mikudagur 26. august 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. august 2009 – Nr. 161
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tann 10. oktober er dagurin, tá
sterk asti maðurin í landinum skal
finnast.
Og líkt er til, at tað eru fleiri, sum
hava hug at vita, um júst hann er
maðurin, ið skal lyfta arvin eftir
Regini Vágadal, sum hevur vunnið
kappingina, tær ferðirnar hon varð
fyriskipað, tó at tað nú eru eini 10
ár síðani, at kappast varð seinast.
Nógv kilo at lyfta
Regin verður sjálvur dómari, tá
sterku menninir um hálvan annan
mánað fara at lyfta, dragsa og toga
seg fram móti heitinum, og longu
nú fyrireika luttakararnir seg við
fullari ferð.
Hetta gongur fyri seg í høllini hjá
Havnar Timburhandli, har teir hava
fingið loyvi at seta útgerðina til
ymsu kappingarnar. Í einum horni
liggja nakrir 100 kilo tungir sand
sekkir, sum stkjóast gjørligt skulu
tveitast upp á seks plattar, sum eru
stáplaðir oman á hvønnannan.
Aðrastaðni liggur ein 60 kilo
tung stamma úr jarni, har til ber at
festa vektir, soleiðis at hendan vigar
tey avtalaðu 90 kilo’ini, sum skulu
lyftast upp um høvd, so ofta sum
orkan nú er til tað.
Eisini er eitt 20 kilo tungt bildekk,
sum skal haldast í strektum armum,
meðan tvær bobbens upp á 105
skulu haldast uppi frá gólvinum
longst gjørligt.
Eftir eru kappingarnar í bench
press – sum kann venjast í vanligari
venjingarmiðstøð – og kappingin
við at flyta ein bil. Og henni ber ikki
so væl til at hýsa í
venjingarhølunum.
Skaðar koma
Útgerðin er sett upp, soleiðis at
menn longu nú kunnu venja
teknikkir og annað, men tað er tó
ikki so, at menn hittast fleiri ferðir
um vikuna og taka øll elementini
ígjøgnum.
Tað ber slettis ikki til. Fyri tað
mesta venja vit í Yndi, men vit
royna at hittast her eina ferð um
vikuna at taka nakað av kapp ingar
skránni ígjøgnum. Men tað er ikki
EB/Streymur longt tveir
sáttmálar
EB/Streymur skrivar á heimasíðu síni, at bæði Rene Tórgarð og
Sorin Anghel hava longt sáttmálar sínar við felagið. Soleiðis er
longu nú greitt, at teir báðir eisini verða partur av hópinum hjá
EB/Streymi í 2010. Sorin Anghel hevur verið partur av hópinum
hjá felagsliðnum, síðani teir í 2000 aftur royndu seg í fremstu røð.
Og seinastu trý kappingarárini hevur René Tórgarð verið aftasti
skansi hjá felagnum.
Campbell til Notts County
Enska Notts County, sum spælir í fjórðu bestu deildini, ætlar sær veruliga at
vinna seg upp á ensku tindarnar. Í summar varð Svenn Göran Eriksson settur
sum venjari, og í gjár knýtti felagið Sol Campbell at hópinum. Sol Campbell,
sum í dag er 34 ára gamal, hevur áður spælt við Tottenham, Arsenal og
Portsmouth, umframt at hann eisini í fleiri ár var partur av enska
landsliðshópinum. Umframt Campbell, hevur Notts County eisini keypt
Kasper Schmeichel, Lee Hughes, Luke Rodgers, Ben Davies og Graeme Lee í
summar.
Nógvir vilja
verða sterkastur
Líkt er til at kappingin um at gerast Føroya
sterkasti hevur góða undirtøku. Hvørja
viku hittast menn í høllini hjá Havnar
Timburhandli at venja seg við útgerðina,
sum skal nýtast til kappingina
Fýra av luttakarunum, sum
um hálvan annan mánað
fara at kappast í høllini á
Hálsi í Havn. Frá vinstru eru
tað Sámal Johannis Hansen,
Bogi Hammer, Finnur
Poulsen og Jákup Petur
Djurhuus
Mynd: Jens Kristian Vang