mikudagur 26. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 26. august 2009 – Nr. 161 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Greiðir heimasigrar
Talan gjørdist um fimm greiðar sigrar í teimum fimm dystunum, sum vórðu spældir í gjárkvøldið. Hesir
dystir vóru allir partur av tí seinasta undanumfarinum, áðrenn Champions League bólkaspælið. Olym
pique Lyon vann samanlagt 82 á Anderlecht. Í gjár vann Lyon 31 á Anderlecht í Bruxelles. Atletico
Madrid vann samanlagt 52 á Panathinaikos, eftir at senni dysturin endaði við 20 sigri til Atletico.
Ísraelska liðið, Maccabi Haifa gjørdi ein sannan vørr ímóti eysturríkska liðnum, FC Salzburg. Maccabi
Haifa vann samanlagt 51. Í gjárkvøldið vann Haifa 30 á heimavølli. FK Ventspils hevur ikki so sjáldan
gjørt lívið súrt hjá føroyskum felagsliðum í europeiskum kappingum. Men Ventspils vóru langt frá
bólka spælinum hesaferð. Ventspils tapti samanlagt 15 ímóti FC Zürich úr Sveis. Sveisiska liðið vann
30 á útivølli í tí fyrra dystinum, og seinni dysturin endaði 21 á heimavølli. Ungarska liðið, Debrecen
vann samanlagt 41 á Levski Sofia úr Bulgaria. Í gjárkvøldið vann Debrecen 20 á heimavølli.
Skoraði eftir 31 sekundum
Yakubu, sum hevur millum vandamestu
áleypararnar hjá Everton seinnu árini, fekk ikki
spælt stóran part av farna kappignarárið, tá hann í
november sleit hælsinuna í dysti móti Tottenham.
Fyrsti dysturin hjá Yakubu síðani tá var í gjár, tá
hann spældi við eykaliðnum hjá Everton í dysti
móti Burnley. Og her brúkti hann bara 31 sekund
um at leggja everton á odda. Seinni legði hann
upp til 20 málið, sum Dan Gosling skoraði, áðrenn
Yakubu eftir 70 minttunum varð skiftur út.
hugsingur um at vit taka alt ígjøgn
um í senn, sigur Bogi Hammer, sum
er ein av luttakar unum og fyri
skiparunum av kapp ingini.
Til kappingina leggja vit sjálv
andi nógv meira fyri. Alt skal gjøgn
umførast upp á einar 23 tímar, og
tað er eingin sum helst ivi um, at
onkur skaði verður hjá summum
luttakarum. Og eg kann vissuliga
staðfesta, at eingin venj ing verður á
skránni dagin eftir kappingina,
sigur Sámal Johannis Hansen, sum
eisini er ein av luttak ar unum.
Tosa um teknikk
Meðan myndamaðurin og útsendi
blaðmaðurin eru í venjingar høl
unum, verður tikið á við nøkrum av
kappingaramboðunum. Og tosað
verður nógv um, hvussu tú best
fært gjøgnumført ymsu kapp ingar
nar. Onkrir av sand sekkunum viga
eitt sindur oman fyri 100 kilo, so
næsti setningurin verður at fáa
nakað av sandi úr hesum. Og eisini
er týdningarmikið, at sekkirnir eru
stramt bundnir, soleiðis at tað er
lættari at fáa tak á.
Stamman – ella bulurin – sum
skal lyftast upp um høvd oftast
gjørligt, er eisini eitt sindur trupult
at fáast við. Talan er um svera
rammu í stáli, og tí er ikki bara at
siga tað at halda javnvágini, sam
stundis sum lyft verður, so eisini
hetta verður nakað av tíð brúkt
uppá.
Hinvegin eru dekkið og lyftið av
bobbens heldur meira beinleiðis
rástyrki, og tí snýr restin av prát
inum í høllini seg heldur um bilin,
og hvussu tað man vera at fáast við
hendan.
Stórur áhugi
Tá farið varð undir at fyrireika kapp
ingina, vistu menn ikki reiðiliga,
hvussu áhugin fór at verða fyri hes
um.
Men nú tað av álvara stundar til,
tykist luttakaratalið at koma heilt
nær teimum 10.
Umframt Boga Hammer, sum
stendur fyri størsta partinum av
fyrireikingunum, telur listin Sámal
Johannis Hansen, Jákup Petur
Djurhuus, Finnur Poulsen, Høgni av
Reyni, Bárður Poulsen, Herman
Hermanssen, Gunnar Grækarisson
og Heri Vestergaard. Hartil hava
nakrir mans verið og roynt út
gerðina, og tað er ikki heilt óhugs
andi, at onkur av hesum eisini tekn
ar seg til kappingina.
Og sjálvandi vilja vit hava, at
talið av luttakarum er so stórt, sum
tað er gjørligt. Er onkur sterkur
sumb ingur, sum heldur seg kunna
taka okkum, skal hann sjálvandi
vera vælkomin eisini, sigur Bogi
Hammer við einum skeivum smíli.
Tað sæst á Finni, at tað stendur nógv á, tá tvær ferðir 105 kilo
skulu haldast uppfrá
Mynd: Jens Kristian Vang
Eitt bildekk er kanska ikki so tungt, men tað verður strævið, tá
tú skalt halda tí í strektum ørmum Mynd: Jens Kristian Vang
Jákup Petur knossast við ein av teimum fimm 100 kilo tungu
sandsekkunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Sámal Johannis við stóra bulinum, sum her vigar 60 kilo, men sum við vektum kemur upp á 90 kilo
Mynd: Jens Kristian Vang