Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sonni Eliasen og Karina Petersen, sum bæði hava røtur í Fuglafjarðar Svimjifelag, skulu leiða barndómsfelagið gjøgnum komandi kappingarár Svimjing Tíðindaskriv post@sosialurin.fo 30 ára gamli Sonni Eliasen hevur verið virkin í Fuglafjarðar Svimjifelag frá barnsbeini av, bæði sum svimjari og venjari. Hetta er tó fyrstu ferð at hann verður høvuðsvenjari hjá felagnum. At hjálpa sær hevur hann systur sína, 29 ára gomlu Karinu Petersen, sum í nógv ár var millum fremstu svimjarar í felagnum. Hon verður fyrst og fremst tekniskur venjari, umframt at hon skal taka sær av næstbesta liðnum. Talan er um eitt rættiliga ungt lið. Elsti svimjari er 17 ára gamli Pauli Ø. Mohr, sum í summar umboðaði Føroyar á Oyggjaleikunum og EJM, umframt at hann skal umboða Føroyar til EM í desember. Av yngru svimjarunum í felagnum hevur 14 ára gamla Poula Ø. Mohr tryggjað sær luttøku til norðurlendsku junior meistarastevnuna, ið somuleiðis verður desember. Eisini eru fleiri av ungu svimjarnum umboðaðir á talent landsliðnum. Eisini hevur Fuglafjarðar Svimjifelag í summar tikið stig til ein svimjiskúla í bygdini, har børn niður í umleið seks ára aldur kunnu vera við. Endamálið er at kveikja áhugan fyri svimjing, umframt við tíðini at fáa fleiri svimjarar við í felagið. Andrea Eldevig og Durita Eldevig Olsen, báðar lærarar við sergrein í svimjing, standa á odda fyri svimjiskúlanum. Venjarin hjá Eysturríki, Didi Constantini, hevur tikið út ein 23 manna stóran hóp til komandi landsliðsuppgávurnar móti Føroyum og Rumenia jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað er greitt, at talan er um ein skerdan hóp, sum skal royna at vaska 1-1 javnleikin í Føroyum av sær. Størstir eru trupulleikarnir í verjupartinum. Vanligi liðskiparin, Paul Scharner, er partur av úttøkuni, men hann verður ikki við móti Føroyum, tí hann er leikbannaður. Og tað sama er Hartil eru verjuspælararnir, Sebastian Prödl úr Werder Breman, Martin Stranzl úr Spartak Moskva og Emanuel Pogatetz úr Middlesbrough allir skaddir. Jürgen Macho hevur verið fastur málverji hjá Eysturríki seinastu tíðina, men hann spældi illa í venjingardysti móti Cameroun, og tí er hann als ikki við í hópinum. ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. august 2009 Føroysk marra fyri lívið Millum teirra, sum um knapp ar tvær vikur skulu stríðast fyri Skotland í undan- kappingardystinum móti Makedonia, er Kevin Kyle, sum í dag spælir fyri Kilmarnock í skotsku Premier League. Talan er um næsta lands- dystin hjá Kyle í sjey ár, eftir at hann var ein av spælarunum, sum varð útpeikaður sum syndabukkur í 2-2 javn leiki- num hjá skotum móti Før- oyum á Svangaskarði í 2002. - Eg vóni, at minnini hjá mær um komandi landsdystin verða betri, enn tey vóru um dystin fyrstu ferðina, eg var á landsliðnum. Dysturin móti Føroyum fer í grøvina saman við mær. Eg fari ongan tíð at gloyma tað, sum hendi har, men veruleikin er eisini, at eg bara 21 ár ta ferðina. Í dag eri eg 28 ár, og eg eri nógv betur fyri til at tackla tað, sum kann henda við landsliðnum, sigur Kyle við skotsku útgávuna av the Sun. Kyle var partur av hópinum hjá Sunderland, tá hann í 2002 var í Føroyum. Eftir hetta hevur hann reikast millum fleiri feløg, men í Kilmarnock hevur hann av álvara funnið spæligleðina og málskógvarnar framaftur, og í vár var hann maðurin, sum við tveimum avgerandi málum í seinasta dystinum bjargaði felagnum undan niðurflyting. -mørk Kevin Kyle gloymir ongan tíð Føroyar og Svangaskarð Skerdir eysturríkar Systkin venja svimjarar í Fuglafirði Sonni Eliasen og Karina Petersen fara í vetur at virka sum venjarar í Fuglafjarðar Svimjifelag Eysturríkski hópurin Málverjar Christian Gratzei (Sturm Graz), Helge Payer (Rapid Wien), Andreas Schranz (Austria Kaernten) Verjuspælarar: Aleksandar Dragovic (Austria Wien), Christian Fuchs (VfL Bochum), Gyorgy Garics (Atalanta), Manuel Ortlechner (Austria Wien), Juergen Patocka (Rapid Wien), Franz Schiemer (Salzburg), Andreas Ulmer (Salzburg) Miðvallarar: Julian Baumgartlinger (Austria Wien), Daniel Beichler (Sturm Graz), Christopher Drazan (Rapid Wien), Andreas Hoelzl (Sturm Graz), Jakob Jantscher (Sturm Graz), Christoph Leitgeb (Salzburg), Yasin Pehlivan (Rapid Wien), Paul Scharner (Wigan Athletic), Christopher Trimmel (Rapid Wien) Áleyparar: Erwin Hoffer (Napoli), Marc Janko (Salzburg), Stefan Maierhofer (Rapid Wien), Rubin Okotie (Austria Wien) Enn hevur tað ikki eydnast Eysturríki at vinna útidyst móti Føroyum. Um hálva aðru viku skal Eysturríki fyri aðru ferð royna at hevna seg á heimavølli móti Føroysku marruni savnsmynd