Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2009 13 Nú vit aftur hava verið til próvtøku hjá ST viðvíkj­ andi javnstøðuni í Føroy­ um, nevnir ST, at ein møgu­ leiki er, sum eitt fyribilstil­ tak at áseta kvotur fyri at kynini verða javnt umboð­ aði eitt nú í privatum og almennum nevndum. Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum sigur, sambært kringvarpinum, at vit ikki skulu hava kvotur fyri at fremja javnstøðu. Flest øll eru samd um, at tað er óheppi við kvotum, og at hetta bert er ein neyðloysn. Men tá ið vit ikki skulu hava kvotur, so skyldar politiski myndug­ leikin okkum at koma við greiðum boðum um, hvat ið so skal gerast, ístaðin fyri kvotur. Sambært talvu, ið er viðløgd løgmannsrøðuni, so vóru tað í 2008 1440 leiðarir í Føroyum. Av hesum vóru 1270 menn og gott 1% kvinnur, í tali 170 kvinnuligir leiðarar. Ímyndið tykkum eina løtu, hvat ið hevði hent, um støðan var tann øvugta, at tað bert vóru gott 1% menn í leiðandi størvum í Føroyum. Vænti at hesin trupulleikin hevði fylt fjølmiðlarnar í bæði vikur og mánaðir. Hevði heldur ikki verið kløkk, um tiltøk innan lóggávu, kvotur, bindandi mál og sanktiónir ímóti teimum stovnum, ið ikki yvirhildu málini, høvdu verið frammi í kjakinum. Aftrat syndarligu støðuni í Føroyum viðvíkjandi javnstøðu, so er tað ein veruleiki, at tað eru 2000 færrri kvinnur, enn menn, í Føroyum. Kundi hugsast, at vantandi javnstøðan er ein av orsøkunum. Hví skulu kvinnur við útbúgv­ ing tíma at flyta heim, tá ið tær ikki sleppa upp í part? Tað eigur at verða meldað greitt frá politiska myndugleikanum til dømis, at økist kvinnuumboðanin ikki í nevndum ­ almenn­ um sum privatum ­ til umleið javna umboðan innan 1. januar 2011, so verða kvotur ásettar ella bindandi mál verða sett fyri, hvussu vit røkka málinum. Vit skulu heldur tillaga arbeiðsmarknaðaðarlóg­ gávuna, sigur landstýris­ maðurin. Tað er alneyðugt miðvíst at tillaga arbeiðs­ marknaðarlóggávuna, so arbeiðs­ og familjulív verður í størri samljóði við hvørt annað. Men okkum vantar at fáa at vita, hvat verður broytt, og nær verður tað gjørt. Landsstýrismaðurin skyldar okkum at koma við einari greiðari útmelding. Hvat innihald er í javn­ støðupolitikkinum, hvussu ætlar hann at útinna, í verki, orðingina í sam­ gonguskjalinum um, at virkast skal fyri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, í politikki og samfelagnum annars. Kvotur fyri javnstøðu ella hvørji eru ráðini løgtingskvinna Eyðgunn SamuElSEn Í mínum ungu døgum (60’unum – 70’unum) vóru veruligar hugsjónir galdandi. Eg kundi síggja upp til og góðtaka tann politikk, sum førdur varð, arbeitt varð veruliga fyri teimum veiku í samfelagnum. Hugsjónirnar hjá Javnaðarflokkinum vóru tær politisku hugsjónir, sum veruliga hugtóku meg, eg havi eisini bilt mær inn, at tað varð í Javnaðarflokkinum, eg hoyrdi heima. Javnaðarflokkurin, sum eg kendi hann, hevði tey veiku ovarlaga í síni stevnuskrá, men tíverri eri eg í dag av tí fatan, at mín hugsjón, er avoldað og hoyrir eini farnari tíð til. Sjálvur havi eg altíð hildið, at eg varð ein trý­ stjørnaður javnaðarmaður, sum eingin kundi vika, men nú sjálv leiðslan so dyggiliga svíkur, kann eg ikki halda áfram at krúpa til krossin. Eg kann ikki góðtaka førda politikkin. Jóannes vísir á, at vit skulu spara. ­ Jú gott er við tí ­ men hví eru pensionistarnir fyrsta álopið? Eru tað fyrst og fremst pensionistarnir, sum Javnaðarflokkurin hevur at dúva uppá? So gevi eg tær rætt – so er illa stætt í samfelagnum. Um pensionistarnir skulu verða berandi kreft­ irnar, so er tíð upp á at lukka biksina og øll í felag flyta av landinum. Tann leið, sum Javnaðarflokkurin í hesum døgum koyrir eftir, sigur mær, at eg stuðli skeivum flokki. Um álopið, sum Javnað­ arflokkurin