið
í Norðoyggjum
Ársfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsdagin og í dag er Runa
vík verið karmur um árs
fundin hjá Útnorðurráðnum.
Í morgun er ársfundurin við
Løkin, seinnapartin verður
vitjað í Norðoyggjum, og
seinasti partur av vitjanini í
Føroyum verður í Havn í
morgin.
Føroyskur dansur
Í gjár fingu gestirnir høvi at
vitja ymsastaðni í Runavíkar
kommunu, og um kvøldið
gekk leiðin út á Røktarog
Ellisheimið, har Tordur J.
Niclasen, fyristøðumaður,
vísti gestunum heimið og
greiddi livandi frá.
Borgarstjórin í Runavíkar
kommunu, Magnus Ras
mussen, var vertur við døg
urða týskvøldið, har gestir
nir eisini sluppu at síggja
menn í føroyskum búna og
fingu eina frágreiðing um
søguna hjá føroyska dansin
um.
Tá døgurðin var etin,
varð farið upp á gólv, og
allir luttakararnir komu upp
í ringin.
Útlendsku gestirnir búgva
á Hotel Runavík, og fund
irnir, sum Útnorðurráðið hev
ur havt, eru hildnir í nýggja
skúlanum við Løkin.
Fráfaringarrøða
Í morgun klokkan 9 byrjaði
so sjálvur ársfundurin.
Føroyar hava havt for
mansskapin í Útnorður
ráðnum seinasta árið, har
Kári P. Højgaard hevur ver
ið formaður.
Fyrrapartin hevur hann
hildið sína fráfaringarrøðu.
Eftir Kára, tekur Joset
Motzfeldt við formanssess
inum og kemur at sita sum
formaður í Útnorðurráðnum
til august 2010.
Formanskapurin
skiftir
árliga millum tey trý lima
londini.
Norðoyggjar
Seinnapartin í dag verður
farið á útferð og vitjað verð
ur á Høvdavirkinum í Leir
vík, áðrenn farið verður í
Norðoyggjar, har Gunvá
við Keldu, borgarstjóri og
Jógvan Skorheim, varaborg
arstjóri í Klaksvíkar komm
unu, taka ímóti.
Mentanarleiðarin
hjá
kommununi, Dávur Winth
er, fer klokkan 15.15 at
greiða frá um mentan og
vinnu í Klaksvík, og klokk
an 16 verður vitjað í Christi
anskirkjuni,
har
Alex
Sólstein fer at siga frá.
Klokkan 16.30 verður far
ið til Árnafjarðar, og klokk
an 16.50 fer Jógvan Høj at
siga frá um fiskavirkið
Norðfra.
Føroya Bjór fer at greiða
útnorðurgestunum
frá
sínum virksemi klokkan
17, og har verður tað Símun
Gullaksen, sum verður frá
søgufólk.
Klokkan 18.30 verður far
ið úr aftur Klaksvík og til
Fuglafjarðar, har døgurði
verður á Muntra klokkan
19.
Í morgin verða so útnorð
urfólkini í Havn.
Í morgun heldur Útnorður
ráðið ársfund í nýggja skúl
anum við Løkin í Runavík.
Kári P. Højgaard letur formans
sessin til Joset Motzfeldt
Mynd: Vilmund Jacobsen
Útnorðurráðið heldur ársfund
í Runavík í dag
Ted var tann størsti
Edward Kennedy var tann størsti senatorurin í okkara
tíð, sigur Barack Obama, forseti. Tað er við stórari sorg,
at vit hava fingið deyðsboðini av Edward Kennedy. Við
deyða hansara er ein kapittul í søgu okkara at enda
komin, sigur Barack Obama við sjónvarpið CNN. Edward
Kennedy var dyggur stuðul hjá Obama undir valstríðnum
í fjør, og sagt verður, at júst hansara stuðul hevði
avgerandi týdning fyri valið. Obama hevur eisini sagt, at
hann var sera takksamur fyri stuðulin, og hann rósar
honum eisini fyri stríðið fyri mannarætindunum.
Sjómenn fáa endurgjald
Fakfelagið hjá donskum sjómonnum, 3F Sømændene, vil
hava reiðaríið H. Folmer & Co. at rinda fýra sjómonnum
knappar tvær milliónir krónur í endurgjaldi. Teir fýra vóru við
farmaskipinum Danica White, sum bleiv rænt úti fyri
somalisku strondini á sumri í 2007. Í tríggjar mánaðir vóru
teir gíslar hjá sjórænarunum, og sambært fakfelagnum hevur
hendingin havt álvarssamar avleiðingar fyri menninar.
Sambært felagnum kundi reiðaríið tikið stig til at forða
sjóráninum, eins og tað kundi havt kunnað manningina betur
um vandan fyri sjóráni.
Alheimsupphitingin
letur nú upp arktisku
landnyðringssmoguna
millum Evropa og
Asiu fyri vinnuligari
skipaferðslu
skipaferðsla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tvey ísstyrkt farmaskip
nýta júst nú smoguna sum
snarveg millum Suðurkorea
og Holland. Tað skrivar
heimasíðan hjá Ingeniøren.
Týska reiðaríið Beluga úr
Bremen fær æruna av at
víga eina nýggja tíð við
altjóða vinnuligari skipa
ferðslu á teirri arktisku land
nyrðingssmoguni, ið orsak
að av at heimurin hitnar nú
er opin fyri sigling í summ
armánaðunum.
Beluga hevur júst fingið
loyvi frá russiskum myndug
leikum at sigla leiðina, ið er
fram við longu russisku
norðurstrondini. Hetta er
fyrstu ferð at russiskir
myndugleikar lata eitt slíkt
loyvi. Higartil hava bert
russiskir ísbrótarar og kav
bátar havt henda møguleika.
Tey bæði týsku skipini eru
kortsíðan farin úr russiska
havnabýnum Vladivostok
og eru byrjað flutningin av
tungum sergóðsi úr Busan í
Suðurkorea til Rotterdam í
Hollandi.
Reiðarin, Niels Stolberg,
staðfestir, at sjálvt um al
heimsupphitingin
týðiliga
hevur umfatandi neilig árin
fyri klótuna, er dømið við
landnyrðingssmoguni eisini
eitt týðiligt jaligt árin av
henni.
Við at nýta Landnyrð
ingssmoguna
kunnu
vit
fremja eina øgiliga minking
í oljunýtsluni og harvið eis
ini spara Heimin fyri javnt
stórt CO2útlát, umframt
onnur skaðilig útlát, sigur
Niels Stolberg við tíðinda
stovuna Reuters. Hann vísir
á, at snarvegurin umvegis
Arktis styttir leiðina millum
Asia og Evropa við 4000
sjómílum samanborið við
vanligu leiðina umvegisa
Suez veitina. Tann leiðin er
knøpp 11.000 sjómíl úr
Busan til Rotterdam.
Fyrstu vinnuligu farmaskipini sigla
gjøgnum Landnyrðingssmoguna