Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2009 17 bilar Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Brasilia er ein risastórur mark naður hjá Fiat, sum nú hev ur framleitt 10 milliónir bil ar á verksmiðju síni í Belo Horizonte í Brasilia, síð an framleiðslan byrjaði í 1976. Stóra framleiðslan av bil­ um í landinum er ein orsøk til at Fiat hava ein mark­ nað ar part upp á umleið 25 pro sent í Brasilia. Fiat er mest selda bil­ merki í Brasilia, framman fyri Volkswagen og General Motors sum eisini hava egn ar verksmiðjur í landi­ num. Fiat framleiða 15 ymisk bilmodell í Brasilia. Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hundrað ár eru liðin síðan fyrsta Audi bilverksmiðjan varð stovnað í Týsklandi í 1909. Audi vóru gjørdir fram til seinna verðaldarbardaga, tá framleiðslan steðgaði við árgangi 1939. Síðan varð eingin Audi framleiddur fyrr enn í 1965, tá Volkswagen árið fyri, í 1964, høvdu keypt týsku Auto Union verksmiðjuna í Ingolstadt, sum tá framleiddi DKW. Audi hava framvegis teir fýra ringarnar frá Auto Union sum búmerki. Ringarnir standa fyri fýra bilmerkir: Audi, Horch, DKW og Wanderer, sum løgdu saman til Auto Union í 1932. Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Italsku Iveco bilarnir høvdu ein stóran leiklut á G­8 topp fundinum í L'Aquila í Italia í summar, har til­ samans 2.500 fund ar lut­ takar ar, harímillum fleiri av heim sins leiðandi politik ar um, umframt umleið 800 tíð indafólk úr øllum heimi num luttóku. Luttakararnir vóru koyrd ir í tilsamans 80 Iveco buss um: 50 stórum og 30 mini bussum. Í sambandi við at dálking og veðurlagsbroytingarnar vóru høvuðsevnið á fundi­ num, vóru teir nýggju fram komnu Iveco EcoDaily við elmotori sýndir fram og roynd arkoyrdir saman við teim um vitjandi. Á myndini eru tey fýra bilmerkini í Auto Union, sum umboða ringarnar í búmerkinum hjá Audi: Aftast frá vinstru eru ein Horch 830 BL frá 1938 og ein Wanderer W25K frá 1937. Fremst frá vinstru er ein DKW3 = 6 frá 1953 og ein Audi 225 frá 1936. Í miðjuni er ein NSU Prinz 30 frá 1959. NSU var eisini partur av Auto Union Fiat í Brasilia hátíðarhalda at teir hava framleitt 10 milliónir bilar síðan 1976 Audi 100 ár 10 milliónir Fiat Iveco framsýning á G-8 Iveco EcoDaily við elmotori vóru sýndir fram og royndarkoyrdir saman við teimum vitjandi G-8 toppfundurin var í L'Aquila í Italia við luttøku av fleiri av heimsins leiðandi politikarum