hevur á pen­ sionistar verður framd í verki, so er mín stuðul til flokkin farin, og eg rokni eisini við at fleiri fylgja mær í fallinum. Javnaðarflokkurin Jóhan hEri JoEnSEn Mong av okkum menniskj­ um hava helst tað í lyndi borið, at júst okkara hugs­ anir og okkara meiningar eru tær einastu røttu. Men lívið lærir okkum, at tað, ið vit trúðu fult og fast uppá, og tað, ið vit vóru heilt sannførd um, slettis ikki altíð var soleiðis, ið vit av fyrstan tíð høvdu ímyndað okkum. Men gjøgnum lívið, í útbúgving, arbeiði og felagsskapi við onnur fingu vit so mangan at sanna, at alt ikki var soleiðis samanskrúvað, sum vit ­ hvør sær ­ høvdu hugsað okkum. Hugsi tó, at tey allar flestu av okkum gera okkum metingar og meiningar út frá tí grund­ støði, ið lagt varð í okkum frá barnsbeini av. Undirritaði tekur fult undir við javnaðarhugsjón­ ini. Tori væl at siga, at eg eri sosialist. Mær hevði dámt nógv betur, um vit, ið stuðla javnaðarhugsjónini, nevndu okkum demokrat­ iskir sosialistar heldur enn sosialdemokratar. Men fyri árum síðan eydnaðist tað høgrakreftunum at gera orðið sosialist til nærum eitt banniorð, tíverri. Fyri mær hava tey politisku valini verið sera løtt. Havi, síðan eg fekk valrætt, valt Javnaðarflokkin. Dugdi ongantíð at síggja Tjóð­ veldi sum ein sosialistiskan flokk. Helt altíð, og haldi partvíst framvegis, at Tjóð­ veldi bar alt ov nógv brá av egoismu og tilgjørdari nationalismu. Um vit samanbera polit­ isku flokkarnar við ein skipa­ flota, so er eingin ivi í míni sál, at Javnaðarskútan er og hevur verið tann besta heilt frá tí, hon fór av bakka­ stokki. Mangan varð siglt og roynt í ringum og baldrutum sjógvi, men skiparar og manning stóðu saman um kósina soleiðis, at vit aloftast, tá saman um kom, kundu semjast um, at túrar­ nir vóru brúkiligir og góðir. Mær tykir, at síðan núver­ andi skipari kom á brúnna, hevur Javnaðarskútan rættu­ liga broytt kós: Er farin at royna meir og meir í borg­ arligum sjógvi og hevur havt lyndi til at ota seg inn á farvatn Fólkafloksins. ­ Tær góðu og kendu leiðir­ nar, tykir mær, eru gloymd­ ar, og manningin tykist stara seg blinda upp á skiparan á brúnni. Haldi, at tað bert er Gerhard, sum er farin upp á brúnna og sagt, at nú má kósin broytast. Mær vitandi fekk hann einki viðhald. Tvørturímóti fekk hann nakrar ferðir harraboð frá skiparanum um at koma upp á brúnna og standa skúlarætt, tí at hann ikki vildi víkja frá nøkrum moralskum og etiskum reglum, sum vóru galdandi fyri seg. Í gjár varð nýggj veljara­ kanning fráboðað, og í »Degi og viku« í gjárs­ kvøldið varð formaður Javnaðarfloksins spurdur um orsøkirnar til ta sera vánaligu undirtøku, flokk­ urin hevði fingið, um løgtingsval hevði verið nú. Boðini vóru ymisk: Fíggjarkreppa um allan heimin. Tað hevði gingist so sera illa í Íslandi o.s.fr. Men so tað allar besta av øllum: Vit ­ altso odda­ fólkini í Javnaðarflokki­ num ­ eru ov vánalig til og duga ov illa at at selja okkara boðskap og úrslit. Loyvi mær at spyrja: Hvønn boðskap hevur núverandi formaður lagt mest dent á? Hvørji nýbrot eru hend á javnaðarleið, síðan hann gjørdist for­ maður. Og hvussu í allari víðu verð kanst tú selja borgarlig sambands­ og fólkafloksúrslit og vænta, at veljarin við tí fer at tekkjast Javnaðarflokkinum??? Ymist er, hvussu veljara­ kanningar verða tulkaðar. Í mær er eingin ivi: Javnað­ arskútan er farin av kós. Trúgvi neyvan, at skiparin broytir hana stórvegis. Og er hendan veljarakanningin eftirfarandi, so kemur hon væl og virðiliga til ta niður­ støðu: Skiparin má av brúnni! Skiparin má av brúnni! Sigfríður olSEn Eftir nýggjastu veljara­ kanningina kom fram, at Jørgen Niclasen ikki heldur tað geva meining at kanna undirtøku hansara millum veljarar sum løg­ mansevni. Heldur átti kanningin at lýst undirtøku hansara sum uttanríkisráð­ harri. Tí: »...so hevði velj­ arin nakað at fyrihalda seg til«. Og sum hann málbar seg: ».. eg havi jú ongantíð roynt løgmansstarvið...