Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 161 - 26. august 2009 tíðindi Vikuskiftið 11. - 13 sep- tem­ber verður skipað fyri stórum­ kam­- pingtreffi á grasvøll- inum­ á Svangaskarði. Ætlanin er at hetta skal vera Føroya størsta kam­pingtreff, og verður hetta helst eisini seinasta treff í ár. Á grasvøllinum­ er sera gott pláss, so helst verður pláss fyri øllum­ kam­pingvognum­ og bilum­ í Føroyum­ kamping Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Á Svangaskarði eru hent­ leikarnir av teimum allar­ bestu, siga fyrireikararnir. El verður lagt á økið, vatn er eisini lagt til, umframt at umstøður eru til at tøma rottangan. Skipað verður fyri felags hugnakvøldið í B68 húsinum antin fríggja­ kvøldið ella leygarkvøldið. Frá klokkan 19 hóskvøldið ber til at koma á økið við vogninum og bilinum. Seinasta freist at koyra av aftur økinum er mánadagin. Kostnaðurin fyri limir í Camping.fo er 130 krónur náttina fyri hvønn kamping­ vogn/bil. Tá er alt íroknað. Øll eru vælkomin, og kostn­ aðurin fyri tey, sum ikki eru limir í Camping.f o er 200 krónur náttina fyri hvønn kampingvogn/bil. Fólk í tjaldi gjalda hálvan prís. Stórt kampingtreff á Svangaskarði Uttanríkisráðharri Jørgen Niclasen er í dag farin á tænastu- ferð til fýra evrop- iskar sm­átjóðir, sum­ eru Liktinstein, Andorra, San Marino og Luksem­borg. Lik- tinstein er lim­ur í EFTA, Luksem­borg er lim­ur í ES, og Andorra og San Mar- ino eru í hvørgum­ felagsskapi politikkur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Endamálið við vitjanini er sínámillum ráðførsla um avbjóðingarnar hjá smátjóð­ um í Evropu. Harumframt luttekur ráðharrin eisini í marknaðarføringini av Føroyum í Wien og Graz tann 4. og 5. september í sambandi við, at Føroyar spæla landsdyst móti Eyst­ urríki. Á ferðini fer Jørgen Nicla­ sen, uttanríkisráðharri, á fund við uttanríkisráðharran hjá Liktinstein, Aurelia Frick, og starvsbróður sín í Andorra, Xavier Espot. Eisini hittir hann uttanríkis­ ráðharran hjá San Mar­ ino, Federica Bigi, eins og hann eisini fer á fund við Jean Asselborn, ið er uttanríkisráðharrin hjá Luk­ semborg. Á fundunum sínámillum fara starvsbrøðurnir at við­ gera evropapolitkk og mongu avbjóðingarnar, sum evropisku smátjóðirnar hava í felag. Fyrsti fundurin verður við uttanríkisráðharran hjá Liktinstein, og her er Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri eisini boðin at hitta forsæti sráðharran Klaus Tschüt­ scher. Uttanríkisráð- harrin á tænastu- ferð í Evropu Vinafelagið Føroyar - Ísrael fær nú áhuga- verda vitjan út Ísrael. Tað er leiða- rin í Skandinavisku Sjóm­anskirkjuni í Haifa, Gro Wenske, sum­ kem­ur til Før- oya at greiða frá um­ støðuna í landinum­ beint nú vitjan Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Gro Wenske er norsk og hevur búð í Ísrael í skjótt 45 ár. Hon er prestlærd og hevur altíð havt stóran kær­ leika fyri Ísrael og fólkin­ um har. Hon ferðast javnan í ymiskum londum at hava fyrilestrar um støð­ una í Ísrael og í Miðeystri sum heild. Gro Wenske er blaðstjóri á „Israels Røst“ hvørs endamál er at greiða frá andaliga bardaganum sum er í Ísrael. Tað er ser­ liga jødarnir sum búgva í Samaria sum líða nógv og hava tað trupult. Gro kemur hesaferð eisini at greiða frá um fornfrøðina, sum nú hevur prógvað at jødarnir vóru í Egytalandi. „Nútíð­ ar“ fornfrøðin hevur altíð tvíhildið um, at alt áðr­ enn Dávid kong var bara søgn. Gro fer eisini at greiða frá um kríggið í Gaza og tað sum at enda fekk Ísrael at brúka vápnamegi. Gro Wenske fer at hava hesar fyrilestrar í Missiónshúsinum á Glyvr­ um hóskvøldið 27. august klokkan 20. Í missiónshús­ inum Libanon í Sørvági fríggjakvøldið 28. august klokkan 20. Leygardagin 29. august klokkan 11 verður skeið fyri ungdóms­ leiðarar í Vága kunningar­ stovu í Miðvági. Leygar­ kvøldið 29. august klokkan 20 verður fyrilestur í Klaksvík. Sunnudagin 30. august í Filadelfia á Landa­ vegnum í Tórshavn klokk­ an 11 og sunnukvøldið klokkan 20 verður fundur í Skúlanum á Trøðni, Frælsið 32, í Havn. Mána­ kvøldið 31. august klokkan 19 í Samljóð í Skopun. Týskvøldið 1. september verður mansmøti í Bø og mikukvøldið 2. september klokkan 20.00 verður fyri­ lestur í Filadelfia í Gøtu. Blaðstjórin á »Israels Røst« vitjar Jørgen Nicla­sen, utta­nríkisráðha­rri