mikudagur 26. august 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 26. august 2009
15
nøvn
Í morgin, hósdagin 27. aug
ust kl. 16 letur Listagluggin
upp í nýggjum hølum í Dr.
Jacobsensgøtu 15 í Havn.
Listagluggin flytur úr N.
Finsensgøtu 25, har hann
hevur hildið til síðan hann
var settur á stovn fyri tveim
um árum síðan.
Mortan C. Carlsen, sum
eigur og rekur Listagluggan,
sigur, at umstøðurnar eru
munandi betri í nýggju høl
unum, sum eru størri og
høgligari at koma til.
Framsýningarhølini
er
býtt upp í tveir partar. Ein
partur er til framsýningar
hjá einum ávísum listafólki,
meðan í hinum partinum
eru listaverk hjá ymiskum
listafólkum.
Listagluggin
letur upp við eini stórari
framsýning við málningum
hjá Ingálvi av Reyni.
Umframt at hava lista
framsýningar í Føroyum, er
Listagluggin eisini við á
framsýningum
uttanlands
sum t.d. í september í Art
Kobenhagen og í sambandi
við at Fredeikssunds komm
una fyllir 200 ár.
Mortan sigur, at føroysk
list er væl umtókt uttan
lands. Eisini sýna útlendsk
ferðafólk stóran áhuga fyri
føroyskari list.
mg
Listagluggin í nýggj hølir
Mortan C. Carlsen við einum av málningunum á framsýningini í nýggja Listaglugganum í Dr. Jacobsensgøtu
Mynd: Magnus Gunnarsson
Í morgin, 27. august, verður
Hergeir Nielsen, løgtings
maður í Vági seksti. Hergeir
er sonur Emmu f. Midjord
av Økrum og Johan Nielsen
úr Sandvík. Hann er giftur
Honnu f. Østerø úr Skála
firði. Hergeir Nielsen trein
á politiska pallin longu eftir
løgtingsvalið í november í
1978 – og gjørdist landsstýr
ismaður í triðja landsstýrin
um hjá Atla P. Dam, sum
varð skipað í januar í 1979.
Tað vóru tveir blaðungar
landsstýrismenn, sum Tjóð
veldisflokkurin valdi í lands
stýrið ta ferðina. Samgong
an, sum varð skipað eftir
valið í 1974 millum Javnað
arflokkin, Fólkaflokkin og
Tjóðveldisflokkin
helt
fram, men Tjóðveldisflokk
urin valdi nýggjar landsstýr
ismenn at taka við eftir
Finnboga Ísakson og Petur
Reinert, sum báðir vóru
valdir tingmenn.
Hergeir Nielsen var tá 29
ára gamal, meðan Heðin
M. Klein var 28 ára gamal,
og teir vóru tá teir yngstu
landsstýrismenn nakrantíð.
Síðani tá hevur vist bara
Annliss Bjarkahamar tikið
metið, hon var eisini 28 ár,
tá hon tók við sum lands
stýriskvinna í 2004.
Hergeir Nielsen hvarv aft
ur av poliska pallinum eftir
løgtingsvalið í 1980 og Pauli
Ellefsen skipaði »borgarliga
alternativið« tann 5. januar í
1981. Ove Mikkelsen, sum
hevði
umboðað
Tjóð
veldisflokkin í Suðuroynni
frá 1970 til 1978 varð valdur
aftur á ting í 1980, men eftir
valið í 1984 varð Hergeir
Nielsen valdur á ting, og har
sat hann til 1994, tá Tjóð
veldisflokkurin – eins og
Javnaðarflokkurin, fekk eitt
sera vánaligt val og bert
fekk fýra tingmenn.
Men tá Tjóðveldisflokkur
in kom fyri seg aftur í 1998,
var Hergeir Nielsen aftur
millum tey átta tingfólkini
– og hann er afturvaldur við
øll trý løgtingsvalini síð
ani.
Hergeir Nielsen er útbúgv
ing lærari frá Nørre Nissum
Seminarium í 1972. Hann
hevur
heimaskiparaprógv
frá 1982.
Hann var lærari á Strond
um frá 197276, á Leiti frá
197691 og frá 1994, í Vági
frá 199194, kommunuskriv
ari í Sumbiar kommunu frá
198489, blaðstjóri á 14.
September frá 199294, Løg
tingsformaður frá 198789
og frá 2008.
Hergeir Nielsen seksti
sum hevur ein merkisdag,
sum t.d. ein rundan
føðingardag, brúdleyps
dag, starvsdag ella onkran,
ið hevur fingið nýtt starv
e.a., so sig okkum frá
hesum.
Send nøkur orð
og eina mynd til:
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Veitst tu um onkran...
Tú ert eisini vælkomin inn á
gólvið í Miðlahúsinum ella
ringja tlf 341800. Eisini ber
til at senda ein teldupost til:
post@sosialurin.fo