«. Men spurningurin er, um ikki rættari hevði verið at spurt veljaran, um neyðugt er við Uttanríkisráðharra í Føroyum! Onnur kunnu loysa uppgávuna Jóannes, Høgni, Jenis og Tobbi stovnaðu Uttanríkis­ ráðið, tá CHE­kabalin varð løgd. Jørgen hevur arvað ráðið í nýggju ABC. Trupulleikin er bara, at hvørki undanfarni uttan­ ríkisráðharri, Høgni Hoydal ella núverandi, Jørgen Niclasen, hava megnað at skapt ráðnum sín sjálvsagda legitimitet og platform at standa á. Tað man eisini vera trupult at finna legimitetin og rætta platformin, tí uttan­ ríkismál eru enn ikki føroysk sermál. Av tí sama veit eingin rættiliga, hvat tað er, sum uttanríkisráðharrin fæst við, og sum annaðhvørt løgmaður, landsstýrismað­ urin í fiskivinnumálum ella nú eisini landsstýrismaður­ in í vinnumálum ikki høvdu megnað at avgreitt eins væl. Áðrenn Uttan­ ríkisráðið varð stovnað, vóru tað mest løgmaður og landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, sum tóku sær av okkara viðurskiftum við umheimin, og landsstýris­ maðurin í vinnumálum umsat ferðavinnu og Sam­ vit, sum nú er endað inni í stóra Uttanríkisráðnum. Uttanríkisráðið er nýtt við fáum, helst ongum stórpolitiskum úrslitum at vísa á. Tí ivist eg í, um rætt hevði verið millum veljara­ rnar at kanna undirtøkuna hjá Jørgeni sum uttanríkis­ ráðharra heldur enn, hvussu nógv vilja hava hann sum løgmann. Serliga tá hugsað verður um, at tað bara hava verið tveir uttanríkisráð­ harrar í politisku søgu okkara. Veljarakanningin hevði helst bara víst eina fifty fifty undirtøku millum teir báðar Høgna og Jørgen. Og hvat hevði tað sagt okkum? Púrt einki!! Nei, rættari hevði verið at spurt veljaran, um neyð­ ugt er við Uttanríkisráð og uttanríkisráðharra í Føroyum í verandi støðu. Uttanríkispolitisk úrslit við ella uttan Uttanríkisráðharra Fleiri stórmál vórðu av­ greidd á uttanríkispolitiska økinum í Føroyum uttan uttanríkisráðharra. Dømini eru mong. Nevnast kunnu: 200 fjórðinga fiskimarkið, millumlanda fiskiveiðu­ avtalur við fleiri lond, undirgrundin yvirtikin, strandalandaavtalur um svartkjaft, sild og makrel, grundarlag fyri fiskirætt­ indum eftir uppisjóarfiski í Kyrrahavinum vóru skapt og drúgt fyrireikingar­ arbeiði varð gjørt fyri at undirbyggja okkara krøv til havbotnin og undirgrundina á Hatton­ Rockallleiðini, ­ bara fyri at nevna nøkur. Enn er ikki so long tíð liðin, síðan Uttanríkisráðið varð stovnað. Tað er tí kanska í fyrra lagi at gera niðurstøður um nyttuvirðið. Men gongdin higartil gevur ábendingar um lakari úrslit enn frammanundan. Eitt nú ógreiði ES ­ EFTA politikurin, ivasama avtalan um norðara partin av makrelstovninum, har vit einans fingu 15% í mun til 85% til Noreg við seinastu samráðing, fiskiveiðu­ avtalan við Ísland, har 40% av kalvakvotuni eru fallin burtur og málið um landing og framleiðslu av lodnu til matna, benda á sama borð­ ið. Málini flóta nú meir enn nakrantíð millum Uttan­ ríkis­ og Fiskimálaráðini í londunum báðum og verða tí ikki loyst. Tað er tí einki ið bendir á, at ein uttanríkisráðharri í sjálvum sær skapar úrslit. Tvørturímóti siga ábend­ ingarnar og royndirnar, at ein væl skipað uttanríkis­ deild á Løgmansskrivstov­ uni og ein samráðingar­ deild í Fiskimálaráðnum eins og frammanundan hevði verið hópin bíligari og ivaleyst skapt somu ella betri úrslit á hesum fyri landið týdningarmikla øki. Brúk er jú fyri hvørjum oyra í hesum døgum. Tí er einki at ivast í, at eitt umskipað landsstýri við færri landsstýrisfólkum hevði verið eitt gott átak. Er neyðugt við uttanríkisráðharra í Føroyum? BJørn KalSø viðmerkingar