mikudagur 26. august 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. august 2009 – Nr. 161
– At eg aftur í ár vann
Tórshavn Open og
um vikuskiftið eisini
skal verja óalmenna
føroyameistaraheitið í
golfi, leggur eitt sindur av
trýsti á meg, viðgongur
Føroya besti golfspælari í
løtuni, Ragnar Isaksen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Tað var eitt vónbrot fyri Ragnar
Isaksen, at hann ikki var tikin út til
føroyska golflandsliðið, sum fyri
tveimum mánaðum síðani var við
til Oyggaleikirnar í Álandi. Hann
helt seg hava prógvað, at golfspæl
hansara var ivaleysa gott til eitt
pláss á liðnum, ið annars vísti seg at
standa seg sera væl.
Men sum so ofta hjá
ítróttarfólkum, ið hava ein vilja av
stáli, var bara at spæla uppaftur
betur, so eingin skuldi ivast í
dygdunum. Og tað gjørdi Ragnar
so, tí somu vikuna, sum
Oyggjaleikirnir vóru, setti hann nýtt
met á golvbreytini á Glyvursnesi
við 73 sløgum.
– Eg setti í Tórshavn Open-
kappingini í fjør met á Glyvursnesi
við 81 sløgum, men Andrias F.
Hansen tók herfyri tað metið við 76
sløgum – enntá bara eina viku
áðrenn eg sjálvur tók metið aftur
við teimum 73 sløgunum, greiðir
Ragnar Isaksen frá.
Hann ásannar, at hann fekk ein
hvøkk og hálvavegna misti hugin til
golf, tá tað stóð honum greitt, at
hann ikki slapp til Álands at
umboða Føroyar á
Oyggjaleikunum. Men tað vardi ikki
leingi, so var hann aftur at síggja á
Glyvursnesi – og um vikuskiftið
staðfesti hann enn eina ferð, at
hann man vera Føroya besti
golfspælari, tá hann vann Tórshavn
Open annað árið á rað.
Nokk so hart
– Umstøðurnar at spæla vóru sera
skiftandi, tí fríggjadagin var
rættiliga nógvur vindur, so tá ráddi
um at leggja uppfyri, men
leygardagin var av allarfagrasta
veðri, og tað var næstan sum at
spæla í útlondum. Tá lá so mikið
væl fyri, at eg var fýra stig framman
fyri Janus Norðberg og átta sløg
framman fyri Óskar Eiríksson,
áðrenn vit komu til síðsta
kappingardagin, sigur Ragnar.
– Tí ráddi bara um hjá mær at
spæla trygt sunnudagin og avgjørt
ikki taka nakrar kjansir. Tað sama
gjørdi Janus, sum hesa ferð var
tann, ið gav mær mestu
kappingina, men allíkavæl
eydnaðist mær at økja um munin.
Tá vit høvdu verið ígjøgnum tey
níggju holini fyrru ferðina
sunnudagin, var eg seks sløg
frammanfyri, og tá alt var liðugt, var
munurin komin upp á sjey sløg.
Ragnar heldur, at serliga teir
tríggir – hann, Janus og Óskar – eru
so javnir, at tað veruliga ræður um
at gera sítt besta, skal tað eydnast
at vinna kappingarnar. Og tí er tað
ikki sørt, at hann við spenningi sær
fram ímóti komandi vikuskifti, tá
klubbmeistarakappingin í
Tórshavnar Golfklubba er á skránni.
– At eg nú vann Tórshavn Open
annað árið á rað og longu um
vikuskiftið eisini skal verja
óalmenna føroyameistaraheitið,
leggur eitt sindur av trýsti á meg.
Eg má viðganga, at tað er nokk so
hart, sigur Ragnar, sum hevur verið
sjúkur í vikuni, men ætlar at gera alt
fyri at verða klárur til vikuskiftið.
Petur Mohr skal venja KÍ
Tað verður Petur Mohr, sum fer at standa á odda fyri Vodafone-liðnum hjá
KÍ seinastu seks dystirnar av kappingarárinum. Tað váttar Fríðin Ziskason,
nevndarformaður í Sp/f KÍ. - Alexander Djordjevic og Jákup Mikkelsen eru
framvegis partur av venjaratoyminum, men tað er Petur Mohr, sum nú
stendur á odda fyri liðnum, sigur Fríðin Ziskason. Hann leggur afturat, at
umskipanin er gjørd í samráð við Alexander Djordjevic og Jákup
Mikkelsen, sum hava havt ábyrgdina av liðnum hetta kappingarárið.
KÍ er nummar níggju í kappingini, nú seks dystir eru eftir. KÍ hevur 17 stig,
meðan B36, sum er nummar átta, hevur 21 stig.
Seinastu CL-liðini funnin í kvøld
Seinastu fimm undankappingardystirnir til Champions League í fótbólti
verða spældir í kvøld. Á Cypros skal danska FCK verja 1-0 leiðsluna, sum teir
hava móti Apoel Nicosia, ið eisini varð liðið, sum sendi EB/Streym úr
kappingini. Hinir fýra dystirnir eru Arsenal-Celtic, Stuttgart-Timisoara,
Fiorentina-Sporting og Olympiakos-Sheriff Tiraspol.
Ragnar undir trýsti
Ragnar Isaksen vann um vikuskiftið
Tórshavn Open aðru ferð á rað, og longu
komandi vikuskifti skal hann royna at
verja sítt óalmenna føroyameistaraheiti
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Ragnar Isaksen, sum
í fjør fyri fyrstu ferð
vann Tórshavn Open-
kappingina í golf, endur -
tók sigurin um viku skifti,
tá spælt var á Glyvursnesi
í skift andi veðri
GOLF
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Um vikuskiftið var ein av størru
føroysku golf kapp ing unum,
Tórshavn Open, á golf breytini á
Glyvursnesi, har spælt var yvir 54
hol í tríggjar dagar, 18 hol hvønn
dagin. Fríggjadagin var rættiliga
nógvur vindur, leygardagin
góðveður og sunnudagin ringt
sýni, men tað helt ikki teimum 12
spælarunum aftur.
Tá avtornaði, vann Ragnar
Isaksen aftur í ár kappingina, eins
og hann gjørdi í fjør. Hann brúkti
tilsamans 257 sløg og var bestur
allar dagarnar – fríggjadagin við
88 sløgum, leygardagin 83 og
sunnudagin 86 sløgum. Par á
breytini á Glyvursnesi er 70.
Næstfremstur var Janus
Norðberg við 264 sløgum, Óskar
Eiriksson var á triðja plássi við
266, og síðani komu Per Poulsen
við 280 og Kaj Anthoniussen við
301 sløgum.
Komandi vikuskifti verður
klubbmeistarakappingin í
Tórshavnar Golfklubba, hvørs
vinnari verður roknaður sum
óalmennur føroyameistari í golfi.
Hetta er størsta kappingin á
árinum, og eins og í Tórshavn
Open, verður kappast á 54 holum
í tríggjar dagar: Fríggjadagin frá
klokkan 15 og leygardagin og
sunnudagin frá klokkan 10.
Nr. Spælari
Fríggjad.
Leygard.
Sunnud.
Tilsamans
1
Ragnar Isaksen
88
83
86
257
2
Janus Norðberg
89
86
89
264
3
Óskar Eiríksson
90
89
87
266
4
Per Poulsen
96
92
92
280
5
Kaj Anthoniussen
107
96
98
301
FIMM TEIR BESTU Í TÓRSHAVN OPEN
Vann Tórshavn Open aftur í ár