mikudagur 26. august 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 161 - 26. august 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hanus Jacob Heinesen,
Klaksvík, ættaður úr
Kunoy, andaðist í heim
inum mánadagin, 69 ára
gamal.
Gunnar
Joensen
á
Kelduni í Sørvági and
aðist í heiminum mána
dagin, 57 ára gamal.
Kistan við Georg Han
sen fer úr kapellinum
heim í Christianskirkj
una mikudagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Christianskirkjuni hós
dagin kl. 13.30. Tey, ið
vilja minnast Georg,
kunnu lata eina peninga
gávu á konto í Føroya
Banka
Andlát og jarðarferðir
2. september fyllir systir 60 ár, og vil
eg tí á henda hátt ynskja tær hjartaliga
tillukku við degnum.
Foreldur Elsebeth vóru húsmóðir
Elsa Holm fødd Larsen av Oyrarbakka
og skipari Alfred Holm úr Vági. Else
beth er gift við Eivindi Magnussen úr
Vági, hvørs foreldur, Marin og Hans,
bæði vóru úr Fámjin. Elsebeth og Eiv
ind áttu eisini hús í Fámjin og búðu
har eitt skifti.
Elsebeth og Eivind vóru fleiri ár í
Grønlandi og fingu har vinfólk fyri
lívið. Har varð eisini dótturin Annbritt
fødd. Sonurin Marner varð føddur,
áðrenn tey fóru til Grønlands. Í Grøn
landi byrjaði Elsebeth at ganga á lær
araskúla, og eisini eina tíð eftir at tey
vóru komin til Danmarkar, gekk hon
á Vordingborg Seminarium.
Burturi gott, men heima best, og tí
dróg hugurin tey heim aftur á klett
arnar, og her gjørdi Elsebeth seg lidn
an við sín lesnaða til lærara á Føroya
Læraraskúla í 1977.
Elsebeth bleiv lærari á Eysturskúlan
um í Havn og var har í eitt ár. Síðani
varð Elsebeth sett sum lærari í heim
bygdini Vági og er har enn. Síðsta ár
bleiv hon sett sum varaskúlastjóri við
Vágs skúla. Elsebeth hevur verið á
ymiskum skeiðum, og í 199091 var
hon á skeið á Danmarkslæraraháskúla.
Hon hevur eisini útbúgving sum skúla
vegleiðari.
Elsebeth er ein virkin og dugnalig
kvinna. Tað liggur væl fyri at seyma
og ikki minst at binda, so mong ein
troyggjan hevur fløvað mangan. Else
beth er eisini sera virkin innan Brøðra
samkomuna í Vági, bæði hvat viðvík
ur at halda sunnudagsskúla og við sín
aru vøkru og kláru sangrødd at vera
stuðul í sankórinum.
Vit eru 4 systrar og hevur sambandið
okkara millum altíð verið sera gott,
og tí var tað ein stór gleði fyri meg, at
hon kom at búgva her í Vági. Elsta
systur okkara Jona býr í Køge og
yngsta systurin Majbritt býr á Oyri.
Umframt okkum 4 systrar eru 3 brøð
ur, Óli, Julius og Magnus, sum allir
búgva í Vági.
Elsebeth og Eivind eiga 4 ommu
og abbabørn. Marner er giftur við
Anniku, og eiga tey tvær døtur, onnur
eitur Elsebeth eftir ommuni og hin
Jonna eftir hinari ommuni. Annbritt
er gift kiropraktor Finn Johannesen
og eiga tey Samuel og Joennu.
Nú komandi leygardag kl.11 heldur
Elsebeth føðingardagin í Stóra Pakk
húsi í Vági, og gleða vit okkum øll til
at hátíðarhalda dagin saman við
henni.
Góða systur, takk fyri alt og hjarta
liga tillukku við 60 ára føðingar
degnum.
Marna
Elsebeth Magnussen 60 ár
Fríggjadagin 28. august kl.
16 til 18 letur ein framsýning
við verkum hjá Amariel
Norðoy upp í Galerie Focus
í Gríms Kambansgøtu 20 í
Havn.
Heitið á framsýningini er:
Útróðrarbørn (lívsins sálm
ar). Tað, at vaksa upp í
Klaksvík millum bátar, skip
og trolarar, fólk í øllum ald
ursbólkum har fiskivinnan
var grundarlagið, og man
sum barn upplivdi, at tað var
lívsgrundarlagið, bæði útróð
urin og langfarafiskarí.
Amariel sigur, at tá ið
hann vaks upp, snúði stórur
partur av tilveruni seg heima
hjá teimum um dekksbátin
“Norðan”, og at báturin
gjørdist tekin um samanhald.
At tú so at siga gróði saman
við bátin. Hetta roynir Ama
riel at lýsa í sínum málning
um á ein dramatiskan og lýr
iskan hátt.
Framsýningin verður op
in til 10. september, týsdag
til fríggjadag kl. 15 til 18
og leygardag kl. 16 til 18.
Amariel Norðoy í Focus
Amariel Norðoy hevur framsýning í Galerie Focus frá 28. august til 10. september
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagurin
26. august. Líradagur. Dagurin verður eisini róptur
líramariumessa, men tað hevur ongan kristiligan ella
kirkjuligan týdning. Navnið hevur dagurin fingið bara
av teimum mongu mariumessunum um heystið.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Í tíðarskeiðinum frá 1974
1987 vóru Jensia og Per
Højgaard bestýrarar á Sjó
mansheiminum í Havn.
Vit eru nøkur, sum
halda, at tað hevði verið
stuttligt, um vit øll, sum
gjøgnum árini høvdu Sjó
mansheimið sum arbeiðs
pláss, bústað og dagliga
gongd í hesum tíðarskeiði,
møttust aftur og á ymiskan
hátt mintust ta tíðina.
Um hetta hevur tykkara
áhuga, so kundu vit hugs
að okkum, at vit øll møtt
ust tann 3. oktober í ár.
Vónandi
hevur
hetta
kveikt áhugan og vakt
minnini, so eisini tit halda,
at tað kundi verið stuttligt
við einum slíkum hugna
kvøldi.
Tilmelding:
Marin, tel. 218757
hrkl@post.olivant.fo
Sonja, tel. 509313
soniam@apotek.fo
Ann, tel. 253233
annmikkelsen@hotmail.
com
Eyðfinn
eydfinn.olsen@gmail.com
Góðu árini á
Tórshavnar
Sjómansheimi
Í ár eru 35 ár síðan Per og Jensia Højgaard tóku við sum
bestýrarar á Sjómansheiminum í Havn